mikudagur 28. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 121 - 27. juni 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Halla
Nolsøe
Poul
sen, Froðba, hevur tann 20
februar 2006 lokið prógv
sum stjórnmálafrøðingur
við lærda háskúlan í Keyp
mannahavn.
Halla hevur í síni lestr
artíð starvast í danska
Umhvørvismálaráðnum,
og hevur arbeitt á donsku
sendistovuni í Washington.
Hon starvast nú í uttan
ríkisdeildini á Løgmans
skrivstovuni.
Halla Nolsøe Poulsen:
Prógv sum
stjórnmálafrøðingur
Í dag, 28. juni 2006, fyllir Sune Joensen
í Havn 75 ár.
Sune er sandvíkingur, men hann
hevur búð í Havn meginmaptin av lívi
sínum.
Sum teir flestu ungu dreingir, tá hann
var ungur, fór Suni til skips. Hann
búði eisini eitt stutt skifti í Skúvoy,
áðrenn hann kom til Havnar. Hann er
kanska mest kendur frá sínum starvi
á Brunatrygging, har hann lærdi og
arbeiddi í yvir 40 ár, tey seinastu árini
sum stjóri.
Sune er málkønur og skrivandi maður.
Hann hevur skriva fleiri stuttsøgur um
ymisk heimlig viðurskifti í Føroyum,
sum t.d. um hvussu lívið var á bygd og
um sjólívið. Fleiri av hesum stuttsøgum
eru lisnar upp í útvarpinum og hava
staðið í føroyskum tíðarritum. Hann
hevur t.d. umsett bókina „Fangi Norð
búgvanna“ eftir Einar Schroll og gjørt
eina føroyska útgávu av eini stenografi-
lærubók. Hann hevur eisini undirvíst í
stenografi.
Sune hevur verið virkin í KFUM,
har hann var skótaleiðari í mong ár. Í
dag er hann við í Varðmonnum (eldri
skótar). Hann er eisini formaður í pensi
onistafelagnum í Havn, har hann er sera
virkin og er við í nógvum ymiskum
tiltøkum.
Foreldrini hjá Suna vóru Sigrid og
Niclas Joensen í Sandvík. Sune er gift
ur Paulu, f. Joensen úr Haldarsvík,
dóttir Astrid og Hans Paula Joensen,
vanliga nevndur Hans Pauli á Bø.
Paula og Sune eiga fýra børn: Niclas,
sum býr á Argjum, Astrid og Hans
Pauli, sum búgva í Havn, og Sigrid,
sum býr í Skálavík. Barnabørnini eru
fimm í tali.
Føðingardagurin verður hildin í
Losjuni fyri innbodum.
Sune Joensen 75 ár
Konfirmantarnir 14. apríl 1918: Myndin er av konfirmantunum 14. apríl 1918. Á myndini eru 15 konfirmantar, men
17 blivu fermdir, t.v.s. at tveir eru ikki við á myndini. Av teimum 10, sum standa í aftastu røð, kenna vit bert 6, teir eru:
nr 1) Aleksander Samuelsen (Havn) nr. 3) Vilhelm Jacobsen (Havn), nr. 7) Frida Helene Marie Joensen (Nólsoy), nr.
8) Hilmar Mikkelsen (Havn), nr. 9) Johannes Nolsø (Nólsoy) og nr. 10) Johannes Hansen »Nis«. Av teimum 5 sum sita
fremst, kenna vit bert nr. 1 f.v., tað er Joen Mittún (Havn). Teir konfirmantarnir vit ikki hava fingið navngivið, eru: Hans
Pauli Danielsen, Carl Vilhelm Hansen, Lise Margrethe Jakobsen, Anna Louise Vigelund, Andrea Martine Sofie Helene
Andreasen, Birthe Helene Weihe, Anna Elisabeth Mortensen, Christine Marie Olsen og Marie Christiansen, hesir vóru
allir úr Havn. Síðani var tað Daniel Pauli Mortensen av Argjum. Teir lesararnir ið kunnu hjálpa við at fáa nøvnini sum
mangla uppá pláss, verða vinarliga bidnir um at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantarnir 14. apríl 1918
Tíðindaskriv
Mánadagin 14. juni fingu
Bára Joensen, Klaksvík, og
Erik Johannessen, Strendur,
prógv frá kavaraskúlanum
Faroe Dive. Tey hava í eitt
tíðarskeið ognað sær vitan
um kaving. Millum annað
hava tey verið undirvíst í
kavarateori, kaving í svimji
høll og ikki minst kaving í
sjónum. Bára og Erik hava
bæði verið sera vælnøgd við
kavingina og hava ætlanir um
at gera nógv við at kava.
Faroe Dive, Klaksvík:
Bára og Erik fingið
kavaraprógv
Bára Joensen, Erik Johannessen og Janus Joensen frá
kavaraskúlanum Faroe Dive