mikudagur 28. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Nr. 121 - 27. juni 2006
ítróttur
SAMBAND
jakup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Rætturin skuldi
seinnapartin í dag
at gera av, hvørt
fútaforboð skal setast
móti at EB/Streymur
og VB/Sumba spæla
fjórðingsfinalu í
kvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vegna ávíkavist HB og
FSF hava Ingi Højgaard og
Páll Nielsen, advokatar, í
dag roynt at ført fram sínar
grundgevingar fyri og ímóti
fútaforboðnum.
HB hevur áður sagt, at teir
meta sína sak vera í vanda,
um málið sleppur at glíða
út. Og tað meta teir, at tað
ger, um dysturin verður
spældur.
FSF førir hinvegin fram,
at HB ikki hevur haldgóða
orsøk at krevja fútabann.
Bæði tí hetta ikki er í tráð við
fyrisitingarlógina, og tí teir
siga, at HB ikki hevur nakað
at óttast. Hetta tí FSF sigur,
at kemur Ítróttardómstólurin
til eina aðra niðurstøðu enn
hana, sum FSF sjálvt er
komið til, so sleppur felagið
sjálvandi at spæla sín dyst
sum ætlað.
Hvør úrskurðurin verður,
var ikki greitt við evstamark
okkara, men klokkan 14
hevur dómarin innkallað
partarnar aftur, og verður
dómurin ætlandi avsagdur
tá.
Talan er mest sum um
søguliga hending, nú eitt
kappingarmál í fótbólti fyri
fyrstu ferð í 25 ár endar í
rættinum
Rúni Heinesen
sigur seg ikki ivast
í, at endamálið
er at chikanera
nevndarlimir, nú
hann saman við Karl
Vidtfeldt er hóttur
við persónligum
endurgjaldskravi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru nú hálvt annað ár
síðani, at Rúni Heinesen
varð valdur í nevndina
hjá FSF. Síðani hetta
hevur hann verið limur í
kappingarnevndini,
men
at hann skuldi upplivað
slíkt bræv, sum tað hann
nú hevur fingið, sigur hann
seg aldrin hava droymt um.
– Tað hevði eg so ikki.
Og eg hevði so heldur
ongan tíð roknað við, at
vit komu í eina støðu, har
kappingarreglurnar
fyri
fótbólt ikki rukku.
– Sjálvur haldi eg tó, at
vit hava okkara upp á tað
reina. Vit hava handlað
sambært teimum reglum og
viðtøkum, sum vit hava at
halda okkum til, og tí virkar
tað fullkomuliga skeivt, at
ein slík hóttan nú verður
sett móti okkum.
Chikana
Men
skal
HB
seta
endurgjaldskrav
fram,
skulu teir væl dokumentera
ein inntøkumiss. Kann tað
í sjálvum sær ikki verða
trupult hjá teimum?
– Tað er tað kanska, men
tað er so ikki mítt borð.
Men eg ivist onga løtu í,
at endamálið hesum skrivi
einvíst er at chikanera
limir í Kappingarnevndini,
soleiðis at onkur møguliga
hoyknar
í
kongunum,
staðfestir Rúni.
Missir ikki
náttarsvøvnin
Hóast
hann
soleiðis
kennir seg hóttan og/ella
chikaneraðan,
so
sigur
Rúni Heinesen tó at enda,
at hetta ikki er nakað, sum
hann gongur og hugsar
stórvegis um.
–
Eg
missi
ikki
náttarsvøvnin av hesum.
Nú veit eg ikki, hvussu slík
mál vanliga skulu grípast
an, men eg eri vísur í, at
vit ikki hava gjørt nakað
skeivt. Vit hava handlað
eftir teimum reglum, sum
vit eru valdir at umsita, og
meira er ikki at siga um tað,
staðfestir Rúni.
»Eg ivist onga løtu í, at endamálið hesum skrivi einvíst er at
chikanera limir í Kappingarnevndini« Rúni Heinesen, limur í Kappingarnevndini
hjá FSF, sum hevur fingið bræv um møguligt endurgjaldskrav
HB hóttir
nevndarlimir
í FSF
Í brævi umvegis
sakførara tekur
HB fyrivarni fyri,
at talan verður um
endurgjaldskrav
móti tveimum
av limunum í
Kappingarnevndini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Brævið, sum sakførarin,
Jógvan Páll Lassen, hevur
sent vegna HB, er stílað
til teir báðar limirnar í
Kappingarnevndini,
Rúna Heinesen og Karl
Vidtfeldt.
– Felagið kann ikki
tulka hetta øðrvísi enn ein
óreinan máta at skúgva
tey rættindi, sum Havnar
Bóltfelag
møguliga
hevur, til viks, og á henda
hátt við tykkara avgerð
at gerae tykkum inn á
Havnar Bóltfelag, verður
sagt í skrivinum.
Sakførarin
endar
skrivið við at siga, at
HB longu nú tekur
fyrivarni móti at gera teir
báðar nevndarlimirnar
persónliga
endur-
gjaldsábyrgdaðar
í
sambandi við avgerðir
teirra í málinum. Tøl
verða ikki nevnd, men
møgulig
UEFA-Cup
luttøka verður nevnd sum
endurgjaldsgrundarlag.
Rúni
Heinesen,
sum er næstformaður
í
Kappingarnevndini,
hevur avgjørdur afturvíst
skrivinum.
– Vit hava fult og heilt
grundað okkara avgerðir
á
Kappingarreglarnar
og
siðvenjur
hjá
Fótbóltssambandinum.
Hesum meta vit, sum eru
valdir av aðalfundinum
hjá FSF, at vit hava
skyldu til at fylgja.
Somuleiðis skulu vit gera
vart við, at Dómsnevndin
hjá FSF er komin til
somu niðurstøðu sum
Kappingarnevndin
og
at sambært grein 42 í
Kappingarreglunum eru
avgerðirnar hjá Dóms-
nevndini
endaligar,
skrivar hann í svarskrivi.
Beinleiðis chikana
Stutt sagt
HB-dómurin
avsagdur seinnapartin
Rúni Heinesen ivast ikki í, at hann hevur handlað rætt. Men hann tykist væl og virðiliga
irriteraður um, at hann og Karl Vidtfeld skulu »chikanerast«, sum hann málber seg