Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006  Mikukvøldið var tiltak í Vestur­kirkj­ uni við sálma- og vísusangi og fram­ løgum í samband við at bókin Andlig vísuløg, eftir Mari­ anne Clausen er givin út. Bókin er útgivin av forlagnum Stiðin Bókaútgáva um sang í Føroyum Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Tiltakið byrjaði við at sang­arar úr Tjørnuvík sungu kingosang. Í flokki gingu tey inneftir kirkju­ gólvinum syngjandi. Vest­ urkirkjan rigg aði sera væl til júst hetta tiltakið við kingosangi, ið rungaði í stóra rúminum. Tað var stórsligið og bergtakandi at hoyra sálmasangin, sum hann varð framborin av tjørnuvíkingum. Kórið taldi 16 sangarar, 10 mansrøddir og 6 kvinnurøddir. Eisini sungu Niels og Lúlli úr Fuglafirði. Teir vóru júst afturkomnir úr Grønlandi, har teir hava sungið. Petra Iversen úr Kvívík sang eisini tveir sálmar. Marianne Clausen høvundur legði verk sítt fram og segði nøkur um arbeiðið sítt. Eisini greiddi Jógvan Gerðalíð forvitnisliga frá hansara arbeiði við at fáa gamlan sálmasang sungnan inn á plátu í 1950unum. Marianne Clausen fylgir í fótasporum pápa síns, tónleikagranskarin Karl Clausen, og hevur lagt hetta stóra verk til rættis. upprunaliga var talan um 1400 løg, men hon valdi 765 løg út. Tað er gamal sálma- og vísusangur frá 1902 og hundrað ár fram, ið myndar bulin av hennara arbeiði. Hon hevur fingið allar upptøkur, sum eru til taks úr hesum tíðarskeiðnum. Annars hevur hon eisini havt annað tilfar við í arbeiðinum, t.d. var tann eina skriftliga keldan frá 1600-talinum og var pappírið í sera ringum standi. Marianne hevur út­búgving innan tónleik og hennara arbeiði, nú seinast í bókaútgávu, má sigast at vera ein fongur fyri føroyska mentan og samfelag. Fólkasangur – ein søga um sang í Føroyum Marianne legði verk sítt fram og setti sálmasangin inn undir karmarnar av fólkasanginum. Fólk­ sangurin kennist í roynd og veru við at vera tillagaður umstøðunum. Soleiðis var eisini við kingosangi í gamla føroyska samfelagnum. Ein sangari sang ongantíð júst á sama hátt sum hann frammanundan var fram­borin. - Hetta er tað áhugaverda við fólka­ sangum, slegði Marianne Clausen fast. Sangurin, sum hon hevur lurtað eftir og skrivað niður, er komin ígjøgnum eina tilgongd uppá 200 ár, har sangurin er vorðin prýddur við ymiskum sanghættum. Men innanundir sæst kingo-sangurin, ið ger botnin í sanginum. Kingo- sálmar vóru væl umboðaðir í almennu sálmabókini fyri Danmark-Noreg Ríkið. Marianne fór longur aftur í tíðina í síni frágreiðing um tilgongdina av føroyska sálmasanginum. Sambært henni er føroysk sang- siðvenja – út frá hennara tilfari at døma – eitt úrslit av eini samanrenning mill­ um sangin frá trúbótini og hin gregorianska og meiri seigliga sangin. Høvundurin av “Andligum vísum” metir hetta tilfar vera ein stóran alheim, sum átrúnað og musikalitet. Marianne gav eisini eitt yvirlit yvir upptøkur, ið gjørdar eru gjøgnum tíðirnar. At enda takkaði hon fyri tey, ið hjálpt høvdu til við arbeiðinum. 1950, úr Klaksvík til Tjørnuvíkar eftir sálmasangarum Søgan, ið Jógvan Gerðalíð segði frá, var bæði for­ kunnug og skemtilig. Á ferð í Tjørnuvík, har hann og onnnur høvdu havt møti, hoyrdu tey sálmasang – meiri at kalla harmljóð. Hetta var frá eini jarðarferð. Hetta hugtók Jógvan so mikið at hann seinni, skipaði so fyri at tjørnuvíkingar komu til Klaksvíkar at syngja inn á plátu. Sungið var á skúlanum í Klaksvík. Útgerðin til upptøkurnar var annars keypt í 1946 í Danmark og vigaði hon 100 pund. Til stuttleika viðmerkti Jógvan, at hann í dag hevði ein geyma, har hann allurin heimurin passar inn. So, hendan søgan um plátuinnspæling av kingosangi úr 1950unum var ein forkunnug søga at hoyra í 2006. Jógvan Gerðalíð var sera glaður fyri hesa bókaútgávuna og viðmerkti, at hetta ikki var nakað lættissoppa verk. At enda sungu tjørnu­ víkingar sálmin “Som den gyldne sol frembryder”. Hetta var ein hóskandi endi á tiltakinum, og umboðar helst væl tað mikla tilfarið, ið Marianne Clausen nú hevur fest á blað. Og tað kann væl verða, sum Marianne fyrr á kvøldinum segði, at løg úr bókini aftur koma í hevdina í føroyskum sangi. tíðindi Andlig Vísu­ løg, ein føroyskur mentanar­ dýrgripur Marianna Clausen skrivar í bókina, ið Niesl Midjord júst hevur ognað sær. Um 200 fólk høvdu leita sær vegin innar Tjørnuvíkingar sungu til hesa hugnaligu og áhugaverdu løtuna í Vesturkirkjuni