Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 9 Tvey av størstu hitt­u­num í eu­­r­o­­p­­eiskum pop p­­ tónleiki í 1980’unum verða at hoyra á Summar Fest­i­valinum í ár. Maggie Reilly og F. R. David koma til Klaksvíkar at syngja sínar kend­astu sangir, og teirra millum verða sjálvandi Moo nlight Shadow og Words festival­urin Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Summar Festivalurin kunn­ger í dag tveir nýggj­ar sangarar, ið fara at syngja á festivalinum í august. Tað eru skotska Magg­ ie Reilly og franski F.R. David. Tey gjørdust víðagit­ in fyri at syngja nakr­ ar av kend­ast­u­ popp­ sang­­­u­num, sum vóru skriv­að­ir í 1980’u­num. Maggie Reilly legði sína fan­tast­isku rødd til meistaraverkið Moon­ light Shadow hjá Mike Old­field, og F.R. David fekk øll hjørtu at odna við sín­­um framúrskarandi Words. Sangirnir eru trá­spæld­ ir í føroyskum útvarpi, og hvørt mansbarn man kenna hesi heimshittini, sum kunnu upplivast live á Summar Festivalinum í ár. Maggie Reilly og FR David fara at hava eina serstaka framførslu fríggj­­akvøldið á Summar Fest­i­­valinum. Tey fara bæði at syngja til somu konsertina á stóra palli, og tað fara tey at gera við ein­­um væl mannaðum og væl spælandi bólki í rygginum. Hesa løtuna verða tey stóru 80’ara hittini rættiliga á breddanum, og tá fáa øll møguleikan at syngja við til teir kendu sangirnar. Skotsk dreymarødd Maggie Reilly er ættað úr Glasgow í Skotlandi, og hon kom rættiliga fram í europeiskum popp­ tón­­leiki, tá ið hon fyrst í 80’unum samstarvaði við tiltikna sangskrivaran og tónleikaran Mike Old­ field. Teirra kendasti sang­ur er uttan iva Moon­ light Shadow, men mong mugu eisini kenna tann frálíka To France. Hon hevur eisini givið tónleik út sjálv, og av útgávuni Echoes gjørdist sangurin Everytime We Touch eitt stórt hitt. Maggie Reilly hevur samstarvað við nógvar kendar tónleikarar – eitt nú Mike Batt og Jack Bruce – og hon hevur eisini roynt seg á egnum beinum. Fyrst í august kann hon upplivast á Summar Festivalinum, har hon fer at syngja allar sínar kendastu sangir. Mjúk orð siga alt Franski sangarin F.R. Dav­­id fekk sítt stóra gjøgn­um­brot í 1982, tá ið sangurin Words gjørd­ ist eitt risahitt kring alt Eu­ropa. Words don’t come easy, sang F.R. David við sólbrillum fyri eyguni og Fender-gittara hangandi um hálsin. Words seldi ikki færri enn 8 milliónir eintøk kring heimin, og talan var um eitt tað størsta hittið í Europa síðst í 1982 og fyrst i 1983. F.R. David gjørdi í 1999 eina nýggja inn­ spæl­i­ng av Words, og sang­u­rin fekk aftur luft undir veingirnar heima í Fraklandi. Words er uttan iva kendasti sangurin hjá F. R. David, men hann hevur eisini aðrar sangir at bjóða, og hetta ber til at hoyra á Summar Festivalinum í ár. Maggie Reilly og F. R. David til Klaksvíkar Tey, ið vóruung fyrst í 80'unum kenna væl løgini »Moonlight Shadow« og »Words«. Tey verða at hoyra á SummarFestivalinum í ár, t tíðindi ró­ligt summar. “Eg havi onk­un­tíð havt nógv meiri at gjørt. Í ár havi eg valt at velja eitt sindur burturúr, soleiðis at eg havi tíð til at venja og skriva tónleik. Men allíkavæl skal eg spæla á nøkrum festivalum. Eitt nú fari eg skjótt til Hollands at framføra við DR Big Band, og eisini skal eg spæla á nøkrum tiltøkum her niðri”. Men tað er týdningar­mik­ ið fyri hana, at hon kann taka tað eitt sindur róligt. “Onk­ur summar hava verið øðiliga rokalig, við nógvari ferðing og tí tilhoyrandi stress­inum. Men soleiðis vil eg ikki hava tað í ár. Um eg ikki havi frið og góðar stundir, fái eg ikki samla mínar tankar um at skriva góðan tónleik. Tí havi eg gjørt tað soleiðis, at har verður rásarúm fyri tí”, sigur hon. Hóast Eivør ikki vil hava ov nógvar framførslur í summ­ar, skulu sjálvandi ikki gloyma, at Eivør fer á pall á heimavølli seinni í summar. Eivør skal framføra á G! festivalinum, og er hetta eftirhondini ein sjáldsamur møguleiki hjá før­oy­ingum at upplivað Eiv­ ør Pállsdóttir. Nýggj fløga á veg Um dagarnar tekst Eivør við at skriva tónleik. Hon hevur ætlanir um at gera eina nýggja fløgu, og fleiri av løgunum eru longu skriv­ að. “Tað gongur væl við tí. Eg havi fingið ein kendan íra at framleiða (produsera) tónleikin, og tað eri eg glað fyri”. Talan er um við­ur­ kenda Donald Lunny, sum m. a. annað hevur framleitt tónleik saman við U2 og Sinead O´Connor. “Hann er sera dugnaligur, og eg gleði meg til at samstarvast við honum”. “Tónleikurin sum eg í løt­uni skrivi byggir uppá okkara føroyska siðaarv. Don­nald Lunny er merktur av sínum tjóðskapi, so tað verður ein spennandi sam­ an­­renning millum føroyskt og írskt”, sigur Eivør. Tað er Kvinna sum skipar fyri konsertini við Eivør í Tivolisalinum, og Eivør sig­ ur, at samstarvið teirra mill­ um hevur verið gott fyri hana. “Tey hava hjálpt mær væl við míni heimasíðu. Tað var eisini Kvinna, sum skipaði fyri “Trýggjar Havfrýr” konsertunum, so hetta samstarv er als ikki nýtt”, sigur Eivør. “Hetta er eitt samstarv, sum báðir partar eru glaðir fyri”, sigur Eivør at enda. masalur!« Konsertsalurin í Tivoli verður karmur um størsta tónleikatiltakið nakrantíð, har ein føroyingur er høvuðspersónur, tá Eivør Pálsdóttir trínir á pallin tann 9. september Myndir: Bárður Eklund