mikudagur 28. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Tað byrjaði í 2003
Sunneva greiður frá, at
tá ið hon kom heim frá
Roskilde Festival 2003,
vóru fleiri av hennara
vinfólkum farin undir
at skipa fyri einum
tónleikafestivali í Gøtu.
Hetta helt Sunneva
vera alt ov kul til at
halda fingrarnar frá,
og tískil bjóðaði hon
seg til at hjálpa við
fyrireikingunum. Hon
fekk tá til uppgávu, at
skula hava eina kiosk á
festivaløkinum. “Síðan
vant tað bara uppá
seg”, sigur Sunneva.
“Árið eftir tók eg mær
av básum á økinum og
í fjør stóð eg fyri allari
søluni”.
Sunneva búði í Íslandi,
tá hon fekk starvið
sum samskipari bjóð
að. “Eg valdi at flyta
heim, tí at hetta
gjørdist eitt
fulltíðarstarv. Eg flutti
heim í februar, og
síðan havi eg, saman
við 4 øðrum, arbeitt
við G! Festivalinum
burturav. Vit vóru 5
fólk at byrja við, men
hetta hevur vundið
uppá seg. Nú eru vit
eini 15 fólk, sum
stríðast fyri, at alt skal
verða klárt til tíðina.
Tað er nógv sum enn
liggur á láni, men
hetta er alt dugnalig,
kreativ og klók fólk
sum eru við okkum, og
tískil stúri eg als ikki
fyri, at vit ikki verða
klár til tíðina”.
Broyting í bygnaði
Fyrr í ár varð G! skipað
í eitt smápartafelag.
Fyristøðumaðurin av
smápartafelagnum er
Jón Tyril. “Hóast tað
hava verið bygnaðar
broytingar í G!, so er
hetta ikki nakað, sum
vit merkja serliga nógv
til. Um vit merkja tað á
nakran hátt, so er tað á
ein positivan hátt. Nú
verður tiltakið rikið
nógv meiri professio
nelt, og hetta merkir,
at vit hava betri sømd
ir at arbeiða undir.
Hóast tað at byrja við
vóru nøkur sum vóru
ónøgd við, at G! varð
umskipað, so haldi eg
ikki, at tað er so løgi.
Ymisk fólk hava ymisk
ar meiningar, men vit
vilja bara tað besta fyri
festivalin. Og at tað so
gjørdist Jón Tyril sum
bleiv fyristøðumaður,
var bara gott. Vit hava
øll álit á, at hann fer at
bera festivalin víðari, í
rætta andanum”.
“Tað er altíð gott at
arbeiða saman við
Jón”, sigur Sunneva.
“Hann er loftar altíð
bóltinum (sum hon
málber seg), og hann
setur altíð ting í verk.
Jón er sera týdningar
mikil fyri festivalin”.
Tá ið vit spyrja hana
um G! er ein ideolog
isk verkætlan, er Sunn
eva greið í sínum mál
ið. “Vit í G! royna at
skapa góðar karmar til
føroyskan tónleik. Í so
máta er G! ein ideolog
isk verkætlan. Men vit
dríva hesa verkætlan
meiri sum ein fyritøka.
Vit eru noydd til at
hava eina ávísa pro
fessionalismu í verkætl
anini, tí annars fáa vit
ikki alt at hanga sam
an. Vit syrgja fyri at
fíggjarætlanin er so
sterk og góð sum hon
kann vera, soleiðis at
vit áhaldandi kunnu
skipað fyri Føroya feit
asta tónleikartiltakið”,
greiður Sunneva frá.
Spurd um hvussu hon
heldur at G! festivalur
in verður í ár, ivast
hon ikki. “Hann verður
nógv tann feitasti festi
valurin nakrantíð í Før
oyum. Skráin er nógv
betri enn í fjør, og
karmarnir verða enn
betri. So tað verður
ordiliga feitt”.
“Festivalurin verður
ikki størri. Tað verða
einans seld 5.000 at
gongumerki. Vit meta
ikki, at sandurin kann
taka nógv meir enn
5.000 fólk, og tískil seta
vit tað sum loft. Tað
skal eisini verða hugna
ligt á G! Festivali, og
vit vilja ikki hava ov
nógva trokan, tí so dett
ur hugnin burt”, sigur
Sunneva. Tó vil sunne
va ikki avvísa, at festi
valurin einaferð í fram
tíðini verður útbygdur,
men hetta fer tíðin at
vísa.
Tað verða tó nakrar
broytingar á G! í ár.
Tey hava nú fingið
loyvi at skeinkja á øki
num, og hetta fegnast
tey um norðuri í Gøtu.
“Vit eru sera glað fyri
tað, tí at nú kunnu vit
sjálvi hava eftirlitið við
tí. Av trygdarávum er
ikki loyvi at hava fløsk
ur inn við á festivaløki,
og hetta hevur verið
ein trupulleiki. Fólk
royndi at smugla fløsk
ur inn, og tað var ringt
at hava eftirlit við øll
um. Men hesum sleppa
vit so undan í ár, tí at
fólkið kann keypa sær
tað sum teimum lystir
inni á økinum. Sostatt
noyðast vit ikki at stúra
fyri brotnum fløskum
o.s.fr.
Eisini fara tey at gera
nógv meiri burturúr
matsøluni á G! í ár, tí
tey meta ikki at útboð
ið var nóg gott í fjør.
“Har verður meiri í at
velja”, sigur Sunneva.
Eisini sigur hon, at
tjaldingaøki skal betr
ast munandi. Har ætla
tey m.a. at øki skal
verða betur upplýst.
Tann størsta
hendingin á G!
Eitt sum er rættiliga
merkisvert er, at
Sunneva ongantíð
sjálv hevur upplivað
festivalinum. “Eg havi
ongantíð havt stundir
til at sæð allar konsert
irnar, tí at tað alla tíð
er okkurt, sum eg má
taka mær av. Hetta er
sjálvandi eitt sindur
spell, men mítt arbeiði
gevur mær nóg nógv í
sær sjálvum”.
Tá ið eg spyrji Sunnevu
um, hvat hevur verið
hennara størsta upp
living á G!, ivast
Sunneva eitt sindur.
“Ehm...tað hevur helst
verið í 2003. Sjálvt um
eg ikki havi upplivað
allar konsertirnar, so
eru tað nógvar løtur,
hinumegin borðið,
sum hava verið stórar.
Eitt nú tá ið Bomfunk
MC´s komu inn í skriv
stovuna fekk eg ein
lítla hvøkk. Nústani tá
skilti eg, at hetta kundi
lata seg gera. Tað var
ein sera stór løta hjá
mær, og øllum hinum
sum skipaðu fyri”.
“Men annars hava tað
verið nógvar sterkar
løtur. Eitt nú tá ið eg
sá limirnar í Kashmir
koma spákandi oman
eftir gøtuni; tað var
eisini heilt fantastiskt”,
sigur Sunneva.
Onki bar til
Prátið fellur á tey
mongu tilboðini, sum
føroyingar hava í dag.
Fyri fáum árum síðan
ristu fólk við høvdi
num, um ein royndi at
fáa onkur stór tónleika
nøvn til Føroyar at
spæla. Men nú tykist
onki óført.
“Tað er farin ein ótrú
liga stór broyting fram.
Og eg haldi at tann
størsta broytingin er,
at nú leggur man eina
trygga og ordiliga fíggj
arætlan, áðrenn fari
verður undir eitt slíkt
tiltak. Og fólk vóru so
bangin fyri, at tað ikki
skuldi lata seg gera, at
hava fleiri tílík tiltøk,
men hygg hvussu skil
ið er nú. Vit hava einar
5 festivalar sum klára
seg, og hetta vísir eis
ini, at føroyingar hava
tikið væl ímóti hesum
tiltøkum”, sigur Sunne
va.
Tónleikavinnan er
langt um leingi komin
til Føroyar. Tónleikur er
allastaðni. Fólk ganga
við iPod og øðrum MP3
spælarum, og við tílík
um hentum tólum, er
tónleikur vorðin meiri
atkomuligur. Hetta
merkir so víðari, at vit
krevja meir. Vit vilja
hava góðar og stórar
konsertir her í Føroy
um”, greiður Sunneva
frá.
Eitt ár í senn
“Eg veit slettis ikki
hvar eg eri um eitt ár.
Tá ið vit eru liðug við
G! Festivalin í ár, ætli
eg mær at ferðast ein
túr til Íslands. Eg rokni
ikki við at eg fari at
flyta aftur til Íslands.
Eg hugsi ikki ov langt
fram um mína tilveru.
Eg taki eitt ár í senn.
Tað kann væl vera at
eg haldi áfram arbeiða
við G!, men um okkurt
púra óvæntað og spenn
andi kemur framvið,
so kann tað altíð verða
at, ein broytir ætlan”,
sigur Sunneva.
“Tað kundi hent seg, at
eg einaferð fari at
útbúgva meg innan
tónleikavinnuna, men
enn havi eg onki
avgjørt”.
At enda
Men hvussu er við
skránni? Er hon enda
liga avdúkað? “Okkurt
verður avdúkað aftur
at”, sigur Sunneva.
Eg sigi við Sunnevu, at
nógv meta at Kaizers
Orchestra er rættiliga
líkt Nephew í fjør –
kunnu vit vænta nak
að, sum fer at líkjast
Europe? “Tað veit eg
ikki...kanska”, sigur
hon, “Enn eru nøkur
nøvn eftir at avdúkað”,
vísur hon á, og so
mugu vit bara verða
tolin...!
Mynd: Malan Tyril