Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 17 ðarin er nú aftur skipaeigari vinnusíður 4-5 mans við Ólavur Petersen sigur, at eingin av manningini, sum er umborð á Gáshøvda í dag, fylgir við skipinum til Sørvágs, og soleiðis fer P/F Húsadalur at finna fólk til skipið, nú tað skiftir heimstað. – Einir 4-5 mans verða við Gáshøvda, sum nú í summar trolar á landleiðini. Maðurin, sum aftur er vorð­in reiðari og skipaeigari, sigur, at felagið enn ikki hevur hugsað um, hvussu og hvar fiskurin, sum skipið kemur at føra til lands, verður seldur. – Men tað fer at koma, leggur hann aftrat. Umframt virkini í Vágum, er eisini Landingarmiðstøð í Sørvági. Gleðir seg – Jú, hetta verður spennandi, og eg gleði meg rættiliga at fara undir vinnuligt virksemi aftur. Spurdur, um hugsandi er, at P/F Húsadalur fer at keypa fleiri skip, sigur Ólavur: – Tað dugi eg ikki at siga í løtuni. Beint nú stendur fyri framman at fáa hetta virksemið í gongd, sigur fyrrverandi reiðarin og stjórin í P/F Vesturvón. Hann hevur góðar vón­ir um, at raksturin hjá Gás­ høvda fer at bera seg. – Hetta er eitt nýtt skip, sum brúkar lutfalsliga lítla olju. Fiskidagarnir eru ikki so nógvir, men møguleiki er eitt nú at keypa dagarnar frá partrolarum, sum kunnu umroknast til okkara dagar, sigur Ólavur Petersen. Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin fyri trolbátin. gera okkurt munagott fyri at minka um veiðitrýstið. Í sínum tilmæli kemur Fiskidaganevndin ikki við uppskotum um tillagingar í lógini um vinnuligan fiski­ skap, tí ein nevnd arbeiðir í løtuni við spurninginum um, hvussu vinnuligur fiski­skapur skal skipast í framtíðini. Óli Samró er formaður í Fiskidaganevndini og skrivari er Hetha Olsen. Nevndin, sum hevur havt fimm fundir, hevur annars síni umboð úr vinnuni. Føroyabanki – Vit ásanna, at okkurt muna­ gott skal gerast fyri at verja toskin á Føroyabanka, tí ov nógv trýst er á veiðini. Vit mæla til at skerja dagatalið og veiðina á Bankanum. Somuleiðis mæla vit til, at friðingin í gýtingartíðini heldur fram. Fiskidaganevndin heldur, at eftirlitið við veiðini á Føroyabanka eigur at verða styrkt. – Vit mæla til neyvari eftirlit við veiðini hjá føroyskum eins og útlendskum skipum – serliga hjá trolarum, sigur nevndin í sínum tilmæli. Nevndin heldur, at støðan hjá toskinum á Føroyabanka er hættislig, sum tikið verður til. – Tí mugu munagóð tiltøk setast í verk fyri at skerja veiðina á Bankanum. Støðan hin sama Fiskidaganevndin hevur fyri hvønn veiðibólk sær viðgjørt veiðina eftir toski, hýsu, upsa, longu, brosmu, havtasku og flatfiski. Nevndin hevur eisini viðgjørt, hvussu fiskiskapurin sær út í nøgd, stødd, og hvussu fiskurin er fyri. Mett hevur eisini verið, hvussu støðan er við æti. – Sum heild meta vit støðuna hjá fiskastovnunum fyri øll fiskasløgini at vera sera líka støðuni seinasta ár. Minni er framvegis til av toski, men veiðinøgdin av toski er fyri hvønn bólk sær í fiskidagaskipanini nøku­lunda tann sama í ár sum seinasta ár, sigur Fiski­daganevndin í sínum tilmæli. Djúpvatnstrolarar – Vit fara ikki at endurtaka okkara tilmæli seinastu ár­ini. Tó vilja vit endurtaka okkara tilmæli um at fáa djúpvatnstrolararnar og garnaskipini við inn í fiski­ dagaskipanina. Nevndin heldur, at fiski­ dagaskipanin skal fevna um alla botnfiskaveiði á før­oyskum øki, og nevndin heldur eisini, at serliga toska-og hýsukvotan hjá lemmatrolarum eigur at takast av. – Sum nakað nýtt, mæla vit til, at ein serlig dagaskipan verður sett í verk fyri djúpvatnstrolarar og garnaskip. Hendan skipan skal roynast uttanfyri vanligu dagaskipanina í nøkur ár. Fiskidaganevndin heldur, at fylgjast skal væl við, hvussu skipanin virkar – og eftir eina greitt avmarkaða royndartíð, eiga eisini hesi skipini at koma inn í fiskidagaskipanina. Skipanin hótt – Atlit eiga at verða tikin til tann niðurskurð, sum hevur verið í fiskidagaskipanini síðan byrjan. Nevndin heldur, at sjálvt grundarlagið í fiskidagaskipanini er hótt, tá ið týðandi veiða á sama avmarkaða øki er skipað eftir fleiri skipanum, sum Fiskidaganevndin tekur til í sínum tilmæli. á Føroyabanka er hættislig Sum nakað nýtt, mælir Fiskidaganevndin til, at ein serlig dagaskipan verður sett í verk fyri djúpvatnstrolarar og garnaskip Mynd: Vilmund Jacobsen – Eg havi alla tíðina ætlað mær í gongd aftur, síðan virksemið hjá P/F Vesturvón í Sørvági helt uppat, sigur Ólavur Petersen, fyrrverandi stjóri og reiðari í P/F Vesturvón síðan 1988 Mynd: Vilmund Jacobsen