hósdagur 29. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 123 - 29. juni 2006
Fundurin, sum formanskapur Norðurlanda
ráðsins júst hevur hildið í Føroyum, hevur
sambært forseta ráðsins gloppað dyrnar fyri
Føroyum til Norðurlandaráðið. Forsetin,
danski fólkatingsmaðurin Ole Stavad
segði í samrøðu við blaðið í gjár, at nú
fyriliggur frágreiðing frá fókarættarligum
serfrøðingum um støðuna hjá sjálvstýrandi
londunum. Niðurstøðan tykist vera, sambært
Stavad, at eingin løgfrøðilig forðing longur
er fyri fullum limaskapi.
Orsøkin til hesa kúvending er, at fólkarættur
tykist vera í skjótari broyting. Meðan tað
fyri bert tjúgu árum síðani var so, at
bindandi avtalur bert kundu gerast millum
sjálvstøðug lond, so er tað nú vorðið alt
meira vanligt, at sjálvstýrandi lond og
ymsir felagsskapir gera bindandi avtalur
við sjálvstøðugar statir. Her er tí eingin
forðing longur fyri limaskapinum hjá
okkum. Spurningurin er so, um vit veruliga
vilja henda limaskap? Vilja vit rinda tað,
ið hetta kostar? Vilja vit taka lut í øllum
virkseminum av fullum huga?
Vit ivast ikki í, at føroyingar allir veruliga
hava viljan til at taka lut í norðurlendskum
samstarvi og rinda tað, ið hetta kostar. Her
er jú nógv at vinna: stuðul til vísindi og
mentan, royndir, kontaktir og netverk – alt
hugtøk, sum eru neyðug fyri eina tjóð í
menning og eina tjóð á veg fram ímóti alt
størri sjálvræði. Vit ivast ikki í, at landsstýri,
samgonga so væl sum andstøða av fullum
huga nú fara at virka fyri fullum limaskapi í
Norðurlandaráðnum, og øll ynskja ivaleyst,
at hetta skal fara at eydnast væl.
Sosialurin
Dyrnar á glopp
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Tað er bygdasligt tvætl, at Leirvík og Gøta
skulu vera alternativ til Runavík og Klaksvík.
Randi í Jógvanstovu
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
viðmerkingar
Sakligar og reiðiligar grund
gevingar er minsta kravið,
sum bæði lesarin og tann,
ið stendur fyri skotum,
eigur at kunna seta til eina
oddagrein. Ikki minst tá hon
fellur so harðan dóm yvir
politisku myndugleikarnar,
sum oddagreinin ”Skammið
tykkum” í Sosialinum í
gjár.
Men hetta minstakravið
livir oddagreinin í Sosialin
um ikki upp til.
Oddagreinin
umtalar
broytingarnar í stuðulsskip
anini fyri børn, og leggur
politiska
myndugleikan
undir við hesum at vilja gera
fíggjarligar niðurskerjingar,
og tí eisini at vilja gera
”eitt afturstig, sum hóttir
við at reka okkara borgarar
av landinum”, og at vilja
”lækka
tænastustøðið
hjá børnum við serligum
tørvi”.
Hetta er bæði ósatt og
ósakligt. Umleggingarnar
við stuðulsskipanini miðja
júst eftir tí øvugta: at skapa
eina nýggja, fíggjarliga og
fakliga sterkari skipan, sum
fer at geva børnunum og
teirra foreldrum eina betri
tænastu á einum tryggari
og hægri støði.
Hinvegin er tað rætt, at í
nøkrum einstøkum førum
hevur umleggingin ført
til trupulleikar hjá nøkr
um familjum í hesi skiftis
tíðini, meðan tær nýggju
starvssetaninar í stuðuls
skipanini fara fram. Ongin
harmast hetta meira enn
vit, sum varða av hesum
viðurskiftunum
politiskt
og fyrisitingarliga. Og sum
fráboðað, so vænta og vóna
vit, at tað verður vunnið á
hesum trupulleikum í hes
um døgum, nú tær seinastu
starvssetaninar verða fing
nar upp á pláss.
Men hetta eru einstakir
trupulleikar, og tað er
ósakligt út frá hesum at
skera alt yvir ein kamb
og skíra allan reformin av
stuðulsskipanini fyri óndan
politiskan illvilja móti teim
um veikastu í okkara sam
felag.
Oddagreinin leggur polit
iska myndugleikanum und
ir, at hann ikki vil raðfesta
hesi børn við serligum tørvi,
og at hann setir tey afturum
betong og asfalt, so at tað
ikki verða ráð at verja hesi
veikastu í samfelagnum.
Til tað er at siga, at tað
neyvan er nakað annað
økið, ið er raðfest við so
stórum vøkstri, sum tilboð
ini til brekað børn og teirra
familjur. Tað er henda talv
an niðanfyri týðiligt prógv
fyri, sum vísir at fyri bara
hesi síðstu 3 árini er játtanin
til brekað børn hækkað við
45%.
Henda játtan fevnir um
meirútreiðslur til familjur
við brekaðum børnum,
stuðlar og stovnstilboð til
brekað børn. Í játtanini fyri
2006 eru 12,7 mió., sum
eru fluttar til kommunurnar
í samband við tilboðini til
brekað børn í kommunalu
dagstovnunum.
Men raðfestingin av brek
aðum børnum snýr seg ikki
bara um játtanina, men
eisini um hvussu vit kunnu
fáa eina betri tænastu burtur
úr teim upphæddum, sum
verða játtaðar. Eitt dømi
um hetta er, at við nýggju
stuðulsskipanina fyri børn
verða møguleikar fyri at
stovnseta og samskipa slík
tilboð, sum ikki var gjørligt
undir gomlu skipanini.
Sum nú í komandi mánað,
tá
stuðulsstova
fer
at
verða skipað í Ovarugøtu
í Hoyvík, við dagtilboði til
fjølbrekað børn, við tilboði
um døgnumlætting, við
starvsfólkum við fakligum
pedagogiskum og fysiurg
iskum førleika.
Broytingarnar í stuðuls
skipanini eru stórar, og
tað er ómetaliga harmiligt
at tær í einstøkum førum
hava elvt til trupulleikar.
Alt verður gjørt fyri at fáa
hesi viðurskifti í rættlag
sum skjótast. Endamálið
er ikki, sum oddagreinin í
Sosialinum rør upp undir,
at gera umstøðurnar hjá
brekaðum børnum verri,
men tvørturímóti at geva
teimum og teirra familjum
eina betri og tryggari tæn
astu. Tað vóni eg eisini fer
at eydnast við góðum sam
starvi millum allar avvar
andi partar.
Ósaklig oddagrein um stuðulsskipanina
fyri brekað børn
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Játtan til brekað børn 2003 2006 Hækking
Í mió. kr.
36,8 53,4 16,6 mió 45 %
Álitisfólk felagsins átala harðliga, at kommunalpolitikk
arar og fíggjarmálaráðharrin ikki taka størri ábyrgd av
sáttmálaøkinum við at vera við til samráðingarnar, serliga
við atliti til tær stóru broytingarnar innan dagstovna- og
stuðulsøkið.
Nevndin í Føroya Pedagogfelag er okkara politiskt valdu
talsmenn.
Vit heita tí á politikkararnar at seta seg til samráðingar
borðið beinanvegin.
Álitisfólk og Nevnd
í Føroya Pedagogfelag
Yvirlýsing:
Einmælt samtykt á álitisfólkafundi 26.juni 2006