Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 121 - 27. juni 2006 ] So eigur Ronaldo metið Við fyrsta málinum í dystinum móti Ghana setti Ronaldo seg ovast í all-time máltindin í HM-søguni Málið var tað 15. hjá Ronaldo í einum HM-endaspæli, og tað hevur eingin spælari megnað undan honum. Gamla metið átti Ger Müller, sum í 1970 (10 mál) og 1974 (4 mál) skeyt íalt 14 mál. Málini hjá Ronaldo eru komin í 1998 (4 mál), 2002 (8 mál) og 2006 (3 mál higartil). Tey átta málini, sum Ronaldo skoraði í HM í 2002 eru annars tað mesta, sum nakar spælari hevði skotið síðani júst Gerd Müller í 1970. -mørk Gianluca Pessotto fluttur á sjúkrahús Fyrrverandi Juventus og landsliðsleikarin Gianluca Pessotto er fluttur á eitt sjúkrahús, eftir at hann er dottin út úr einum vindeyga ella av eini tekju í heimstaðnum í Torino. Tað sigst, at Pessotto hevur fingið stóran skaða, men fjølmiðlar meta ikki, at hann er í lívsvanda. Pessotto spældi 22 dystir við landsliðinum. Hann gavst at spæla fótbólt fyrr í summar, og skal nú virka sum liðleiðari hjá Juventus. Tað vakti miklan ans í tí italska leirinum, at Pessotto er komin illa fyri. Liðfelagin og vinurin, Fabio Cannavaro, rýmdi av einum tíðindafundi, tá ið hann fekk boðini. -rókur Talan gjørdist ikki um farvæl til Zinedine Zidane týskvøldið. Franski bóltsnillingurin var í topp-formi, tá Spania varð sent heim við 3-1 tapi í sekkinum HM-fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skuldi hetta verða seinasti dysturin hjá Zidane. Tað var stóri spurningurin, tá Frakland í gjárkvøldi skuldi takast við Spania í seinastu av teimum átta 1/8- finalunum. Bóltsnillingurin, sum vaks í í Marseille, men sum hevur røtur úr Algier, hevur – mest sum uttan samanbering – verið mest gávaði spælarin í heiminum seinasta tíggjuára-skeiðið. Tað skerst tó ikki burtur, at sjálvt ikki Zidane hevur kunnað kávað útyvir, at franska liðið, har flestu spælararnir eru bæði HM- og EM-vinnarar, hevur verið nakað slitið seinnu árini. Tað var heldur ikki meira enn akkurát, at liðið vann seg víðari úr innleiðandi bólkuknum, og tá teir gjørdust nummar tvey í hesum, gjørdist tað Spania – og ikki Ukraina – sum gjørdist mótstøðuliðið í 1/8- finaluni. Søgan móti Spania Hóast Spania var mest sum flúgvandi í bólkaspælinum, so mundu fraklendingar ikki hava stórvegis ímóti, at talan gjørdist um spanska mótstøðu. Hóast landið í fleiri áratíggjur hevur átt nøkur av sterkastu fótbóltsliðunum í Europa, so hevur tað mest sum hvørja ferð kiksað, tá Spania hevur verið í endaspæli. Hartil kann so eisini leggjast tann sannroynd, at undan týskvøldinum hevði Frakland ongan tíð tapt fyri Spania í einum týdningarmiklum fótbóltslandsdysti, so tað kann væl vera, at sponsku stjørnurnar í so máta hava kent eitt lítið kompleks mótvegis grannunum hinumegin Pyruæurnar. Søgan tóktist tó muna lítið fyrstu longu løtuna av dystinum. Heldur tóktist talan vera um enn eina ábending um, at Frakland hevur trupulleikar við at finna meskarnar, tá á stendur. Um miðjan hálvleikin misnýtti Vieira, tá Zidane við einum Laudrup- lyfti sendi Henry avstað í høgru. Og tá Spania seinni fekk brotsspark, tóktust marginalarnir at sveiggja spanska vegin. Talan var kanska um eitt av teimum minnu brotsspørkunum, men líka legði David Villa í, tá hann langaði bóltin út við stólparótina. Nýggja lotið og gamla gardan Spanska málið noyddi Frakland fram á vøllin at trýsta mótstøðuna, og teir vunnu sær eisini greiða yvirvág. Eitt framúr einmansavrik frá Ribery skuldi til, áðrenn javnleikur kom á talvuna, og tí var alt opið, tá seinni hálvleikur byrjaði. Opna støðan hevði við sær, at spælið aftur gjørdist meira taktiskt, men kortini gav hetta Zidane høvið at ganda nakrar ferðir afturat. Snøgt sagt, so tóktist formurin nærum vera á somu hæddum, sum hann var í stórlætisdøgunum fyri fýra- fimm árum síðani. Ferðin var kanska ikki heilt tann sama, men driblingarnar og yvirblikkið vóru framúr, og enn einaferð var hann nær við at leggja upp til franska skoring, men lobbið frá Malouda gjørdist akkurát ov stutt. Zizou átti tó sín part, tá Frakland loksins kom aftur á talvuna. Tað var frísparksinnlegg frá hansara fótum, sum førdi til málið, sum Vieira stútaði í kassan. Og so slapp franski kongurin at seta eitt flott punktum sjálvur. Spania satsaði alt seinastu løtuna, og í einum kontra varð Zidane sendur avstað í vinstru. Hann sneiddi inn í brotsteigin. Skotfintaði Pyuol á endan og sendi so ískaldur bóltin í kassan. 3-1 til Frakland, sum soleiðis er klárt til fjórðingsfinalu móti Brasil. Ein dystur, sum eisini væl kann staðfesta arvaskiftið á fótbóltstoppinum, tá Zidane og Men tað er ein onnur søga. Týskvøldið kundi fótbóltsheimurin fegnast um, at vit fáa enn ein møguleika at síggja Zinedine Zidane á vølli í altjóða dysti. Spania-Frakland 1-3 (1-1) 1-0: D. Villa (br.), 28. 1-1: F. Ribery, 41. 2-1: P. Vieira, 83. 3-1: Z. Zidane, 90. Stutt sagt Ghana fall við æru Átjan hava fingið landsliðsboð Heimsmeistararnir úr Brasil spældu seg víðari við 3-0 sigri. Men Ghana hevði stóran heiður av dystinum, tó at alt fall saman, tá Ze Roberto skoraði til 3-0 HM-fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ghana var leingi við til at geva Brasil ein skarpan gang í dag. Hóast Ronaldao opnaði ballið tíðliga við metmáli nummar 15, so helt Ghana á fram at trýsta. Fleiri ferðir høvdu teir eisini góðar møguleikar, og tí var tað sum vátur vøttur, tá Brasil økti beint undan steðginum. Eisini eftir steðgin royndi Ghana at trýsta alt tað, sum teir vóru mentir. Men tá triða brasilska máli fall - stutt eftir ghanesiska útvísgin - var leyst og liðugt. Og var neyvleikin hjá Brasil størri, ella hevði Kingson ikki staðið somikið væl í brasilska málinum, kundi talan væl verið um nógv størri sigur seinastu løtuna. Brasil-Ghana 3-0 (2-0) 1-0: Ronaldo, 5. 2-0: Adriano, 45. 3-0: Ze Roberto, 84. Reytt kort: A. Gyan GHA), 81. Í hesi vikuni hava blaðungir fótbóltsspælarar fingið boð um fyrstu l a n d s l i ð s ú t t ø k u n a , meðan aðrir sjálvandi eru vónbrotnir, tí tað hesa ferð ikki var pláss fyri teimum. Úttøkan er gjørd, eftir at nógvir spælarar hava verið til venjingar saman við venjarunum. Tað eru Eli Hentze og Mathias Davidsen, U15- landsliðsvenjarar, sum hava sent boð eftir átjan spælarum at koma við til Aberdeen, har U 15 landsliðið skal taka lut í kappingini, sum liðið seinatsu nógvu árini hevur luttikið í. Teir, sum hava fingið boð um, at teir skulu við U-15 landsliðnum til Aberdeen, eru: Tummas Juul Thomsen, Søren Samuelsen, Hallur Hansson, Ludvík Súnason, Jógvan Rói Davidsen, Jógvan Ólavsson og Jógvan Skel, HB, Teitur Gestsson, Sørmund Kalsø, Ivan Joensen og Helgi Samson, KÍ, Bárður Hansen, GÍ, Brynleif Hansen, EB/Streymur, Andrias Eriksen og Eli Falkvard Nielsen, FS Vágar, Heini Vatnsdal, VB, Remi Langgaard, NSÍ, og Gilli Sørensen, TB. Farið verður úr Vágum 16. juli, og ferðalagið verður aftur í Føroyum 23. juli. Nú fríggjakvøldið skal liðið spæla á Varmakeldustevnu í Fuglafirði, og leygardagin verða tvær venjingar í Havnini -kl. 9 og kl. 14. -jh Puyol og Casillas eru sendir í hvør sína ætt. Bólturin er í meskunum, og Zinedine Zidane er framvegis aktivur á altjóða fótbóltstindinum Mynd: Scanpix Kongurin situr enn á trúnuni