mikudagur 28. juni 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
15
Komandi borgarstjórin Hans Jákup Lamhauge segði nøkur væl
vald orð um 100 ára føðingardagsbarnið
100 ár á muni. Til staðar var eisini eitt oldurabbabarn hjá
Jacobi, hesin eitur Regin Fríði. Her saman við ommu síni
Glyvra Streingjakór sang til borðhaldið
Úr USA vóru serlig M&M-góðgæti í alskyns litum bílagt til høvið. Hesi vóru á borðinum. Har
var skrivað á hvørt bommið “Jacob is 100”
Prestur Meinhard Bjartalíð, Hans Jákup Lamhauge, Jónsvein Knudsen og Eyðálvur Knudsen
Ein av mongu
langabbabørnunum saman
við Jacobi
her numu fleiri føroyskir
dreingir sær skiparaút
búgving. Og so gjørdi
Jacob og seinni fór hann
eisini á motorpassaraskúla
og sigldi hann fleiri ár við
“Cementu”.
Og
sum
landsstýrismaðurin nevndi
so hevur hetta uttan iva
verið ein spennandi tíð, tá
ið skipini fingu motor, og
seglini einans tændu sum
hjálp afturat motorinum.
Ja-ligur
Somuleiðis var Runavíkar
Býráð umboðað av kom
andi borgarstjóranum Hans
Jákup Lamhauge, ið helt
eina talu um elsta borgaran
í kommununi. Har hann
m.a. orðaði seg soleiðis
lívið hjá Jacob:
“Tann, ið fær loyvi at
liva so leingi sum tygum
Jacob koma at uppliva
ymiskar tíðir. Tað hava
verið uppgangs- og niður
gangstíðir. Tygum hava
uppliva tvey heimskríggj,
og tygum uppliva so nógv
ar og stórar samfelags
broytingar, sum man næst
an bert kann droyma um...
Meðan nógv eldri fólk ofta
eru ivasom fyri tí nýggja
sum kemur fram, so hava
tygum altíð verið meira ja-
ligur, sum tey nú á døgum
siga.”
Væl hýrdur 100
árs fødselarur
Hóast tey hundrað árini, so
sat Jacob væl hýrdur við til
alt borðhaldið, ið varaði úti
við tríggjar tímar, og fylgdi
væl við í tí teir ymisku
gestirnir høvdu at bera
fram á fagnaðardegnum.
So hvørt røðurnar vóru
lidnar takkaði hann fyri.
Eftir eina sera væl eydnaða
hugnaløtu og eftir at
gestirnir høvdu persónliga
heilsað uppá høvuðsper
sónin hendan dagin, var
hendan løtan komin at
enda.
tíðindi