mikudagur 28. juni 2006síða 44
Tekstur á síðuni
48
Nr. 122 - 28. juni 2006
Ferðafólkini keypa
postkort og frímerki
Sum alla aðrastaðni, so merkja tey á
posthúsinum, at summarfrítíðin nærkast.
Men í mun til hjá so mongum øðrum, so
merkja tey summarið sum eina friðarliga
tíð. Serliga síðsta vikan í juli og tær fyrstu
í august eru friðarligar, tí tá halda øll virkir
og allar fyritøkur summarfrí, so posturin er
ikki tann sama hesa tíðina.
Men tað merkir ikki, at tey onki hava at
gera hjá Postverk Føroya. Ferðafólkini vitja
nógv á posthúsinum um summarið, og er
tað serliga á Posthúsinum í Miðbýnum, sum
merkir mest til ferðafólkini. Meginparturin
av ferðafólkunum umborð á teimum stóru
ferðamannaskipunum, sum koma til landið,
koma niðan í Posthúsið í Miðbýnum, og
har er tað serliga frímerkir og postkort,
sum tey selja til tey ferðandi, og sum tey
síðani senda av landinum.