Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 122 - 28. juni 2006 Flúgv bíliga frá London Nú Atlantic Airways er farið at flúgva til London er góður møguleiki hjá føroyingum at koma sera sera bíliga út í heim frá London. Feløg sum Easy Jet og Ryanair eru sokallað lágpprísflogfeløg, og har kann ein ferðast fyri prísir frá 100-200 krónum. Tá er ongin matur ella drykkur við í prísinum, og kemur tú ov seint, er tú noyddur at keypa nýggjan ferðaseðil. Orsøkin til at hesi flogfeløg eru so bílig er at tey ofta flúgva til flogvøllir, ið liggja uttan fyri stórbýarumráðini. Flogfeløgini flúgva eisini bara til vælumtókt pláss, so at tey ofta eru full av fólki. Tænastustøðið er við øðrum orðum ikki serliga høgt, men um tú vil koma bíliga út í heim eru hesi flogfeløg perfekt. Ì flestum førum ber bara til at keypa ferðaseðil á netinum. Her eru adressirnar til nøkur slík flogfeløg: www.ryanair.com www.easyjet.com www.flyme.com www.flynordic.com