Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 11 Tá Hans Pauli Strøm sig­ ur í útvarpinum, at sam­ gongan er samd um, at eldraøkið ikki skal leggjast út til kommunurnar, er tað ikki rætt. Sjálvt um javnaðarflokkurin er ímóti at leggja út til kommun­ urnar, er hetta ikki sam­ gongan, sum er ímóti. Tað hevur ikki verið og er ikki yvi hjá fólkaflokkinum, um at kommunurnar eru minst líka væl førar fyri at umsita øki, sum eitt nú eldraøkið, skúlaøkið og barna­verndarøkið, vit síggja hvussu væl tað er eyðnast við barnaansingarøkinum og vit kundu nevnt onnur øki við. Tá talan er um eldraøkið, kunnu vit bert ásanna, at høvdu kommunurnar ikki tikið um endan, verið íbirt­ arin og arbeitt miðvíst við at fáa bygt pláss til tey eldru, og tey, sum hava tørv fyri røkt, hevði staðið nógv verri til á eldraøkinum, hetta er ikki bara nakað sum verður slongt út, men ein veruleiki, ið kann prógv­ ast. Kommunurnar, sum løgdu saman til nú Sunda kommunu, byrjaðu fyri skjótt mongum árum síðani, at arbeiða við at byggja røktarheim, og er tað nú langt um leingi komið. Hetta er eitt sera stórt framstig og ein sera stórur tryggleiki hjá teimum, ið skulu gera brúk av hesum møguleika og ein sera stórur tryggleiki hjá teimum avvarandi. Mín meining er, at um hetta stig ikki bleiv tikið av kommununi, so vóru vit ikki í tí støðu, sum vit eru í, nevniliga at hava fingið røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, takka verið øllum teimum, sum vóru við í hesum megnartakið. Sunda kommuna hevur brúkt 21,5 mió til bygging í samband við eldraøkið. Skulu vit samanbera tað við Tórshavnar kommunu, skuldi Tórshavnar komm­ una brúkt 280 mió. og Klaksvíkar kommuna brúkt 62 mió. Eisini kann upplýsast, at Sunda komm­una hevur brúkt 26 mió. til íløgur á barna­ ansingarøkinum, so argu­ ment­ið, at tað bert eru tær stóru kommunurnar, ið megna uppgávuna, er ikki altíð hon sum kann brúkast. Sjálvsagt skal tað vera hóskandi eindir, tá talan er um at umsita tað, sum eigur at leggjast út til kommunurnar, men hetta hevði ikki verið gjørt á barnaansingarøkinum, um økið ikki var lagt út til kommununa. Íløgan til røktarheimið hevði ikki verið gjørd, um komm­ unan ikki var íbyrtarin/ stig­takarin.Hetta er gjøg­ numgangandi á øllum øk­in­ um viðv. land og komm­ unur. Út frá hesum, og út frá øðrum, sum er hent mill­ um land og kommunur, er veg­urin til framburð úti í økinum og hjá tí ein­ staka borgaranum, fram­ haldandi at fáa lagt øki út til kommunurnar, út til nærumhvørvið, har tann lokali mynduleikin umsitir tey einstøku økini. Tá talan er um visión 2015, má arbeiðast fyri at fáa skipað kommunurnar í hóskandi eindir, og geva kommununum eitt nógv størri innihald, enn tær hava í dag. Avgerðin og ábyrgdin eigur at liggja úti í økinum, úti hjá kommununum. Fólkaflokkurin arbeiðir fyri at leggja út til kommunurnar, og á tann hátt menna og styrkja økini runt um í landinum. Kommunurnar hava víst og vísa ábyrgd, og megna líka væl, um ikki betri, at røkja uppgávurnar, tí eiga vit framhaldandi at arbeiða við at leggja tað út, sum partvíst er lagt út til kommunurnar, og tá ið tað er gjørt, eiga vit framhaldandi at leggja onnur øki út at umsita og reka. Fari við hesum at gera vart við, at vit eru ikki anarkistar, og eru heldur ikki við til at fremja anarkismu. Lógin um kommunusamanlegging­ ar er hildin til punkt og prikk. Hvørki Leirvíkar ella Gøtu kommuna hava brotið nakra lóg við at gera samstarvsavtalu. Hvørgin av okkum ynskir at vinna nøkrum neis. Vit ynskja at samstarva á jøvnum føti, tað er so einki forborgið í tí, ella? Tvær vælriknar komm­ unur ganga saman, finna góðar loysnir, til frama fyri borgarum okkara, skuldi nak­að ilt verið í tí? Greinskrivarin sigur, at vit kundu veri eitt alternativ mótvegis Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Hví alternativ til tær kommun­ urnar ? Hattar er bygdasligt tvætl, tú gongur í alt ov trongum skóm. Samstarv er lyklaorðið! Gevist við hasum lokal­ patriotiska møsninum, og kom víðari á leiðini fram, borgaranum til frama, eins væl og samfelag okkara. Upp um stikið, út um bøgarðarnar, kann tykjast ræðandi í fyrsta umfari, eg meini tó at vit eiga at royna tað. Við ynski um gott sam­ starv framyvir. Vit eiga at leggja fleiri øki út til kommunurnar Trupulleikar loysast við samráðingum Tíðindaskriv Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya hevur seinnapartin í dag veðri á fundi við nevndina í Føroya Pedagogfelag. Tosa bleiv um hvussu samráðingarnar kunnu halda áfram. Nevndin í KAF er metir, at trupulleikarnir viðv. grein 5 í Dagstovnalógini kunnu loysast við samráðingum millum partarnar. Tí vil nevndin í KAF heita á Føroya Pedagogfelag um sum skjótast, at koma aftur til samráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya løgtingsmaður Heðin Zachariasen Viðmerking til oddagrein í Dimmu 26-06-06 Randi í Jógvanstovu Kór-matiné í Havnar kirkju Leygardagin 1 juli kl. 11.30 fer keypmannahavnarkórið Audite at syngja í Havnar kirkju. Kamarkórið Audite verð stovnað fyri 20 árum síðani, og hetta kór syngur bæði kirkjutónleik og verðsligan klassiskan tónleik. Verk, tey hava framført eru m.a. Fauré´s Requiem og Haydn`s Kleine Orgelmesse. Kórleiðari er Adam Faber. Hann er klaverpedagogur og hevur arbeitt bæði á Musikkkonservatoriinum og sum ”syngjumeistari” á Kg. Teatrinum við ”Det lille operakor”. Á Føroyaferðini verða verk at hoyra eftir Jandel, Benjamin Britten, Johs. Brahms, Vagn Holmboe og Weyse. Matinéin byrjar stundisliga kl. 11.30 og er ókeypis viðmerkingar