Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 28. juni 2006 Lærarastarv í Sumbiar skúla Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2006/2007. Førleikakrav: skal kunna undirvísa í svimjing 2 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4 Umsóknir skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. juli. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran á tlf. 573875, teldupostur: arnfinnur. bjarkhamar@skulin.fo Jónas Broncksgøta 5 til sølu Við hesum verður ognin matr. nr. 526 1, Tórshavn, lýst til sølu. Talan er um ein eldri bygning frá umleið 1950, ið stendur sera væl fyri í Tórshavn. Bygning­ urin er í trimum hæddum, sum í høvuðsheitum hevur verið nýttur til skrivstovuhølir. Grundstykkið er 738 m2, meðan bygningurin er í alt 294,7 m2. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til skrivstovu okkara. Advokatfirma Annfinn V. Hansen Bryggjubakki 22 · Boks 106 FO­110 Tórshavn Telf. 359595 · Fax 359596 E­mail: advokat@advokat.fo Ídnaðarøki á Hjalla til sølu Við hesum verður ídnaðarøkið matr. nr. 1od, Hoyvík, lýst til sølu. Økið er planerað og byggibúgvið, 8.112 m2 til støddar. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: Advokatfirma Annfinn V. Hansen Bryggjubakki 22 · Boks 106 FO-110 Tórshavn Telf. 359595 · Fax 359596 E-mail: advokat@advokat.fo Starvsfólk til nýggja dagstovnin í Sjóvar kommunu Sjóvar kommuna søkir eftir: • 1 varaleiðara • pedagogum • hjálparfólkum • vaskifólki • 1 køkshjálp at byrja 1. november 2006. Dagstovnurin verður opin millum kl. 7.00 og 17.15. Um stovnin: Dagstovnurin, ið er normeraður til 84 børn, hevur 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og eina frí­tí­ð­ arstovu. Hvør stova, sum er væl útgjørd, hevur sí­na egnu inngongd. Eitt stórt felagsrúm, serstovur, viðtaluhølir og ymisk onnur hølir,sum kunnu nýtast til eitt hvørt. Vit kunnu bjóða: Eitt áhugavert starv, í­ einum umhvørvi tætt við náttúruna, har tú saman við góðum starvsfelagum fært møguleika at seta tí­n dám á stovnin og fært møguleikan at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt umhvørvi á hesum nýggja stovni. Vit ynskja at umsøkjararnir: • Eru til reiðar at fara virknir inn í­ starvið og saman við sí­num starvsfeløgum menna tað pedagogiska arbeiðið á stovninum • Hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí­ einstaka barninum • Kunnu taka ábyrgd og virka í­ góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og skúlan • Sí­ggja møguleikar og avbjóðingar, sum eru í­ nærumhvørvinum • Hava hugsjónir, tá tað snýr seg um virksemi í­ einum dagstovni. Setanarviðurskifti: Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknsamanviðavritiavprógvumogviðmælum, skal vera Sjóvar kommunu Att. Sonlis S. Høj Joensen Skúlavegur 10 490 Strendur í­ hendi í­ seinasta lagi frí­ggjadagin 21. juli 2006. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sonlis S. Høj Joensen, leiðara á tlf. 219445. Um ikki nóg nógvir pedagogar søkja, verða hjálparfólk sett í­ tí­ðaravmarkað starv. Endurlýsing av deildarleiðarastarvi á Familju­ deildini á Føroya Barnaheimi Vegna ov fáar umsóknir, verður deildarleiðarastarvið á Familjudeildini endurlýst. Starvið verður leyst til setan frá 1. oktober 2006 ella skjótast tilber. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini arbeiða 7 starvsfólk í einum tvør­ fakligum toymi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðlað í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvør stuðul er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið: Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara, ið hevur royndir við familjuarbeiði og sum somu­ leiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið við barnaverndartænastur, Almannastovuna, heilsusystrar, læknar, sálar­ frøðingar, sosialráðgevarar, barnagarðar, skúlar, sjúkrahús, viðgerðarstovnar o.s.fr. Á Familjudeildini verður í løtini arbeitt við at víðka og broyta virksemið á Familjudeildini og skal deildarleiðarin somuleiðis standa á odda fyri hesum arbeiði. Útbúgving: Hóskandi útbúgving krevst. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 4. august 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steinsgøta 10 FO­100 Tórshavn Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag Skrivstovan er stongd til og við 7. juli. Nevndin 25