Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 123 - 29. juni 2006 Tað minti ikki sørt um eina altjóða handan av virðislønum, tá ið heiðurslønirnar í tiltakinum Best røkta bygd 2006 vóru avdúkaðar og handaðar í samkomu í Listaskálanum. Men tiltakið hevur ein meiri álvarsligan og ítøkiligan samfelagstýdning, ið kanska ikki altíð er so lættur at leggja til merkis í gerandisdegnum Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo “Har er neyvan nøkur bygd í Føroyum har øll kommunal og almenn viðurskifti eru heilt í lagi.” Hendan staðfesting stendur m.a. at lesa í almenna skrivinum, sum boðar frá tiltakinum og soleiðis kann arbeiðið, við at minka sum mest um dálking, framyvir gerast betri. Men, at lata heiðurslønir fyri slík avrik er eitt herðaklapp og ein serlig almenn góðkenning av teimum teimum heiðraðu støðunum. Og harafturat er heitið á heiðurslønini er ikki “væl røkt bygd”, men “Best røkta bygd”. Ein metingarnevnd, umboðandi fakkunnleika, hevur ar­beitt við at finna fram vinnararnar og grundgeva fyri avgerðunum hjá nevnd­unum. Nevndin er um­boða av stovnum og feløg­um: Ferðaráð Før­oya, Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan, Agenda 21 Stovan, Føroya Fornminnissavn, Arkitektafelag Føroya, Før­oya Náttúru – og um­hvørvisverndarfelag. Í tíðindaskrivi frá fyri­ skipararnir verður boðað frá, at miðað verður eftir at vekja áhuga fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum, siði og mentan. Lyklaorð í tiltakinum Best røkta bygd munnu vera burðardygg menning og atlit til um­hvørvið, og man ein høvuðstanki við tiltakinum eisini vera at økja um tilvitanina av hesum báðum viðurskiftunum. Í ár fevndi tiltakið um fleiri heiðurslønir enn áður, hetta man vera at koma nærri ásetta endamálinum. Afturat heiðurslønini vóru Best røkta á, Best røkta strandalinja og Besta átak. Tað var á eini hugnaligari samkomu í Listaskálanum, at heiðurslønirnar vóru handaðar. Pinnamatur og okkurt leskiligt var at drekka afturvið, undan sjálvari handanini. At byrja við søgdu Bergmann Finnson, frá Agenda 21 Stovuni og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági nøkur orð um týdningin av tiltakinum. Burðardygg menning og atlit til umhvørvið Bergmann Finnson tosaði um teir báðar tættirnar: burðardygg menning og atlit til umhvørvið. Rio- sáttmálin frá 1992, har lond samtyktu at raðfesta hesi bæði hægri í kjaki, verki og lógum, og soleiðis at minka um dálkingina. Og nógv er hent síðan 1992. Í 2004 var Agenda 21 Stovan sett á stovn. Hendan stovan kunnar og ráðgevur kommunum og øðrum um hvussu ein minkar um dálking. Eisini legði hann dent á, at menning og útbygging, sum ein neyðugur partur av samfelagnum, skal fara fram á einum burðardyggum grundarlagi. Menningin leggur lunnar undir trivnað í einum samfelag. Nógvar kommunur eru farnar í holtur við at betra um hesi viðurskiftini, men nógv og nógvastaðni kundi hetta verið betri. “Ungur nemur gamal fremur” við hesum orðatakinum peikaði Berg­ mann á týdningin við, at tey ungu verða upplýst og tilvitað um vandarnar við dálking. Í hesum høpinum eru t.d. ruddingardagarnir eitt hent tiltak – bæði sosialt og viðvíkjandi tilvitan. – Um tú einaferð hevur verið við til ein ruddingardag, so kastar tú neyvan ein kipspakka út í tað fría, segði Bergmann Finnson at enda. Týdningurin av at vinna heiðurin Borgarstjórin í bygdini Sandavági, ið tvær ferðir hevur fingið heiðurin at kunna kalla seg Best røkta bygd í Føroyum, var eisini biðin at siga nøkur orð. Heiðurin hevur havt stóra ávirkan á bygdina, talan hevur verið um eina synergi- effekt, har virðislønin hevur sett gongd í arbeiðið við at minka um dálking av ymiskum slag. Og ikki bara í bygdini, millum grannar, men eisini út um bygdina og restina av landinum hava fólk tikið hetta við dálking og óruddi í størri álvara. Fyri borgarar í Sandavági hevur heiðurslønin verið ein æra, sum ein hevur hildið í hevd. Eisini er tað týðandi at nýta tær atfinningarnar, ið eisini eru í einum tílíkum tiltaki, til nakað skilagott, legði Rósa Samuelsen dent á. Handan av virðis­ lønum, Best røkta á Síðan vóru handanirnar av heiðurslønunum á skránni. Fyrst handaði aðalstjórin á Innlendismálaráðnum Rúni Joensen virðislønirnar til vinnararnar av Best røkta á og Best røkta strandalinja. Av ásettum krøvum til heiðurin, best røktu á, var eisini at trivnaðurin kring staðið tikin við í metingina. Vinnarin gjørdist Lagá í Hósvík. Í grundgevingini var m.a. nevnt hvussu rein, væl røkta og stórsligin hon veruliga er. Stór sæð einki spillandi burturkast verður koyrt niður í hana og lætt er at koma til hana og gott hjá børnum at spæla. Besta átak 2006 Umboð fyri Suðuroyar Sparikassa handaði virð­ is­lønina fyri Besta átak. Vinnarin gjørdist Eig­ arafelagið Tórsbyrgi, býling­urin í eysturbýnum í Tórshavn. Meta Palle tók ímóti virðislønini. Hesin heiðurin kundi falla einstaklingum, felags­ skapum og fleiri í lut. Í hesum førinum var í grundgevingini ført fram, at nýhugsan var framd í verki og kann metast sum ein fyrimynd fyri onnur, bæði, tá ið viðvíkur burða­dyggari menning lokalsamfelagnum, trivnað og vernd av okkara um­hvørvið og náttúru. Eig­ arafelagið hevur 30 ár á baki og hevur stovningardag nú leygardagin. Felagið fevnir um 36 hús, umleið 80 fólk búgva har. Yngsti íbúgvin er 6 ár og elsti er 90 ár. Best røkta strandalinja 2006 Best røkta strandalinja varð handa Fámjin. Eitt av krøvunum til best røktu strandalinju var, at hon skuldi liggja upp til ella framvið bgydum øki. Somuleiðis var met um flora, fauna, órudd, dálking frá tøðum og kloakk, viðlíkahald av lendingum, havnum og neystum, trivn­aðar- og sosialt lív í mun til strondina. Í grund­ gevingini var sagt at ein sá týðuliga at lív var við strandalinjuna og, at hon var ein náttúrligur partur av gerandisdegnum í bygdini. Fjørðan var ruddilig og væl røkt. Byggingin fram við strandalinjuna var mett at vera væl skipa. Áir og løkir fram við strondini vóru flest allar reinar og kloakk og annað spillvatn ført út á sjógv. Eitt afturvendandi krav til heiðurs var at trivnaðurin var tikin við. Í grundgevingini var nevnt at vitjandi hava møguleika at steðga á og njóta okkurt lætt afturvið einum kaffimunni. Økið er eisini karmur um annað skipað felagslív, sum fer fram í bygdini. Elin Nielsen, borgarstjóri, fór upp at taka ímóti heiðrinum. Besta røkta bygd 2006 Løtu seinni var Elin Nielsen aftur kalla upp at taka ímóti tí stóra heiðrinum fyri best røktu bygd. Hon fekk handa blómutyssi, minnisplátu og málning av Øssuri Mohr. Soleiðis var Fámjins bygd heiðra tvær ferðir. Borgarstjórin var sera ovfarin av at eisini vinna hendan stóra heiðurin. Hon var sera glað fyri báðar heiðurslønirnar. Heilt frá barni av hevur hon tikið upp órudd í fjøruni og hon kundi bara taka undir við tí, ið varð ført fram við tí at tað hevði stóran týdning at ungdómar vóru upplýst um vandarnar við dálking. Og aftur var framførda orðtakið viðkomandi. Hetta var eitt stórt herðaklapp, og tey í Fámjin fóru at halda á fram við hesum arbeiðinum. Fámjin er Best røkta bygd 2006 tíðindi Borgarstjórin, Elin Nielsen, var tvær ferðir uppi og tók ímóti heiðursløn, fyri Best røktu strandalinju og Best røktu bygd 2006. Frá vinstru standa: Meta Palle, forkvinna fyri Eigarafelagnum á Tórsbyrgi, Jógvan Mørkøre og Heðin Zachariassen, umboð fyri Hósvíkar bygd, Bjarta Berg, úr trivnaðarnevndini hjá Hvalbiar bygdaráði, Arni Nielsen, næstformaður í bygdaráðnum Fámjin, og Elin Nielsen, borgarstjóri Fámjin. Bergmann finnson frá Agenda 21 segði nøkur orð undan handanunum av heiðurslønunum. Hann legði dentin á burðardygga menning og tilvitan um umhvørvi