mikudagur 28. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Tónleikurin, ið varð
framførdur í Kagga
num fríggjakvøldið,
var sera ymiskur. 3
bólkar upptraðkaði, og
hesir 3 umboða eisini
hvør sína sjangri,
hóast felagsnevnarin
er popp/rokkur. Fyrstir
á pallin var bólkurin
Marius. Við sannfør
andi konsertum kring
landi og í útlandinum í
ryggsekkinum gleddi
eg meg til at hoyra
Marius aftur, tí at nú
var nakað liðið síðan
eg seinast hevði hoyrt
teir.
Marius vísti vegin
Marius framførdi løg
frá komandi fløguni,
sum ber heiti “The
Sky is Our Home”.
Tónleikurin hjá Marius
ber brá av nútímans
rokki og poppi.
Konsertin byrjaði við
eini telduforrtitaðum
beat, sum líkasum
legði upp til eina øðr
vísi framførslu. Og tá
ið allur bólkurin kom
inn í lagið, gjørdist tú
beinanvegin varugur
við hetta er ein saman
spældur bólkur. Teir
spældu sera væl –
smálutirnir vóru uppá
pláss, og hóast ljóð
myndin ikki var so
snøgg sum hon skuldi
verið, so hómaði tú
væl og virðiliga hug
skotini hjá bólkinum.
Ljóðútgerðin í Kagga
num er annars av
fínasta slagið. Marius
hevði eisini sín fasta
ljóðmann við, og hann
gjørdi sítt til at ljóðið
so líðandi gjørdist
betri og betri.
Frontmaðurin í
Marius, Hans Marius
Ziska, er ein frálíkur
sangari. Hann hevur
eitt nútímans stíl, og
hann dugur væl at
tolka tekstirnar.
Sostatt fært tú sum
áhoyrari álit á honum.
Tó haldi eg at hann
hevur rættiliga torført
við at koma í samband
við áhoyrararnar.
Hann hevur tað við at
blunda meðan hann
syngur (onki ilt við tí),
men sum áhoyrari vilt
tú ofta skilja
kenslurnar, dynamikk
in sum eyguni ofta
fortelja meiri um enn
akkordir, tekstir og pe
dalar gera tað. Tú vilt
samskifta við odda
mannin, og hetta
sleppur tú ikki rætti
liga, tá ið Marius fram
førir. Tað skal tó sig
ast, at Marius var fyrst
ur á pallin, og tað er
ofta ein tung uppgáva
at trína á ein “kaldan”
pall.
Eg haldi at tað mesta
av tónleikinum hjá
Marius er á einum høg
um støðið. Tó sat eg
onkuntíð við eini kenslu
av, at laglinjurnar
(melodiirnir) kendist
fremmandir í løgun
um. Hetta er ofta nak
að sum kemur fyri, tá
ið bólkar býta tónleikin
uppí tónleik og laglinju
hvør sær. Bólkurin
tekur sær av tónleiki
num, og so verður ein
laglinja lagd oman á
tónleikin. Hvussu teir
innanhýsis bólka
tónleikin í Marius, veit
eg onki um, men eg
helt meg onkuntíð
hóma at løgini ikki
vóru so komplett, sum
tey kundu verið. Tó
skal sigast at í løgum
sum “Your So Close...”
(veit ikki hvussu tað
eitur, tí at bólkurin
gloymdi alt ov ofta at
greiða okkum frá
hvørji løg teir spældu),
kanst tú merkja eitt
totalt komplett lag.
Ekstremt væl skrivað
og heilt vist eitt 15 tær
bestu hit tá ið fløgan
verður útgivin.
Seinasta lagið ið
bólkurin framførdi var
ein frumframførsla.
Haldi næstan at lagið
var tað besta á kvøldi
num – eitt rættiligt
noise-popp lag. Har
vóru stuttligir smálut
ur við, so sum eitt
klappi stykkið. Meir av
hasum.
Nú tá ið eg lesi tað
sum eg júst havi skriv
að um framførsluna
hjá Marius, so haldi eg
at hetta virkar so nokk
so negativt. Orsøkin til
at eg skrivi tað soleið
is er heilt einfalt tann,
at eg meti Marius vera
ein hin allarbesta rokk
bólkin í Føroyum í
dag. Manningin er
sera góð og sangarin
er ótrúliga dugnaligur.
Bólkurin er á tremur
við góðum
hugskotum, so tað
verður spennandi at
fylgja hesum bólki
framyvir.
Rættur poppur
Tað er so gleðiligt at
tað eru bólkar í Føroy
um sum “tora” at spæla
popptónleik. Orðið
“popp” var mestsum
ólógligt millum tónleik
arar í 90´unum og í
byrjanini av 00´unum.
Men nú tykist tað sum
um vend er komin í.
Anytime spælir rættan
popptónleik, sum vit
kenna hann frá Robbie
Williams & Co.
Tað hoyrdist væl á
bólkinum, at hann er
ikki so samanspældur
enn, men onki løgi er í
tí – manningin er ung,
og hetta er sum áður
sagt bara tann triðja
framførslan hjá bólki
num. Teir skulu tó hava
rós fyri løgini. Eg haldi
at tað er oddafiskurin
Brandur Enni, sum
hevur skrivað tey
flestu løgini, og hetta
er hann komin væl frá.
Tú hoyrir væl at lag
skrivingin er á einum
serliga høgum støðið,
tí at øll løgini hava
okkurt gott, spennandi
í sær. Hetta er rætti
liga sermerkt fyri ein
so ungan bólk.
Eisini skal Brandur
hava rós fyri sína fram
førslu. Tað er púra
óneyðugt hjá mær at
skriva at Brandur er
ein gávuríkur sangari –
hetta hava føroyingar
vita líka síðan Brandur
var ein lítil drongur.
Nú syngur hann sum
ein ungur maður, og
hansara rødd kann væl
standa mát við aðrar
góðar popprøddir her
á landið so sum tann
hjá Kim Hansen.
Hóast samlaða fram
førslan hjá Anytime
var merkt av, at bólkur
in er ungur og ikki
heilt samanspældur,
so er tað avbera týdn
ingarmikið at manning
in díkir á við venjing.
Anytime prógvaði, at
hetta er ein bólkur við
stórum potentiali, og
vit skulu minnast til at
teir spældu í einar 45
minuttir, og tilfarið var
alt heimagjørt – tað
má sigast at vera
flott!!!
Og so Deja Vu
Framførslan hjá Deja
Vu var ógviliga av
slappað. Eg spurdi teir
frammanundan um eg
kundi fáa eitt eintak av
settlistanum (raðfylgj
an av sangunum),
men teir søgdu seg
slett ikki hava avgjørt
hvørji løg teir fóru at
spæla. Hetta helt eg
vera nokkso stuttligt,
tí tá ið teir vóru á palli
tóktist teir ógviliga
róligir. Onki við at
stressa um “hvat skulu
vit nú spæla???”, men
meir ein laid back stíl
ur sum hóskar seg væl
til teirra heldur skeiva,
rokk/popp tónleik.
Deja Vu spældi tó
hart – nógv for hart.
Anleggið stóð um at
bresta, og somuleiðis
var við mínum oyrum.
Eg haldi eisini at vokal
arnir hjá teimum hava
ljóðað betri enn fríggja
kvøldið, og eg rokni
við, at hetta var tí at
tónleikurin var so harð
ur, at sangararnir ikki
hoyrdi seg sjálvar nóg
væl á pallinum.
Seinasta lagið hjá
Deja Vu var sera, sera,
sera gott. Haldi at tað
eitur Wake You Up.
Hetta lagið er nýtt og
hevur veruliga altjóða
dygdir. Tað er sera
gleðiligt at hoyra Deja
Vu enn kunnu taka
meg og onnur á bólið,
hóast at eg havi hoyrt
1000 ferðir áður. Meir
av hasum, dreingir.
Konsertin fríggja
kvøldið var rættiliga
spennandi. Tað sum er
serliga spennandi við
henni er, at Kaggin
hevur ein pall sum
ungir føroyskir bólkar
sóknast. Um hesi tiltøk
halda áfram fara vit
heilt vist eisini merkja
tað á tí tónleiki sum
verður framleiddur, tí
at bólkar gera meiri
tónleik um tað eru útlit
fyri at framføra tónleik
in onkrastaðni.
Marius, Anytime
& Deja Vu í
Kagganum
Hans Marius Ziska er ein frálíkur sangari – hann hevur eitt nútímans stíl, og hann dugur væl at
tolka tekstirnar.
Fríggjakvøldið 16.06. var konsert í
Kagganum. Kaggin hevur í seinastuni
havt heldur øðrvísi tiltøk í kjallaranum,
og tað tykist sum um hesi tiltøk eru um
at fáa fastatøkur í Kagganum. Konsertin
seinasta fríggjakvøld var spennandi og
fjølbroytt.
Konsert
Rókur Jákupsson Jakobsen | rokur@sosialurin.fo
Myndir: Rókur Jákuspsson Jakobsen
Røddin hjá Brandi kann væl standa mát við aðrar
góðar popprøddir her á landið so sum tann hjá
Kim Hansen.