mikudagur 28. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 121 - 27. juni 2006 ]
Vinnarin frá í
fjør er fremstur
í 2nd Suðuroy
International, nú
fimm umfør eru
telvað
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hevur
Hans
Kristian
Simonsen onkran serliga
tokka til syðstu oyggj? Í
øllum førum telvar hann
sum ein brandur hvørja ferð
hann vitjar Suðuroy.
Í fjør var hann ósvitaliga
tryggur og vann kappingina
á Tvøroyri. Í ár verður
telvað í Vági og mynstrið er
hitt sama: Hinir elta Hans
Kristian.
Føroyingar
mynda toppin
Eitt mynstur sum tó brýtur
frá í mun til í fjør er, at í ár
eru fleiri føroyskir telvarar
væl við í oddastríðnum.
Hans Kristian hevur fýra
stig eftir fimm umfør,
og beint aftanfyri kemur
John Arni Nilssen við 3,5
stigum. Danski altjóða
meistarin Bjørn Brinck-
Claussen hevur somuleiðis
3,5 stig. John Rødgaard
hevur 3 stig, eins og IM
Simon Bekker-Jensen, og
Helgi Dam Ziska hevur
2,5. Sjúrður Thorsteinsson
reikast í botninum, men
javnleikur ímóti Bekker-
Jensen og góður sigur á
Per Andreasen seinastu
umførini,
hava
hjálpt
munandi um støðuna.
Helst
fer
kappingin
at standa ímillum Hans
Kristian, John Arna, Brinck-
Claussen og Bekker-Jensen.
Møguliga
Helgi
kann
órógva toppin við einum
eventuellum endaspurti.
Hóast Rødgaard er væl
við, so tykist talvhugur
hansara ikki stórur í Vági.
Hann hevur nevniliga leikt
tey flestu talvini javnt
eftir heilt fáum leikum.
Men møguliga og vónandi
fer hann at gera ein vørr
seinastu fýra umførini.
Normjagstranin
Helgi hevur telvað nakað
óstøðugt. Tveir sigrar, tvey
tap og ein javnleik. Eins og
Hans Kristian, skal Helgi
hava 7 stig av 9 fyri at røkka
normi. Hesin møguleikin
er tíverri longu farin hjá
Helga, men Hans Kristian
hevur framvegis góðan
møguleika at vinna sær sín
næsta norm. Hans Kristian
vann eitt gott talv í 3.
umfari ímóti Helga. Talvið
hesa vikuna í blaðnum.
Tað hevði verið stuttligt
um kollfirðingurin enn
einaferð hevði vunnið sær
altjóða norm í Suðuroy.
Góðar umstøður
í Vági
Fyriskiparin Rani Nolsøe
letur væl at umstøðunum og
gongdini higartil. Ùtlendsku
telvararnir lata somuleiðis
væl at umstøðunum og
stórtrívast í vakrastu oyggj
í Føroyum.
Rani fegnast serliga um
úrslitini higartil hjá Hans
Kristiani og John Arna.
Hesin seinast nevndi hevur
sjáldan havt góðar kappingar
heima í Føroyum, men í ár
tykist hann sera væl fyri.
Mikudagin hittast eitt nú
Helgi - John Arni og Hans
Kristian - Bekker-Jensen
í 6. umfari. Tvær sera
spennandi og avgerandi
uppgerðir.
Kappingin fevnir um
níggju umfør og endar
leygardagin 1. juli. Telvað
verðurí Vágs Skúla
Hans Kristian Simonsen
(2295) - Helgi Dam Ziska
(2306)
Suðuroy
International
2006
Vágur
(3),
26.06.2006
1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.g3
Bg7 4.Bg2 0–0 5.Rif3
d6 6.0–0 Ribd7 7.Ric3
e5 8.e4 (Hans Kristian
dámar væl hesa støðutýpu
ímóti
kongaindiskum)
8...a6 9.Rb1 b5 10.cxb5
axb5 11.b4 Bb7 12.Fc2
c6 13.dxe5 dxe5 14.Rd1
Fe7 15.a4 (Hans K. roynir
at skapa lív í støðuna við
hesum áhugaverda leiki)
15...Rfc8 16.Rid2 c5 (Hart
móti hørðum...) 17.Ba3
bxa4 18.bxc5 Bc6 19.Rid5!
(Hvítur hevur initiativið við
hesum sterka riddaraleiki)
19...Fe6
20.Ric4
Rab8
21.Rxb8 Rxb8 22.Ric7!
Fe7
23.Rd6! (Vinnandi leikur.
Fær a-finnuna, umframt
betri
støðu)
23...Bb5
24.Rixb5 Rxb5 25.Fxa4
Rxc5 (Ja, handan finna
hevði farið beint á mál...)
26.Bxc5 Rixc5 27.Fa8+
Bf8 28.Rd8 Rie6 29.Rc8
Fb4 30.Bf1 Fe1 31.Rixe5
Fxe4
32.Fxe4
Rixe4
33.Bc4
Ri6g5
34.Rid7
Rid6 35.Rxf8+ 1–0
Støðumynd eftir 22…Fe7
Bestu tippararnir
Formula-tipping
Topp 10
1
Rógvu
17
1
Suni Juul Pedersen
17
3
Oddmar á Lakjuni
15
4
Teitur Simonsen
14
4
Regin Davidsen
14
5
Helgi Poulsen
14
7
Thorvald Jacob Petersen 13
7
Høgni Árting Danielsen
13
7
Heri Ósá
13
7
Brian Jensen
13
HM-tipping
Topp 10
1
Magnus Simonsen
29
2
Ragnar Háskor
28
2
Debes Danielsen
28
4
Jákup Ósá
27
4
Jóhan Damgarð Eysturdal 27
6
Jóan Pauli Jespersen
25
7
Jákup Mørk
24
7
Áki Andreasen
24
7
Ronni Poulsen
24
10
Róaldur Jacobsen
23
10
Rúni Mortensen
23
Stutt sagt
HM í tipping hálvrunnið
Tann parturin
av tippingar-
kappingini, sum
snýr seg um HM,
er nú hálvrunnin.
Higartil hevur
Magnus Simonsen
lagt seg á odda, men
munurin til næstu
tippararnar er sera
lítil
Tipping
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dagurin í dag er fyrsti
frídagurin fyri skíggjan,
síðani HM varð sparkað
ígongd fyri trimum vikum
síðani. Fyrsti parturin
av knock-out fasuni er
farin aftur um bak, og nú
eru bara átta lið eftir av
teimum 32, sum løgdu til
brots í endaspælinum.
Tí er kanska eisini eitt
hóskandi høvi at hyggja
at, hvussu støðan er í
tippingarkappingini, sum
Sosialurin hevur um HM.
Kappingin fer fram á
tipping.sosialurin.fo, og
er ókeypis.
Hóast tað helst verður
trupult at enda á toppinum
í sjálvari HM-kappingini,
so er á ongan hátt ov
seint at fara ígongd enn.
Tað er nevnliga ikki bara
fyri
HM-kappingina,
at
vinningur
verður
latin. Í Formula-deildini
verður eisini tippað, og
har eru framvegis 13
umfør eftir, áðrenn besti
tipparin kann kjósast.
Mánaðarvinningar
eru
eisini á skránni, og tí ber
til at kappast um góðar
vinningar heilt fram til
tað seinasta.
Í
HM-kappingini
er Magnus Simonsen
higartil fremsti luttakarin
við ikki færri enn 29 av
48 møguligum stigum.
Fyri at fáa 48 stig, skuldu
øll tey átta úrslitini í 1/8-
finalunum tó verið rætt
tippað, og sannlíkindini
fyri at hetta nakran tíð
fer at henda munnu vera
serstakliga fá.
Tað eru tó fleiri, sum
eru beint í hølunum á
Magnusi.
Bert
tvey
stig skilija bestu fimm
tippararnar, og tað er ikki
meira enn so, at hetta alt
kann broytast eftir bert
einum dysti, so alt í alt
røkist fyri, at spenningurin
um endaligu støðuna
fer at halda sær fram til
seinasta dystin.
Tippið við vinunum
Umframt at taka lut í
samlaðu
kappingini,
ber eisini til at hava
kappingar við vinum
á
tipping.sosialurin.
fo.
Á
valmyndini,
sum kemur fram, tá
tippingarkappingin
er
vald, ber til at velja sær
tipp-vinir. Við at leita
upp á vinir, ber til at biða
sær ein ella fleiri vinir
at tippa saman við og
ímóti, og á síðuni sæst
so, hvussu innan hýsis
støðan tykkara millum
er.
Eisini ber her til at
síggja, hvussu vinir tínir
hava tippað higartil í
kappingini, soleiðis at
ein samanbergin millum
stigaheintanina
kann
gerast. Og so kann eisini
síggjast, hvussu vinir tínir
hava tippað til komandi
umfarið. Í hesum seinasta
ber tó bara til at síggja,
hvønn
vinirnir
hava
tippað sum vinnara, ella
um javnleikur er gittur.
Sjálv
úrslitatippingin
framgongur
ikki
av
hesum, tí tað skal jú helst
ikki verða so, at vinirnir
støðugt fáa sama stigatal
fyri hvørt umfarið.
-mørk
Talvið hesa vikuna
Hans Kristian á odda í Vági
Støðan eftir 5. umfør
1 Hans Kristian Simonsen
FAI
(2295)
4,0
2 IM bjørn Brinck-Claussen DEN
(2359)
3,5
3 IM John Arni Nilssen
FAI
(2356)
2,5
4 IM John Rødgaard
FAI
(2344)
3,0
5 IM Simon Bekker-Jensen DEN
(2393)
3,0
6 Helgi Dam Ziska FAI
(2306)
2,5
7 WGM Lenka Ptacnikova
ISL
(2183)
2,0
8 Omar Salama
EGY
(2214)
1,5
9 Sjúrður Thorsteinsson
FAI
(2067)
1,5
10FM Per Andreasen
DEN
(2303)
0,5
FAKTA
Hans Kristian Simonsen