mikudagur 28. juni 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 28. juni 2006
45
Í berari svimjidrakt
fari eg út í tí íslendsku
mai-luftina. Ísakalt
um føtur og kropp,
og tað er við iva eg
dryppi fótin í tað
angandi bláa vatnið.
Eg eri í Bláu Lón í
Íslandi, og aftan á
eina kalda byrjan er
njótilsið totalt í tí 38
stig heita vatninum
Bláa Lón
Orð & mynd: Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Lívbjargarnir ganga runt
í tjúkkum gulum jakkum,
húgvum og handskum. Á
lavasteinunum rundanum
lónina liggja baðigestirnir
og sóla sær í vársólini. Tað
er leygardagur, og Bláa Lón
er full av fólki, ið njóta vatn
og umhvørvi.
Vatnið er óveruliga ljósa-
blátt, sær næstan út sum
onkur hevur blandað mjólk
í. At vita, at vatnið eisini
er heilsugevandi, ger ikki
njótilsið minni.
Botnurin er ikki slættur,
sum í einum vanligum
svimjihyli. Hann er knort-
lutur og nærmast strondini
eru lavasteinarnir hvítir av
vatninum.
Hitin í lónini kemur úr
jørðini tveir kilometur
niðri. Vatnið er fyri ein
stóran part havvatn, men
inniheldur nógv mineral og
er sera gott fyri tey, ið hava
ymiskar húðsjúkur, sum til
dømis psoriasis. Eitt hotell er
serliga gjørt til sjúklingar, ið
verða sendir til lónina at fáa
heilsubót fyri sína sjúku.
Men vit eru bara har fyri at
njóta størsta ferðamannastað
í Íslandi. 1993 vóru tað
115.000 fólk, sum vitjaðu
lónina, og í 2005 vóru tað
heili 350.000. Flest fólk eru
um summarið, men lónin er
opin alt árið og hevur eisini
gestir tá tað eru kuldagradir
í luftini.
Løgið nokk so er ein ikki
kaldur um høvdið, hóast
at tað bara er eini 10 stig,
tá vit eru har. Kroppurin
er so heitur av vatninum,
at høvdið næstan verður
sum ein skorsteinur. Vatnið
heldur ikki sama temp-
eratur allastaðni. Undir
træbrúgvunum, sum eru
ímillum lavasteinarnar er
heitari, eftirsum vindurin
ikki er sloppin til at køla
vatnið niður.
Ymiska staðni í lónini ber
til at fáa hvíta leirmasku at
smyrja upp á seg. Hetta
verður tikið beinleiðis frá
botninum á lónini. Á einum
skelti stendur, at maskan
skal verða á i 5-10 minuttir,
og at húðin gerst bleyt og
rein aftaná.
Nógv smyrja seg inn við
maskuni, og sær tað eitt
sindur løgið út at bara síggja
hvít andlit rundan um seg.
Lat upp í 1975
Lónin lat fyrstu ferð upp í
1975. Tá var tað nærmast
bara ein lítil svimjihylur. Í
1999 varð núverandi baði-
húsið bygt, og longu nú eru
tey í ferð við at byggja meira
út. Tað skal verða liðugt
næsta ár í 2007.
Tá tú vitjar lónina er eisini
gjørligt at fáa massagu í tí
heita vatninum, at fara inn
í eina bølamyrka steinholu
fyri at njóta hitan úr jørðini
og vanligt hitarúm við útsýni
yvir lónina.
Men tey flestu ganga bara
runt og njóta tað himmalska
bláa vatnið. Onkur fer upp
og keypir sær ein ís, og tað
kennist rættuliga sum ein
er sunnanfyri, tá ein liggur
hálvt undir í heitum vatni við
einum ísi í hondini.
Kann lívið gerast so nógv
betur?
Eg ivist!
Í fótasporunum
hjá Pipar&Salt
Ein kann rættuliga njóta lívið í Bláu Lón. Er sólin frammi ber eisini væl til at sóla sær, hóast at luftin bara er eini 10 stig
Puntur nr. 22