Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 13 Diana Hansen, Klaks­ vík, andaðist týsdagin, 80 ára gomul. Kistan fer úr Kapellinum á Klaksvíkarsjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesta leygardagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Dianu, kunnu lata eina peningagávu til Zarepta; konta í peningastovninum. Henning Joensen, ættaður úr Vági, búsitandi í Miðvági, andaðist týsdagin 27. juni 65 ára gamal. Kistan fer frá Ellisheiminum fríggjakvøldið kl. 18. heim í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju leygardagin 1. juli kl. 13. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði Henning Olaf Joensen f. 17. januar 1941 í Vági búsitandi í Miðvági andaðist týskvøldið 27. juni á Ellis- og Røktar- heiminum í Vágum. Kistan fer frá Ellisheiminum fríggjakvøldið kl. 18.00 heim í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju leygardagin 1. juli kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Thorborg Tey, ið vilja minnast Henning, kunnu lata eina peningagávu til Miðvágs kirkju. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at elskaða kona, mamma, omma og langomma Diana Hansen Klaksvík fór heim til Harran týsdagin 27. juni, 80 ára gomul. Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Esmar, Anna, Malena, Óla Jákup og Jógvan Kári Tey, ið vilja minnast Dianu kunnu lata eina peningagávu til Zarepta. Dagurin í morgin 30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Annars er dagurin eisini ein av pálsmessunum. Framsýningin hjá Randi M. Gunnarsdóttir í Lobby-ini á Hotel Hafnia hongur uppi til og við leygardagin 1. juli. Talan er um eina máln­ ingar, har myndaevnið er Føroyar. Randi M. Gunnarsdóttir starvast sum stuðuls­peda­ gogur og undirvísir í kvøld­ skúlanum í máling og list. Mikudagin 28. juni komu Holy Riders við Norrønu, og skipað varð fyri almennari móttøku í gamla Komm­unuskúlagarði, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð teim­um vælkomnum. Eisini var sangur á skránni MC Fríggjadagin og leygardagin verður á fyrsta sinni hildin ein kristilig motorsúkklustevna, kallað “Atlantic Bike Meet”, í Føroyum. Tað er felagið Holy Riders MC Føroyar, sum í hesum sambandi fær vitjan úr Norra og Týsk­ landi. Umframt útlendingarnar, verður eisini luttøka av øll­um teimum lokalu MC- feløgunum í Føroyum, og einstaklingar. Stevnan verður sett fríggjadagin 30. juni og heldur fram leygardagin 1. juli. Í samband við stevnuna, verða eisini evangeliskir fundir hildnir. Hóskvøldið kl. 20 tal­ar týskarin Kornelius Nov­ ak í Oasuni, Hoyvík, og sunnudagin verða møt­ir í “Kelduni” og í “Evang­elii­ húsinum” í Havn. Viðrar, verð­ur útifundur í miðbýnum í Havn kl. 21. Leygarkvøldið 1. juli, verður skipað fyri stórari almennari gospelkonsert í Kelduni kl. 20, har bólkarnir Vanja, Laila & Barbara, Sof­ us Hansen, Magni Christi­ an­sen og Eyðun Jacobsen Band luttaka. Randi M. Gunnarsdóttir: Málningaframsýning á Hafnia Randi M. Gunnarsdóttir hevur eina málningafram­ sýning á Hotel Hafnia til og við 1. juli Mynd: Jens Kristian Vang Holy Riders komnir til Føroya Holy Riders vitja í Miðlahúsinum, f.v. Victor Carlsen frá Holy Riders í Føroyum, Ole Kristian Kjenes úr Norra, og Kornelius Novak, vanliga nevndur Mondo, ið er forseti fyri týsku deildina hjá Holy Riders Mynd: Magnus Gunnarsson