Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Eitt val Tey sum fylgdu við tónleikalívinum í Før­­ oyum fyri nøkrum árum síðan, minnast kanska bólkin “Mary’s Baby”. Tað var Sunneva Háberg Eysturstein, sum røkti tangentarnar í hesum rokkbólki. “Eg elski tónleik. Eg elskaði at spæla tónleik, men eitt tað fyrsta eg lærdi av G! var, at tað er ov tungt at bæði skipa fyri og at spæla tónleikin. Tískil kendi eg á mær, at eg mátti velja um eg vildi fyrireika ella spæla, og her valdi eg at fyrireika tónleikatiltøk. Hetta valið tók eg tí, at tað er so nógvur fantastiskur tónleikur í Føroyum, og tað eru ov fá sum nøra og røkja hann. Tí vildi eg gjarna arbeiða fyri tónleikinum”, sigur Sunneva við Planet. “Um nakar spyr meg um míni áhugamál, so er tónleikur tað fyrsta eg nevni”. Sunneva Háberg Eysturstein – Samskipari av G!: Eg elski tónleiG! 21 ára gamla Sunneva Háberg Eystur­stein er ein eldsál. Tá ið tú prátar við hana, merkir tú, at hon veruliga brennur fyri tí, sum hon tekst við. Síðan 2003 hevur hon verið við í fyriskipanini av G! festivalinum, men í ár hevur hon fingið ein størri leiklut í stóra tiltakinum. Nú er hon samskipari av G! festivalinum – ein uppgáva sum krevur alla hennara orku.