mikudagur 28. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 122 - 28. juni 2006
Sp/f Bilrøkt, ið hevur
spesialiserað seg í
polera, reinsa og
lakkforsegla bilar
og at selja brúktar
bilar, bjóðar seg
nú fram við ein
nýggjari hjálpar- og
flutningstænastu
Bilrøkt
Fyritøkan hjá Jákupi á Borg,
Sp/f Bilrøkt, sum hevur
hildið til á Varðagøtu, er
nú flutt í onnur hølir á
horninum Dalavegur/Pedda
v. Steingøta.
Í hesum sambandi bjóðar
fyritøkan seg fram við eini
hjálpar- og flutningstænastu
við einum bili, sum er
gjørdur til endamálið. Talan
er um ein 6 tons Nissan ECO
– T 100 lastvogn, sum er
umbygdur til ein hjálpar- og
flutningsbil.
Jákup á Borg sigur, at
endamálið er at kunna veita
eina góða tænastu til tey sum
hava brúk fyri einum slíkum
bili til ymiskan flutningstørv.
Tað tað kann vera til bilar
sum er uppstøðgaður og
skulu á verkstað, ella bilar
sum bert skulu flytast úr
einum staði í annað, sum
t.d. nýggir bilar sum skulu
koyrast frá havnalagnum og
til bilhandlaran.
Hjálpar- og flutningsbil
urin klára allar vanligar per
són- og vørubilar, eins og
trukkar og onnur arbeiðstól.
Vit hava skipað tað soleiðis,
at fólk kunnu ringja eftir
hjálpar- og flutningsbilinum
alt samdøgrið á telefonin
588881, sigur Jákup á Borg
frá Sp/f Bilrøkt.
Bilrøkt við nýggjari
tænastu
6 tons Nissan 6 tons Nissan ECO – T 100 lastvogn hjálpar- og flutningsbil hjá Sp/f Bilrøkt uttan
fyri hølini hjá fyritøkuni við Dalavegin
bilar
SAMBAND
maggi gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800
Eg gleiðst yvir, at
Shiny Wheels var
so væl móttikið,
bæði av føroysku
bileigarunum og
uttanlands, eis
ini millum hýru
vognsførarar, sigur
Regin Dalsgaard frá
Incra Sp/f, sum fyri
eini tíð síðan kom á
marknaðin við einum
føroyskt framleiddum
vaskievni til bilfelgur
Shiny Wheels
Tað er ikki á hvørjum degi
at nýtt føroyskt vaskievni
kemur á marknaðin. Talan
er um Shiny Wheels, ið er
framleitt til at reinsa felg
urnar á bilinum við. Tað er
fyritøkan Incra Sp/f v. Regin
W. Dalsgaard, ið framleiðir
vøruna.
Nú ein tíð er fráliðin,
síðan Shiny Wheels kom á
marknaðin, hava við spurt
Regin Dalsgaard frá Incra
Sp/f um, hvussu reinsievnið
varð móttikið. Regin sigur,
at endamálið við Shiny
Wheels var at framleiða
eitt vaskievni, sum var lætt
og ómakaleyst at fáast við,
og tað eydnaðist sera væl.
Hann hevur nýliga verið
í Danmark og í Íslandi og
marknaðarført Shiny Wheels
við sera góðum úrsliti, serliga
í Íslandi, har hann fekk høvi
at samanbera produktið
við onnur felgureins, sum
eru á marknaðinum. Shiny
Wheels var tað vaskievni
sum royndist best, tí hevur
fyritøkan nú fingið nakrar
stórar sáttmálar í lag har
yviri.
Vanliga eru felgurnar krók
utar og ringar at fáa reinar,
og eg meti so avgjørt at
tørvur hevur verið á einum
slíkum vaskievni, sum
virkar skjótt og er effektivt
og umhvørvisvinarligt. Eg
gleiðst yvir, at evnið er so væl
móttikið, bæði í Føroyum og
uttanlands, eisini millum
hýruvognsførarar
sum
koyra nógv, sigur Regin
Dalsgaard frá Incra. Shiny
Wheels fæst nú eisini í so at
siga øllum matvøruhandlum
í Føroyum.
Incra Sp/f:
Shiny Wheels er ein succes
Regin W. Dalsgaard frá Incra Sp/f við einum platti av Shiny Wheels, sum skal til Íslands
Mynd: Jens Kristian Vang
Týsdagin 27. juni
keypti Tryggvi i
Bech í Havn ein
nýggjan Saab 9-3 frá
Auto service. Hetta
er tann fimti Saab,
hann hevur keypt
í 30 ár. Tann fyrsta
keypti hann í 1976.
Bilasøla
Á myndini gevur John
Vilhelm, sølumaður hjá
Auto Service, Trygva
blómur í sambandi við
handanina av nýggja
bilinum, sum er ein
Saab 9-3 TDIs Sport
Sedan við 150 hk torbo
dieselmotori. Motorurin er
sera umhvørvisvinarligur
við nýggjasta slagi av
partikkulfiltrinum.
John Vilhelm, sum hevur
selt Saab í næstan 30 ár,
sigur, at Saab-kundar sum
heild eru sera trúgvir.
Tryggvi trúgvur
Saab kundi