Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnusíður Nr. 122 - 28. juni 2006 tíðindi – Jú, hetta verður spennandi, og eg gleði meg at fara undir vinnuligt virk­ semi aftur, sigur Ólavur Petersen, sum saman við konu síni, Kathrinu hevur keypt trolbátin, Gáshøvda av Viðareiði Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Trolbáturin, Gáshøvdi, sum P/F Kneysur á Viðareiði læt byggja í Íslandi í 2003, skiftir nú eigara og heimstað. Útgerðarmaður á Viðareiði hevur verið Kári Kallsberg, sum saman við bróðuri sínum, Hans Jákupi og systkinabarninum, Gunn­ ari Kallsberg, hava átt felagið, sum stóð aftanfyri trolbátin. Gáshøvdi verður nú heimahoyrandi í Sørvági, og nýggi eigarin er felagið, P/F Húsadalur, sum fyrrverandi reiðarin hjá P/F Vesturvón, Ólavur Petersen og kona hansara, Kathrina Petersen, eiga. Tá ið P/F Vesturvón varð selt, helt ein langur og áhugaverdur kapittul í lívinum hjá Ólavi uppat. Men tað var bara fyribils. Ólavur hevði tá verið stjóri og reiðari í P/F Vesturvón heilt síðan 1988, og hann duldi ikki fyri, at tað ikki var við hansara vilja, at stóra og skapandi virksemið hjá felagnum í Sørvági varð selt av oynni. Tá ið virksemið hjá P/F Vesturvón í Sørvági helt uppat, stovnaðu Ólavur og Kathrina felagið, P/F Húsa­ dalur. Tað verða Ólavur sjálvur og sonurin, Arnjohn Hvít­ klett, sum fara at taka sær av rakstrinum av Gáshøvda. Í gongd aftur – Eg havi alla tíðina ætlað mær í gongd aftur, síðan virksemið hjá P/F Vesturvón í Sørvági helt uppat. Havi ligið fram við og hugt eftir skipum, eisini eftir par­trolarum. Nú beyðst so møguleikin at keypa Gáshøvda – og vit tóku av, sigur Ólavur. Hann vísir á, at P/F Húsa­ dalur hevur keypt felagið, P/F Kneys, men talan verður bert um trolbátin, sum kemur við í keypinum. Sáttmálin millum part­ ar­nar varð undirskrivaður mánadagin, og tá ið Ólavur og konan, sum í løtuni eru uttanlands, koma aftur, verð­ ur skipið yvirtikið. SAMBAND Jan Müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 Fyrrverandi reið Fiskidaganevndin heldur, at støðan hjá toskinum á Føroyabanka er hættislig. - Eftirlitið eigur at verða styrkt, bæði við veiðini hjá føroyskum og útlendskum skipum – og serliga hjá trolarum, sum royna á Bankanum, sigur nevndin í sínum tilmæli Tilmæli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri kom Fiskirann­ sókn­arstovan við sínum til­mæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Til­ mælið hjá stovninum var í høvuðsheitum í fimm punktum, 1) Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrar­bát­ um við línu og snellu og lemmatrolarum við mask­ inorku undir 500 hk (bólkur 3, 4 og 5) verður mink­að við 25%, 2) Eingin serlig toska-og hýsukvota verður latin skipabólkum uttanfyri fiskidagaskipanina, 3) Fiskidagatalið hjá par­trol­ arum (bólkur 2) verður óbroytt, 4) Dagatalið á Føroyabanka verður mink­ að við 50% í mun til nýtta dagatalið í 2005 og 5) Ser­ ligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føroyabanka og upsa undir Føroyum halda fram. Sambært lógini um vinnu­ ligan fiskiskap skulu bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin lata lands­stýrismanninum í fiski­vinnumálum síni til­ mæli, og nú um dagarnar fekk almenningurin so eisini innlit í tilmælið hjá Fiskidaganevndini. Sama dagatal Fiskidaganevndin mælir í høvuðsheitum til, at fiski­ dagarnir komandi fiskiár verða teir somu sum í ár. Nevndin ásannar, at tosk­ ur­in á Føroyabanka er illa fyri, og at neyðugt er at Støðan hjá toskinum á Í samband við ráð­stevnuna, har ser­frøðingar úr fleiri ymiskum londum luttaka, verður eisini skipað fyri fyrilestrum, sum eru almennir. Fyrilestrarnir verða í kvøld og fríggjakvøldið Ráðstevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í hesum døgum er ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum, ”Arctic – Subarctic Ocean Fluxes”, stytt ASOF. Ráðstevnan er endin á eini langari kanningarrøð, sum hevur havt til endamáls at kanna havstreymarnar mill­um Atlantshavið og arktisku havøkini norðanfyri okkum. – Hesir streymar føra bæði hita og salt við sær, og teir hava stóran týdning fyri veðurlagið á allari klótuni – ikki minst um okkara leiðir. Á heimasíðuni hjá Fiski­ rannsóknarstovuni verður greitt frá ráðstevnuni, sum er í døgunum, 28. juni til 1. juli. Í samband við ráðstevnuna, har serfrøðingar úr fleiri ymiskum londum luttaka, verður eisini skipað fyri fyrilestrum, sum eru almennir. – Fyrilestrarnir snúgva seg um sambandið millum veðurlag, streymar og lívið í havinum, serliga um okkara leiðir. Fyrilestrarnir verða fýra í tali; tríggir á norskum og ein á føroyskum. Teir verða í Norðurlandahúsinum í kvøld og fríggjakvøldið, bæði kvøldini klokkan 19.30. Í kvøld fer Svein Øster­ hus, sum starvast á Uni­ versitetinum í Bergen, at halda fyrilestur undir heit­inum, ”Havet og klima­ variasjonar dei siste 100 år”. Helge Drange, sum starv­ ast á Nansen Senteret í Berg­ en, fer at røða um evnið, ”Hvordan bliver klimaet de næste 100 år”. Hesin fyrilesturin verður eisini í kvøld. Fríggjakvøldið fer Harald Loeng, sum starvast á Havforskningsinstituttet í Bergen, at viðgera spurn­ ingin, ”Hvordan vil komm­ ende klimaendringer påvirke fisk og andet liv i havet”. Fjórði og seinasti fyri­lest­ urin í røðini verður hildin av Boga Hansen, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Bogi fer fríggjakvøldið at røða um áhugaverda evn­ið, ”Hvørja ávirkan fáa veðurlagsbroytingar á lív og fiskiskap á Før­ oyagrunninum”. Kanningarnar eru fíggj­að­ ar úr evropeiskum og norð­ uramerikanskum gransk­ ingargrunnum. Fiskirannsóknarstovan hev­ur tikið lut í hesum kann­ingum við fígging úr felags evropeiska gransk­ ingargrunninum. Tað er Fiskirann­sóknar­ stov­an, sum skipar fyri ráð­ stevnuni í Føroyum. Í samband við ráðstevn­ una, liggur týska rann­ sókn­arskipið, ”Merian”, á Havnini hesar dagar, ráð­ stevnan varar. Vísindalig ráðstevna í Norðurlandahúsinum Týska rannsóknarskipið, ”Merian”, liggur á Havnini, nú ráðstevna og fyrilestrar verða hildnir í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Tað vóru brøðurnir, Kári og Hans Jákup Kallsberg, sum saman við systkinabarninum, Gunnari Kallsberg, ið áttu Gáshøvda