Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 útland Stutt sagt Ísrael hevur sent 3.000 hermenn inn í Gaza at leita eftir tí 19 ára gamla hermanninum, sum palestinar hava burturflutt. Ísrael Árni Joensen: fartekst@mail.dk 19 ára gamli ísraelski hermaðurin Gilat Shalit skal finnast. Tað hevur ísraelska stjórnin gjørt greitt, og palestinar hava fingið at vita, at átakið, sum byrjaði í nátt, verður ikki avblást, fyrr enn Shalit er bjargaður. “Operasjón Summarregn”, sum ísraelski herurin kallar innrásina í Gaza, byrjaði, tá ísraelsk flogfør og tyrlur skutu rakettir eftir ymsum málum í Gaza-geiranum seint í gjárkvøldið. Tá loftálopið var av, fóru 3.000 hermenn við stríðsvognum og gravkúm um markið. Sambært talsmonnum hjá herinum møttu hermenninir lítlari og ongari mótstøðu. Í floghavnini fingu teir palestinsku trygdarmenninir 30 minuttir til at fara haðani, og løtu seinni tóku ísraelskir hermenn sær støð á og kring vøllin. – Endamálið við átakinum er ikki at herseta Gaza, men at fría Gilad Shalit, segði ráðharrin Benjamin Ben- Eliezer við Jerusalem Post í morgun. Hann legði afturat, at hermenninir verða verandi í Gaza-geiranum, til málið við innrásini er rokkið. Teir palestinsku sjálvs- stýris myndugleikarnir hava fordømt burturflytingina, men teir fáa eftir øllum at døma einki gjørt. Leiðslan í Hamas-flokkinum hevur eisini funnist at burturflytarunum, men vesturlendskir eygleiðarar í Miðeystri halda, at tað er tann víðgongda Hamas-leiðslan í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus, sum hevur skipað fyri burturflytingini, sum sostatt er enn eitt dømi um innanhýsis split í Hamas, siga eygleiðararnir. Palestinsku myndug- leikarnir søgdu seg í gjár stúra fyri, at burturflytararnir kundu royna at flýggja til Egyptalands við ísraelska hermanninum, og tí hevur Egyptaland sent 2.500 Harmast morðið á Gandhi Ógvusligur hiti í Rumenia Aftur í rættin í august Valstríðið upp undir forsetavalið sunnudagin er merkt av blóðugum ófriði. Meksiko Árni Joensen fartekst@mail.dk Stjórnin avsannar, at ófriðurin hevur nakað við forsetavalið at gera, men andstøðan leggur stjórnina undir at skipa fyri einari herferð ímóti rúsevnabrotsmonnum og ymsum bólkum júst nú fyri at ræða veljararnar. Tað er serliga í teimum fátæku landspørtunum har suðuri í landinum, at tað hevur verið ófriðarligt teir seinastu dagarnar. Ikki færri enn ellivu fólk lótu lív um vikuskiftið, teirra millum fýra løgreglumenn. Tríggir teirra vórðu skotnir, og tann fjórði varð funnin hálshøgdur. Men tað er ikki bara har suðuri í landinum, at tað er ófriðarligt. Í tí kenda frítíðarbýnum Acapulco eru harðir bardagar ímillum rúsevnabrotsmenn og løgregluna. Ein fyrrverandi løgreglumaður varð skotin fyrradagin, og sutt uttan fyri býin fann løgreglan fýra lík í plastikkposum. Nakrar dagar frammanundan vórðu tríggir løgreglumenn funnir hálshøgdir í Tijuna nærhendis amerikanska markinum. – Tað var ein stór vanlukka, ja ein søgulig vanlukka, at fyrrverandi indiski forsætisráðharrin, Rajiv Gandhi, bleiv myrdur. Vit biðja indisku stjórnina vísa stórsinni og leggja fortíðina aftur um bak, segði samráðingarleiðarin hjá teimum tamilsku tikarunum í Sri Lanka við indiska sjónvarpið NFTV í gjár. Teir tamilsku tikararnirn hava ongantíð viðgingið, at tað vóru teir, sum myrdu Rajiv Gandhi í 1991, men indiskir eygleiðarar siga, at orðini hjá samráðingarleiðaranum, Anton Balasingham, benda á, at indiska stjórnin hevði rætt, tá hon legði teir tamilsku tikararnar undir morðið. Rajiv Gandhi var leiðari hjá andstøðuni og var í ferð við sítt valstríð har suðuri í India, tá hann bleiv myrdur í 1991. Undan morðinum stuðlaði India teimum tamilsku loysingar- monnunum har norðuri í Sri Lanka, men tey seinastu 15 árini hevur landið hildið seg uttan fyri stríðið ímillum tamilarnar og stjórnina í Colombo. Eygleiðarar í New Dehli halda, at orðini hjá tamilska samráðingarleiðaranum eru ein roynd at fáa India at virka fyri einari loysn á politisku kreppuni í Sri Lanka. Ta seinastu vikuna hevur tað verið óvanliga heitt í Rumenia, og sambært myndugleikunum hevur hitin kravt minst tvey mannalív. Í gjár doyði ein 84 ára gomul kvinna av hjartaslag, og løgreglan váttaði seinni, at kvinnan hevði fingið hjartaslag av hitanum. Í einum øðrum býi doyði ein 88 ára gamal maður. Hann var á veg til handils, tá hann small, og læknarnir staðfestu, at hann hevði fingið hjartaslag av hitanum, skrivar AP. Vanliga plagar hitin at liggja um 28 stig í Rumenia hesa tíðina á árinum, men teir seinastu dagarnar hevur hann verið uppi á 36 stigum. Heilsumyndugleikarnir mæla fólki til at drekka minst fýra litrar av vatni um dagin, og tey skulu eisini royna at taka sær av løttum, meðan tey eru uttandura. Fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, fekk í gjár at vita, at hann skal aftur møta í rættinum í Bagdad tann 21. august. Ákæruvaldið sigur, tá skulu Saddam og seks av hansara fyrrverandi medarbeiðarum fyri rættin, har teir skulu svara spurningum um herferðina al-Anfal, sum kostaði næstan 100.000 kurdum har norðuri í Irak lívið. Endamálið við herferðini var at gera enda á kurdisku uppreistrarmonnunum, sum kravdu, at tann kurdiski parturin av Irak fekk sjálvsstýri. Sambært ákæru- valdinum brúkti her- urin millum annað evnafrøðilig vápn ímóti kurdunum. Ein týskur handilsmaður kunngjørdi í gjár, at hann umhugsar at stovna eitt flogfelag fyri roykjarar. Alexander Schoppmann sigur, at hann og mong onnur sakna teir góðu gomlu dagarnar í sekstiárunum, tá fólk kundu roykja so nógv, sum tey vildu í flogførunum. Tí ætlar hann sær at stovna eitt flogfelag, sum fær navnið Smintair, ið er ein stytting av orðunum Smoker’s International Airways (Altjóða flogfelagið hjá roykjarum). Flogfelag fyri roykjarar 3.000 mans leita eftir Gilat Shalit Ruðuleiki upp undir val í Meksiko Ísraelskir hermenn á veg um markið til Gaza-geiran í nátt. Nr. 122 - 28. juni 2006 Vit biðja indisku stjórnina vísa stórsinni og leggja fortíðina aftur um bak Samráðingarleiðarin hjá tamilsku tikarunum í Sri Lanka SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800