Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 11 Sæð uttanífrá hevur stórur partur av orðaskiftinum- í øllum førum í summum fjøl­miðlum – í Føroyum sein­astu vikurnar snú seg um tvey mál, sum bera brá av øsing ella beinleiðis for­ fylging. Annað er á­gang­ ur­in á Bjarna Djurholm, lands­stýri­sm­ann, fyri hans­ ara viðurskifti við Fram­taks­ grunn­i­num. Hitt er øsingin um, at eitt reiðaravirkið hev­ ur selt eitt skip við góðum vinningi. Í báðum førum er viðgerðin, bæði í summum fjølmiðlum og frá nøkrum politikarum sera grunn og tekur útgangsstøði í for­dóm­ u­m og misfatanum. Tað fyrra málið skal eg ikki við­­gera her, men tað seinra, um søluna av Krúnborg, haldi eg kundi trongt til nakrar viðmerkingar, sum eitt ískoyti til tað einsíðuga orðaskifti, sum fyri tað mesta hevur verið. Tilfeingið ogn Føroya fólks Orðalagið í lógini um “ogn Føroya fólks” verð­ ur av flestu luttakarunum í orðaskifti lagt út á ein slík­­an hátt, at úrtøkan av øll­um, sum verður fiskað á Føroya grunninum og av før­ oyskum kvotum skal enda í landskassanum, tí hann er ímyndin av “ogn Føroya fólks”. Hesir persónar geva sær als ikki far um, at landskassin bert er ein tekn­ isk­ur miðil í búskaparligu stýr­ing­ini av føroysku sam­ fel­ags­við­ur­skif­t­u­num. Før­ oya land og Føroya fólk um­fatar allar føroyingar við øll­um teirra arbeiðsvirksemi, ogn­um, forbrúki og annars øllum fjølbroytni, sum land og fólk skapir í tilveruni. Seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum gjørdist tað greitt fyri táverandi lands­stýrum, at føroyski fisk­i­vinn­u­pol­i­tkk­ur­in mátti broytast radikalt. Studn­ings­ skip­anirnar, sum høvdu ver­ ið galdandi í eini 14-15 ár mátti avtakast og ein meiri sjálvberandi vinnubúskapur fáa ein møguleika. Hetta tíð­ar­skeiðið gjørdist tungt og trupult av teirri kreppu, sum eisini rakti okkum, men ábyrgdarpolitik­ar­ar settu sær tá fyri, at broyta fortreytirnar fyri fisk­i­vinn­ una. Lagt varð upp til einna nýggja lóggávu, sum fekk heitið “Lóg um vinnuligan fiskiskap”. Undir hesi við­ gerð sat millum annað ein ar­beiðsbólkur, sum kom til ta niðurstøðu, at um Lands­ stýrið og Løgting skuldu hava heimild til ymiskar ásetingar um fiskiloyvi, fisk­i­rættindi og líknandi býti av fiskitilfeinginum mátti hetta gerast við eini lógarheimild. Menn samd­ ust tá um, at heitið “ogn Føroya fólks” kundi setast inn í lógina, og at Løgting og Landsstýrið sum umboð fyri Føroya fólk harvið kundu lóggeva um tær ym­isku ásetingarnar. Fiskivinnan - ber­andi vinna Føroya fólks Í 1870unum byrjaðu før­oy­ ing­ar fiskiskap, sum fekk størri og størri samfelags bú­skap­ar­lig­an týdning. Hes­ in fiskiskapur hevur staðið við til hendan dag undir skift­andi og nógv broyttum um­støðum. Men tað, sum hev­ur verið berandi undir øll­um viðurskiftum, er, at tað hava verið persónar, sum hava viljað sett ar­beiðs­orku og kapital í teir fiskimøguleikar, sum hava verið. Hetta saman við ide­skapan og framskygni, hev­ur givið landinum og fólk­i­num livimøguleikar og skapt eitt fjølbroytt virksemi í samfelagnum bæði innan fiskiskap, vinnu avleiddari av fiskiskapi og nógvum øðr­um vinnum. Samstundis hevur vinnuliga fjølbroytni gjørt tað møguligt at hava ein landskassa, sum røk­ir almennar skyldur í land­i­ num. Ein landskassi, sum til alla lukku, nærkast at vera sjálv­berandi og óheftur av útlendskum ískoyti. Fólk eru ymisk. Summi ganga á odda onnur eru meira vanlig, men útinna dagsins arbeiði, sum teim nú eina ferð tillutast. Men brúk er fyri øllum, og øll skulu hava ágóðan burtur úr tí arbeiði tey gera. Soleiðis eisini innan fiskivinnuna, og vinnulívið í heila tikið. Manningin skal hava sín part, og íløgutólið, skipið, skal hava sín part. Í nýggj­ ari tíð hevur ikki verið møg­u­ligt hjá føroyskum ski­p­um at fiska uttan so, at skipið hevur havt fisk­i­ loyvi og fingið ávís fisk­i­ rættindi. Hetta fáa tey, tí tey eru heimahoyrandi í Før­oy­um og eru luttakarar í “ogn Føroya fólks”. Við hesum rættindum vinna hesir menn útkomina til seg og síni og gera sítt til, at samfelagsbúskapurin øk­ist við øllum tí avkasti, sum skipið framleiðir. Hetta avkast verður býtt til manning, eigarafelag, tæn­ ast­u­fyritøkur, sum veita skip­i­num olju, proviant, reið­skap, viðlíkahald, fígg­ ing o.s.fr, Harafturat fær almenni lands- og komm­ un­u­kassin burturav, tí bæði manning, skip og tæn­ast­u­ fyr­i­tøku­r rinda skatt. Lógarreglurnar Galdandi reglur um vinn­u­ ligan fiskskap siga millum ann­að 1. At føroyingar skulu eiga í minsta lagi 2/3 av skip­i­ num 2. At fiskirættindini eru gald­ andi í 10 ár Mær vitandi eru øll tey skip, sum hava fingið rættindi frá Fiskimálaráðnum heima­ hoyr­andi í Føroyum og átt av føroyingum í Føroyum við minst 2/3. At fiskirættindini eru gald­andi í 10 ár, er helst í stytra lagi, tí íløgurnar í skip eru vorðnar ovurhonds stórar, so her skal ansast eftir frá myndugleikanna síðu, at íløguhugurin ikki minkar, tí rættindini vera ov stutt. Sølan av Krúnborg Bæði innan fiskivinnuna og vinnu annars er tað ym­iskt, sum tað hepnast. Hjá summum gongur væl, hjá øðrum minni væl. Dugn­ a­skapur kann vera ymiskur, eydnan kann eisini vera ym­isk. Men ein drívmegin er altíð at fáa fíggjarligan vinn­ing. Hjá felagnum, sum átti Krúnborg hevur gingist væl. Skipið kostaði nógv at byggja, men eigarnir hava dugað at rikið tað og gjørt nýtslu bæði av skipinum og fiskirættindunum. Van­ligt er í vinnuligum sam­an­hangi, at tað sum gong­ur væl, eisini hevur áhuga hjá øðrum. Tað er bæði tá tað snýr seg um skip, ídnaðarfyritøkur, i-t fyristøkur, telefyritøkur ella kanska fótbóltsspælarar. Tí kunnu vera fleiri latentir keyparar. Og kemur ein keypari við einum góðum tilboði, so er ikki ónátúrligt, at eigarin vil selja. Soleiðis var eisini í hesum førinum. Mær kunnugt er hetta farið fram: 1. Eitt føroyskt felag (før­ oy­ing­ar eiga 2/3 av tí) hev­ ur bjóðað 356 mió. fyri Krúnborg. 2. Tað føroyska felagið, sum átti Krúnborg, hevur tikið av og selt skipið fyri 356 mió. kr. 3. Eftir tí fjølmiðlarnir upp­ lýsa ljóðar skipsskeyti uppá 356 mió. kr. Tað vil siga, at skipavirði er hendan upp­ hædd. Tað er ikki gjørt nak­ að býti millum skipavirði og rættindavirði. 4. Lániskuldin er upplýst at vera ca. 60 mió kr. Li­kvi­d­i­ tets­vinningurin er sostatt ca. 296 mió. kr. 5. Tað er ikki upplýst, hvat bókførda virði av Krúnborg er. Men um ikki annað skip er í felagnum, er munurin mill­um tær 356 mió. og bók­ førda virði skattskyldugt. Hetta verður skattað við 18%. Um til dømis bókførda virði er 100 mió. verður skatt­ urin ca. 46 mió. kr. 6. Um tær ca. 210 mió., sum so eru eftir verða útlutaðar til partaeigarnar skulu tær skatt­ast við 35% ella við ca. 73 mió. kr. Um vinningurin verður ver­ andi í felagnum og nýttur til aðrar íløgur kann skatturin út­setast. Men so ger hann eis­ ini framhaldandi vinnuliga nyttu í samfelagnum Samanumtikið kann sig­ ast, at eftir teim upp­lýs­ing­ um, ið eru tøkir, er hetta ikki annað enn ein sólskinssøga, sum vísir, at eisini innan føroyskt vinnulív kunnu stór­ir handlar fara fram. So er bert eftir at vóna, at tað má gangast nýggju eigarunum líka væl, sum teim gomlu. Tilfeingisgjald Eitt orð, sum hevur fing­ið stórt pláss í føroyska orð­a­ skift­inum er “tilfeingisgjald”. Eg havi ikki sæð nakra ver­u­ liga definitión av hesum fyr­ i­brigd­inum. Møguliga kundi tað verið umsett við orðinum “øvundsjúkugjald”. Men eg rokni ikki við, at tað skal ger­ast almennur føroyskur politikkur. Kortini havi eg hoyrt eina frágreiðing frá einum bú­skaparfrøðingi av hes­ um gjaldinum. Hann segði nakað líknandi sum: “Tilfeingisgjaldið skal verða alt tað, sum við­kom­ andi felag innan fiskiskap vinnur útyvir tað, sum er van­ligur ella normalur vinn­ ing­ur.” Um hetta verður loysnin, so skal fyrst avgerast, hvat ið er vanligur ella normalur vinningur – og hvør skal avgera tað – og síðani skal restin konfiskerast. Eg vil gjarna síggja tann vinn­u­ lívsmann, sum ger íløgur í eina vinnu, har allur vinn­ ing­ur útyvir “tann vanliga” verður skattaður við 100%. Vinnulív – áhugi, vinningur ella øvundsjúka JÓGVAN SUNDSTEIN viðmerkingar Faroese Telecom Int­ er­nat­ional, sum er altjóða divisiónin hjá Føroya Tele sam­tak­i­ num, hevur skrivað und­i­r sáttmála við norsku fyritøkuna Con­ax um samstarv um at veita loysnir til sjónvarpsveitarar kring allan heimin SAMSKIFTI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Conax, sum er dótturfelag hjá Telenor, er ein av fremstu veitarum í heim­i­ num av sonevndum Con­ d­i­ti­onal Access-skip­an­um, tað vil siga kryp­ter­ing­s­ skip­anum til digitalar sjón­ varps­­veitarar. Conax hev­ ur kundar í fleiri enn 60 londum og søludeildir um at kalla allan heim. Faroese Telecom Int­er­ nat­i­o­nal bjóðar ta kunda- og fyrisitingarskipanina, sum upprunaliga varð gjørd til at reka Televarpið, og sum síðani er ment, so hon nú er munandi størri. Skip­anin kann sameinast við flestu fíggjarskipanir og kann verða tillagað til øll tungumál. Hetta kemst av, at stórur altjóða áhugi hevur verið fyri tí hátt­i­ num, sum Føroya Tele samtakið valdi at skipa Televarpið uppá - ein háttur, sum hevur gjørt føroysku digitalu sjón­varps­ fyri­tøk­una til ikki bert eina ta fyrstu, men eisini eina tað best eydnaðu av sínum slagi yvirhøvur. Conax hevur valt at brúka FT International sum sín fremsta samstarvsfelaga á hes­um øki. FT International skrivað undir altjóða sátmála Tróndur Djurhuus, stjóri í FT International og Ernst D. Thue, stjóri í Conax, eftir at teir í gjár skrivaðu undir avtaluna í Oslo