mikudagur 28. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 122 - 28. juni 2006
Føroyingar í Grønlandi
Hugaligur lesnaður á Vinnusíðunum í blaðnum
í gjár, har tað verður greitt frá, hvussu væl føroy
ingar og føroyskar fyritøkur klára seg í útlandi
num. Í hesum førinum í Grønlandi.
Hetta fær uttan iva mong at minnast aftur á “gaml
ar” dagar, tá føroyingar í stórum tali róðu út í
Grønlandi og eisini tá føroyingar vóru við til at
byggja út undirstøðukervið í landinum.
At føroyskar fyritøkur nú aftur eru sjónligar í
Grønlandi er gott. At vit kunnu vera við til at
menna grønlendskt vinnulív og annars útvega
okkum sjálvum arbeiði er nakað, sum vónandi
kann fara at gagna øllum pørtum.
Talan er í hesum førinum um at skapa grundarlag
fyri námsgrevstri í einum fyri føroyingar kendum
stað, Fiskifjørðinum í Vesturgrønlandi. Fleiri før
oyskar fyritøkur eru við í hesi verkætlan alt frá
tekniborðinum til at byggja vegir, hús og kei.
Alt hetta kemur so heldur ikki av ongum. Tað var
byggingin av Føroya Tele bygninginum í Hoyvík,
sum skapti grundarlag fyri einum mennandi og
professionellum samstarvi millum nakrar fyritøk
ur. Høvuðsfyritøkan er MT Højgaard, sum hevði
hesa byggingina um hendi og sum síðani brúkti
nógvar føroyskar fyritøkur sum undirveitarar.
Við at brúka nýggja framferðar- og byggháttin
“partnering” varð bygt upp ein nýggj ekspertisa
og eitt professionelt álit og samstarv, sum síðani
bleiv grundarlagið undir tí virksemi, sum nú fer
fram í Grønlandi.
Har hevur MT Højgaard undir føryskari leiðslu
varðveitt góða samstarvið við undirveitararnar
frá Hoyvíksbyggingini, og í dag kunnu hesar
fyritøkur so vísa fram enn eitt gott úrslit - eftir
bert einum ári er eydnast at fullfíggja eina heldur
óvanliga verkætlan: frá ongum at byggja út ein
nám, gera vegir, arbeiðsskúrar, havn osfr. Og
úrslitið er stórur útflutningur av mineralinum
olivin, sum verður brúkt í stálframleiðslu. Eitt
dømi, at føroyskar fyritøkur megna annað enn at
fara í fisk, og at tær eisini eru kappingarførar í
útlandinum. Spennandi verður at síggja, hvussu
umrødd a samstarv fer at seta enn fleiri ringar í
vatnið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Hvørt einstakt barn við menningartarni skal hava viðgerð,
stuðul, hjálp og tryggleika 24 tímar um samdøgrið. Barnið
tolir ikki skiftistíð!!
Finn í Puntabyrgi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Aftursvar til Hildur
Eyðunsdóttir
Hildur Eyðunsdóttir hevur
fingið eyguni upp fyri, at
hon situr í skeivari samgongu
við skeivari leiðslu. Hetta
ásannar hon óbeinleiðis
í grein í Sosialinum og
Dimmalætting 26 juni, har
stórmálið um umskipan av
Vaglinum als ikki hevði
verið umrøtt í samgonguni.
Hetta sigur okkum eitt sind
ur um vánaliga arbeiðsstev
ið í samgonguni, har týdn
ingarmikil mál als ikki verða
viðgjørd, áðrenn tey koma
á býráðsborð, men hinvegin
trýst ígjøgnum. Verða kvinn
urnar í samgonguni ikki eft
irspurdar og tiknar við uppá
ráð, áðrenn málini koma
fyri í býráðið? Eg haldi, at
tað er sera undrunarvert, at
formaðurin í mentanarnevnd
Tórshavnar Býráðs als ikki
hevur verið við í viðgerðini
av umskipanini av miðbý
num, men vaknar við kald
an dreym á býraðsfundi
og tørvar - og fær hjálp frá
hinum kvinnunum umframt
tveimum fólkafloksmonnum
í andstøðuni, so málið um
umskipan av Vaglinum við
stórum skrivustovubygningi,
sum vildi oyðilagt hjartað í
Havnini, bleiv felt.
Annars vil eg rósa Hildur
Eyðunsdóttir fyri frálíkar
intentiónir við miðbýnum,
sum eg fult og heilt taki
undir við. Góða Hildur um
tú eina aðru ferð hevur tørv
á at fáa hjálp frá okkum
í Fólkaflokkinum, eru vit
altíð til reiðar at stuðla skil
agóðum uppskotum viðvíkj
andi skipan av miðbýnum,
har mentanin, tónleikurin
og fólkið verður sett í há
sæti. Skuldi tað hent seg, at
tú hevur hug at saðla um,
so eru vit í Fólkaflokkinum
altíð til reiðar at finna loysn
ir um skipan av nýggjari
samgongu.
Samgongan í Tórshavnar býráð
gongur í tvíningum
Býráðslimur fyri
Fólkaflokkin
Annika
Olsen
Árið er 2006 - aftur
hoyra vit Javna rópa
varskó, tí foreldur
umhugsa at flyta av
landinum vegna tess,
at barn teirra við
breki ikki fær hjálp
Tað var tann tíð, tá vit foreldur
til børn við menningartarni
og øðrum brekum fegnaðust
yvir, at í Føroyum var gott
at búgva. Her var lógarásett,
at okkara barn skuldi fáa ta
hjálp, tí tørvaði. Nú verður
tað tann fíggjarliga støðan
í landinum, ið skal avgera
hjálpina og ikki tørvurin
hjá tí einstaka heiminum.
Fíggjarstøðan kann verða
góð, men hvat, tá hon er
verri????
Tá ið vit gomlu foreldur
lesa og hoyra fjølmiðlarnar
í hesum døgum, so sker
tað ein í hjartað at hoyra
neyðarrópini frá foreldrum.
Vit lesa og hoyra at for
eldur eru ótrygg, tað er
tann ringasta støða nakar
kann koma í, og somuleiðis
at heilsustøðan er í vanda
bæði hjá børnum og for
eldrum.
Politikarir
Vit koma onga leið, um
ymsu politikarnir nú fara at
kasta eftir hvør øðrum í fjøl
miðlunum. Tit eiga at taka
foreldrini við upp á ráð, ja
at seta tykkum niður at tosa
við tey og heilsa upp á tað
einstaka barnið.
Vit eru farin aftur í tíðina
at avgreiða børn sum ein
hópur. Heldur ikki eru tað
so nógv børn, talan er um,
at tit ikki eiga tíðina til tað.
Tað kann gleppa í einstøk
um førum, varð sagt í Svf.
Hetta kann ikki góðtakast.
Hvørt einstakt barn skal
hava viðgerð, stuðul, hjálp
og tryggleika 24 tímar um
samdøgrið. Barnið tolir
ikki skiftistíð!!
Mín áheitan og ynski er,
at allir partar seta seg niður
og tosa um framtíðina hjá tí
einstaka barninum og heim
inum.
Góði foreldur, missi ikki
mótið!
Eru børn við brekið send aftur í tíðina?
Finn í
Puntabyrgi
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sosialurin