mikudagur 28. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
13
Diana Hansen, Klaks
vík, andaðist týsdagin,
80 ára gomul. Kistan
fer úr Kapellinum á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
fríggjakvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Betesta
leygardagin
kl. 13.30. Tey, ið vilja
minnast Dianu, kunnu
lata eina peningagávu
til Zarepta; konta í
peningastovninum.
Jarðarferðin
hjá
Osmundi Bærentsen
verður úr Salem hós
dagin klokkan 12.30.
Tey, ið vilja minnast
Osmund, kunnu lata eina
gávu til Zarepta; konta í
peningastovninum.
Kistan við Martin
Hansen, ættaður úr
Sandvík,
búsitandi
í
Tórshavn,
fer
úr
kapellinum
á
Landssjúkrahúsinum
mikukvøldið
kl.
18 í Vestukirkjuna.
Jarðarfeðrin
verður
úr
Vesturkirkjuni
hósdagin klokkan 13.
Sálmabókin verður nýtt.
Tey, ið vilja minnast
Martin, kunnu lata eina
gávu til Javna; konta í
peningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
29. juni. Pætursøka. Tíðliga í fornkirkjuni varð 29. juni
hildin til minnis um, at bæði Pætur og Paulus vórðu tiknir
av døgum henda dag, Pætur krossfestur við høvdinum
niðureftir, helst í árinum 64, og Paulus hálshøgdur, helst í
árinum 67. Dagurin var upprunaliga bæði ein pætursøka
og ein pálsmessa.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Hanus Hansen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað og hjálptu til á ymiskan hátt.
Familjunnar vegna
Ella, John, Vilhelm, Katrina og Mathilda
Í dag, mikudagin 28. juni, verður
Leivur Fonn í Klaksvík 60 ár. Leivur
er klaksvíkingur við stórum K. Hann
hevur so at siga alla sína tíð búð í
føðistaðnum, og hann og konan hava
seinastu fjúrtan árini rikið ferða
skrivstovuna Fonn Flog.
Leivur er uppvaksin á Gerðareiði.
Mamman er Steinvør, fødd Heinesen,
og ættað úr Kunoy, og pápin er Jákup
Joensen, ættaður úr Gerðum og í
Klaksvík kendur sum Jákup á Ternuni.
Steinvør og Jákup, sum framvegis búgva
í hugnaliga heiminum omanfyri skúlan á
Ziskatrøð, eiga trý børn: Leivur (1946),
Ingun (1953) og Anna Maria (1963).
Leivur lærdi á stóru beding, har Otto
Joensen var smiðjumeistari. Seinni
leyk hann maskinistprógv, og hann
sigldi okkurt skifti um Leirvíksfjørð,
har pápi hansara var skipari á Polaris,
Barsskor, Britons Pride og Gardar. Eitt
nú var Leivur við tann dagin í 1967,
tá ið ein fylling tók tveir hýruvognar
á sjógv í Leirvík. Tíbetur spældi alt
væl av. Annar bilførarin var sloppin úr
bilinum, áðrenn hann fór á sjógv, og hin
tóku teir á Britons Pride upp.
Arbeiðslívið hjá Leivi hevur verið
í tveimum. Í fyrra partinum arbeiddi
hann hjá svágrinum, Jógvani við
Keldu, sum átti pf. Theodor við Keldu.
Í seksti árunum seldu teir matvørur
og so mangt annað. So við og við
savnaðu teir seg um færri vørur. Eitt
nú frystidiskar, kassaapparat og elriknu
IBM skrivimaskinurnar, sum vórðu
mettar at vera stórur framburður. Hetta
var eini fimtan ár, áðrenn teldurnar
gjørdust kendar. Seinni fóru teir eisini
at selja bilar og gravimaskinur.
Í seksti og fyrst í sjeyti árunum vóru
ferðavánirnar ikki sum nú. Tað bar ikki
til at fara til hús hvønn dag, og kring
landið kennir Leivur nógv fólk, sum
hann í arbeiðnum er komin í sambandi
við.
Leivur stóð á odda fyri virkseminum,
tá ið Jógvan varð borgarstjóri í
Klaksvík. Tá ið hetta virksemið helt
uppat, fór Leivur undir seinna partin
av sínum arbeiðslívi. Tá fór hann at
reka sína egnu fyritøku.
Í august 1992 fóru Ásla og Leivur
undir Fonn Flog ferðaskrivstovuna, og
hetta hava tey síðani við stórum ídni og
nærlagni fingist við. Aðalmálið hevur
verið og er, at kundin skal kenna seg at
sita í hásæti. Kappingin er hørð innan hesa
vinnuna, ikki minst eftir at internetið er
komið, og kundin sjálvur kann avgreiða
nógvar bíleggingar. Tað er ikki tað ting,
sum Fonn Flog ikki kann avgreiða, og tað
er komið væl við hjá mongum, at tað so
at siga altíð ber til at fáa fatur á teimum
á Fonn Flog.
Fonn Flog sá dagsins ljós á Gørðum í
kjallaranum hjá Jógvani við Keldu, har
pf. Theodor við Keldu hevði hildið til.
Seinni fluttu tey oman á Varpið. Seinastu
árini hava tey hildið til á Biskupsstøð,
har Klaksvíkar Radiohandil í mong ár
var. Har er rúmsátt, og tað krevst nógv
pláss, tí tey eru fjúrtan fólk í starvi. Trý
teirra arbeiða í deildini í Saltangará,
sum tey fóru undir í februar 2005, tá
ið tey keyptu Novena Tours.
Leivur giftist 16. desember í 1967
Áslu við Keldu, dóttir Giggu og Theodor
við Keldu. Tey fyrstu árini búðu tey í
kjallaranum hjá Steinvør og Jákupi. Hóast
íbúðin var trong, so var hjartarúmið stórt,
og tey eru mong, sum minnast aftur á
hugnaligar løtur har. Fyrst í sjeyti árunum
bygdu Ásla og Leivur í Gerðum, og í
hugnaliga heiminum hevur hurðin altíð
verið víðopin.
Ásla og Leivur eiga tvey børn:
Steinvør (1970) og Theodor (1972).
Tey búgva bæði í Klaksvík. Theodor
er giftur Unnur Sjúrðardóttir fødd
Norðbúð og ættað úr Havnini. Tey
eiga Rebekku, sum eigur stórt pláss
hjá ommuni og abbanum.
Leivur hevur havt fjøltáttað frítíðarítriv.
Honum dámdi væl at svimja og froskast
og at flóta og serliga at skjóta fugl. Ásla
og hann hava altíð gingið nógv, og Leivi
hevur dámað væl at spæla fótbólt og
fylgja við í fótbólti.
Í samkomuni í Betesda hava tey bæði
verið trúgv. Ásla hevur sungið alt og
Leivur tenor í kórinum í fleiri enn 45
ár, og so eru tey eisini partur av Seytjan
sangarum.
Føðingardagin eru tey saman við
børnunum og teirra, og systkjunum
hjá Áslu og Leivi og teirra í Bulgaria,
har øll millum klokkan 14 og 17 í
dag vóru væl komin at heilsa upp á
føðingardagsbarnið á Hotel Riu Helena
Park á Sunny Beach.
Vit eru mong, sum runda føðingar
dagin gleðast saman við Leivi og minn
ast aftur á góðar løtur saman við Áslu
og Leivi, ið altíð hava verið framúr
fyrikomandi og gestablíð.
Hjartaliga tillukku!
Jóannes
Leivur Fonn 60 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
elskaða kona, mamma, omma og langomma
Diana Hansen
Klaksvík
fór heim til Harran týsdagin 27. juni, 80 ára gomul.
Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
fríggjakvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Esmar, Anna, Malena, Óla Jákup og Jógvan Kári
Tey, ið vilja minnast Dianu kunnu lata eina peningagávu til Zarepta.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri
Martin Hansen
ættaður úr Sandvík, búsitandi í Tórshavn
andaðist sunnudagin 25. juni, 69 ára gamal.
Kistan fer frá Landssjúkrahúskapellinum
mikukvøldið kl. 18.00 í Vesturkirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni.
hósdagin kl. 13.00
Sálmabókin verður nýtt.
Fyri tey avvarðandi
Olga, Karla og Jona
Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu geva eina
peningagávu til Javna.
Lesið Sosialin - so eru tit við