mikudagur 28. juni 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 28. juni 2006
47
Urtagarður við 150 sløgum
av føroyskum plantum
Summarið er ferðafólkatíð, eisini á Náttúru-
gripasavninum. Sesongin er frá tíð ferðafólkini byrja at
koma til landið, og til tey fara aftur – frá mai til september.
Fólk allastaðni frá vitja á savninum, men serliga danir
og týskarar eru raskir at vitja, og eisini eru fleiri og
fleiri føroysk vitjandi á Náttúrugripasavninum.
Náttúrugripasavnið er sera vælegnað hjá ferðafólkunum
at kunna seg um náttúruna, áðrenn farið verður út at
uppliva hana. Hetta verður eisini nógv brúkt, og eru
tað serliga nógvar bólkavitjanir við ferðaleiðarum
hesa tíðina. Tey ferðandi hava ofta serligan áhuga fyri
jarðfrøði, hvussu Føroyar vórðu til og hvussu tær eru
uppbygdar. Og á Náttúrugripasavninum fáa tey alt hetta
at vita á framsýningunum har.
Eisini hevur Náttúrugripasavnið ein urtagarð, sum er
sera nógv vitjaður. Urtagarðurin hevur eitt breitt úrval
av føroyskum plantum – umleið 150 ymisk sløg– og er
hann vakur og eisini væl vitjaður um summarið.
Skapið framtíðina saman við okkum...
34 60 52
Skundflutningur
um allan heim
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
LEIÐ 410 / Klaksvík - Leirvík - Fuglafjørður
Nýggj bussleið
Leið 410