hósdagur 29. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
Framførslurnar vóru
bæði festligar, fjøl
broyttar og forvitnus
ligar, tá londini í Ung
i Norden, vístu tað,
sum tey høvdu fyri
reikað heimanífrá
Ung i Norden
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mikukvøldið vóru allir teir
næstan tríhundrað gestirnir
á Ung i Norden bodnir til
framførslu í høllini á Lærara
skúlanum. Hvørt land hevði
fyrireikað nakrar framførslur
heimanífrá, og flestu lond
ini bjóðaðu veruligar perl
ur av tónleiki, dansi og
sjónleiki. So tað var ein
fullsett læraraskúlahøll, ið
við rungandi lógvabrestum
fagnaði ungu listafólkunum,
sum vísti kynstir síni næstu
tríggjar tímarnar. Hetta var
fyrsta umfarið av framførsl
um og verða fleiri hóskvøld
ið.
Á skránni hetta kvøld
ið vóru londini: Føroyar,
Danmark, Ísland, Noregi,
Áland og Finnland, og vóru
sjálvsagt summi, ið skaraðu
framúr og har tað veruliga
kom til sjóndar, at talan er
um evnaríkar og áhugaverd
ar ungdómar. Eitt nú kunnu
vit nevna danska innslagið,
sum millum annað var ein
ógemeina góður filmur,
Kaffeterror, sum næmingar
á Filmskúlanum hava gjørt.
Vónandi ferð at bera til at
leggja hann út á portalin, so
øll kunnu síggja hann. Ísland
vísti okkum eina øðrvísi og
eitt sindur speirekandi, men
kortini kjerliga útgáva av
søgu landsins, har svørt
fólk við hvítum andlitum og
hondum mimaðu, meðan ein
speakararødd greiddi frá. Úti
í gongini aftaná lat í einum
dana: Jeg vidste sku ik’ at
Bjørk kom fra Island.
Hej UiN 06 – stórsligið show
»Sitat: Jeg vidste sku ik’ at
Bjørk kom fra Island...«
tíðindi
7
Eksotiskur búkdansur frá norsku Mariu!
Við hvítmálaðum andlitum og
hondum vísa tey okkum alla søgu
Íslands. Framúr væl frágingið og
fyrireikað niður í minstu smálutir.
Orkestrið Stainless Steel úr Álandi. Vóru sannir úrmælingar á ljóðførunum
Ein bláur finskur frostdansur, har evnið er ísur, skjálvti og sauna