hósdagur 29. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 123 - 29. juni 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
30. juni 2006 hava hjúnini
Sonja og Johannes Jakobsen,
Saltangará, verið gift í 50
ár.
Sonja er ættað úr Klaksvík.
Foreldrini vóru Fredrikka og
Hans Hansen í Garðinum.
Fredrikka var ættað úr
Kunoy, og Hans var ættaður
úr Klaksvík.
Johannes er ættaður úr
Norðragøtu.
Foreldrini
vóru Nicolina og Amaliel
Jacobsen. Nicolina var úr
Norðragøtu og Amaliel var
ættaður av Skipanesi.
Johannes fór til Klaksvíkar
í 1948 at arbeiða á Lítlu
Beding og byrjaði at læra
til elektrikara hjá Tummas
Thomsen í 1949. Aftaná
lokna lærutíð fóru tey niður
til Odense, har Johannes
lærdi til el-innleggjara, með
an Sonja arbeiddi á fabrikk.
Tey giftust á ráðhúsinum í
Odense í 1956 og fóru síðan
brúdleypsferð til Hamburg
á motorsúkklu. Tey fluttu
aftur til Føroyar sama árið
og búsettust í Klaksvík,
inntil tey í oktober 1958
fluttu til Søldarfjarðar, har
hann byrjaði sítt arbeiðið
sum el-innleggjari. Aftaná
stutta tíð í Søldarfirði fluttu
tey til Runavíkar, har tey
búðu í húsunum hjá Linu
og Sigurd Højgaard inntil
summarið 1964, tá tey fluttu
til Saltangará. Har hava tey
havt el-innleggjaravirkið og
handil (El-Húsið) inntil fyri
fáum árum síðan.
Sonja
og
Johannes
fingu fimm børn: Frígerð,
Charles, Ivy, Filip og John,
og ommu-og abbabørnini
eru 12 í tali.
Gullbrúdleypsdagin verða
tey burturstødd. Vit ynskja
teimum hjartaliga tillukku
við degnum og ynskja
teimum nógv góð ár og
Harrans signing framyvir.
Børnini
Vanliga eru gestabøkur
millum A5 og A4 í stødd
og ymiskar í tjúgd, men
ein gestabók í stødd við
eina svávuldós er ikki heilt
vanlig. Eina slíka eigur
Inger Hansen í Havn, sum
fekk hesa mini-gestabókina
fjá mammu síni, Herdis
Danielsen (1911-1979), sum
man vera ein tann minsta í
landinum.
Søgan um hesa lítlu
gestabókina er tann, at
Herdis sum ung genta byrj
aði at skriva saman við
eini danskari gentu, Else
Petersen úr Randers. Tær
høvdu brævaskifti í mong
ár. Tá so kríggið breyt út
í 1940 kom ein støðgur
í, men eftir kríggið hildu
tær á við brævaskiftinum.
Dóttir hesa Else Petersen
og svigarsonurin búðu
og arbeiddu eina tíð í Før
oyum.
Hesa lítlu gestabókina
fekk Herdis Danielsen eina
ferð sum gávu frá donsku
vinkonuni. Fyrstu ferð hon
var brúkt var tá hon og mað
urin, Hilmar Danielsen,
høvdu silvurbrúdleyp í 1961.
Herdis (f. Nybo) og Hilmar
vóru bæði av Hvítanesi.
Inger sigur, at mamman
vildi hava øll, sum koma á
vitjan at skriva í gestabókina,
sum er full av smáum heilsan
um. Seinastu ferð at skrivað
var í bókina var á jólum
1978. Árið fyri at Hardis
andaðist. Tað kundi verið
áhugavert at vita, um fleiri
slíkar bøkur eru at finna í
landinum.
Gullbrúdleyp
Gestabók á stødd við eina svávuldós
Herdis og Hilmar Danielsen
í Havn. Um teirra yrkisleið
er stutt at siga, at Herdis
var á Sanatoriinum sum
arbeiðisgenta, og eisini
hjá dr.Lynge. Tey seinnu
árini bant hon nógv fyri
Heimavirkið. Hilmar
Danielsen (1911-1984) fór
til skips sum heilt ungur,
seinni koyrdi hann lastbil
hjá Júst Sivertsen í eini 19 ár,
og fór síðan til Jón Hansen,
har hann koyrdi lastbil í
21 ár. Har var hann, var til
hann gavst at arbeiða. Hann
átti eisini bát saman við
svigarsoninum, so hann var
ofta á floti, og nógv vóru tey
sum fingu eitt grýtuklárt kók
frá honum
Gestabókin er á stødd við eina svávuldós. Navnið hjá Herdis er
graverað í bókina
Else Petersen úr Randers sum
gav Herdis gestabókina
Hóskvøldið 22. juni
skipaði Føroya Shell
fyri fyrilestri um
fyrstuhjálp fyri MC-
fólki í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Á fund
inum vóru umboð
fyri MC-feløgini
í Suðurstreymoy.
Fyrilestrarhaldari
var Johannes Nilssen
frá HTF-stovuni
MC
Í seinastu viku skipaði P/F
Føroya Shell fyri einum
umfatandi trygdarátaki
bæði fyri teirra egnu starvs
fólkum og øðrum. Tiltakið
var ein partur av einum
heimsumfatandi átaki,
har Shell setur heilsu,
trygd og umhvørvi ovast á
dagsskránna.
Í Miðlahúsinum var eitt
tiltak fyri MC-fólk, har
Johannes Nilssen frá HTF-
stovuni helt ein kunnandi
fyrilestur um fyrstuhjálp
og trygd. HTF stendur
fyri Heilsu, Tilbúgving og
Fyrstuhjálp og samstarvar
við Falk í Danmark.
Johannes legði dent
á, at tey sum hava tikið
fyrstuhjálparskeið fáa tey
dagførd, og at tað er av
stórum týdningi at tá t.d.
fleiri motorsúkklur koyra
túrar saman, skal minst
ein av súkklunum hava
fyrstuhjáplarútgerð við.
Eisini kunnaði hann um
menningina innan fyrstu
hjálp.
Endamálið við fyrilestrin
um var at fáa MC-fólkini at
leggja størri dent á trygd og
vera fyrireikað til at geva
fyrstuhjálp.
P/F Føroya Shell:
Fyrilestur um
fyrstuhjálp fyri
MC-fólkum
Johannes Nilssen frá HTF-stovuni helt ein kunnandi
fyrilestur um fyrstuhjálp og trygd
Mynd: Jens Kristian Vang