hósdagur 29. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 123 - 29. juni 2006
– Eg haldi, at tað hevur
verið ein sera positiv gongd
í hesum máli, nú vit hava
fingið eina serfrøðingar
frágreiðing, ið setir til viks
allar løgfrøðiligar forðingar
fyri føroyskum sjálvstøð
ugum limaskapi í Norð
urlandaráðnum. Hetta sig
ur Inge Lønning, norskur
limur í formansskapinum í
Norðurlandaráðnum. Hann
hevur júst verið á fundi í
Føroyum, har norðurlendski
limaskapurin var til við
gerðar.
Inge Lønning sigur, at
sambart nýggju frágreið
ingini eru nú ongar ser
stakar løgfrøðiligar forð
ingar fyri fullum føroyskum
limaskapi, og tað merkir í
praksis, at tað nú eru reint
politiskir spurningar støða
skal takast til, áðrenn
endaligur føroyskur lima
skapur kemur uppá pláss.
– Vit skilja sera væl
ynskið hjá føroyingum at
fáa fullan sjálvstøðugan
limaskap,
men
norska
støðan er eisini tann, at vit
ynskja ikki at leggja okkum
út í tær bilaterala avtalur,
sum eru galdandi millum
Føroyar og Danmark og
Grønland ella Finland og
Áland.
– Men um er semja er í
tingunum og stjórnunum í
Føroyum og Danmark um
limaskap, hvør er so norska
støðan til fullan limaskap?
– Tá fara vit frá norskari
síðu ikki at hava nakað
ímóti fullum limaskapi.
– Merkir tað, at sama
málið fer ikki at seta fót
fyri føroyska ynskinum
um limaskap?
– Tað er møguligt, at
norska stjórnin vil viðgera
tað málið eisini, um talan
verður
um
umfatandi
broytingar í Helsingfors
avtaluni. Men eg rokni ikki
við, at hetta fer at vera
nøkur treyt.
– Heldur tú, at man í
næstu framtíð fer at síggja
Føroyar sum fullgyldugan
lim í Norðurlandaráðnum?
– Ja tað haldi eg. Tað
nýtist ikki at taka langa tíð.
Men tað er ikki avgerandi,
um hetta tekur eitt ella
fleiri ár. Bara tað hendir er
mest umráðandi.
– So tú sær sjálvur fegin,
at Føroyar fáa fullan
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum!
-Ja.
Norski Inge Lønning í Norðurlandaráðnum:
– Noreg eingin forðing
fyri føroyskum limaskapi
-Tað er ikki spurning
urin, um tað tekur eitt
ella tvey ár. Avgerandi
er, at tað hendir sigur
norski limurin í for
mansskapinum í
Norðurlandaráðnum,
Inge Lønning, sum
fegin sær, at Føroyar
fáa fullan sjálvstøðug
an limaskap í Ráð
num.
Norðurlandaráðið
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hetta hevur verið ein
frálíkur fundur, og nú skulu
vit halda fram við at tosa
um, hvussu vit kunnu fáa
Føroyum fleiri rættindi á
jøvnum føti við aðrar. Hetta
sigur svenska umboðið í
formansskapinum í Norð
urlandaráðnum,
Gabriel
Romanus við Sosialin, eftir
fundirnar, sum hava verið í
formansskapinum í Havn
hesar seinastu dagarnar.
Gabriel Romanus heldur
tað eisini vera gott fyri
málið, at tað nú er komið
fram, at ongar løgfrøðiligar
ella fólkarættarligar forð
ingar eru fyri fullum før
oyskum limaskapi. Hann
vísir tó í sama viðfangi á,
at føroysku limirnir í
Norðurlandaráðnum í dag
hava javnbjóðis rættindi og
fullan atkvøðurætt sum
hinir limirnir. Føroyingar
kunnu eisini veljast til bæði
forseta og varaforseta í
sjálvum Norðurlandaráð
num, sum fevnir um ting
limur úr teimum norður
lendsku parlamentunum, so
har eru ongar avmarkingar.
Nú snýr tað seg tó meira
um sjálvt Ráðharraráðið
enn um parlamentariska
Norðurlandaráðið. Hvussu
tú skal handfara spurningin
um møguligar komandi
føroyskar limir í Ráð
harrranum. Skulu teir hava
somu rættindi sum hini
stjórnarumboðini!
– Hvør er tín støða til
tann spurningin sum um
boð fyri Svøríki?
– Vit mugu útgreina, hvat
hetta ber við sær ítøkiliga.
Og tað hava vit ikki gjørt
enn. Vit kunnu staðfesta, at
slíkur fullur limaskapur
hevur ikki tær stóru broyt
ingarnar við sær, tá talan er
um Norðurlandaráðið. Tað
verða helst størri broyting
ar, tá talan er um Ráðharra
ráðið. Tí er hetta ein spurn
ingur, sum stjórnirnar mugu
tosa um og ikki parlament
arikararnir.
– Men sær tú trupulleikar
í at røkka á mál – at fáa
konsensus um broyting í
Helsingforsavtaluni?
– Tað geri eg ikki. Men
hetta er eitt mál fyri stjórn
irnar.
Gabriel Romanus sigur
víðari, at nú má Ráðharra
ráðið í Norðurlandaráðnum
taka málið upp og seta út í
kortið. Her eru nógvir
spurningar at taka støðu til:
verður talan um vetorætt
fyri allar partar ella skal
atkvøðast í Ráðharraráð
num, har Føroyar skulu
hava eina atkvøðu eins væl
og Danmark, sum hevur 5
mill. í búgvar, meðan tað
einans búgva 50.000 fólk í
Føroyum!
Sjálvur heldur Gabriel
Romanus, at man eigur at
arbeiða við at skapa semjur,
tvs.
konsensus
millum
stjórnirnar, heldur enn at
tosa um atkvøðurætt. Tað
fer at geva besta úrslitið, og
tað haldur hann eisini
verður arbeitt við longu
nú.
Gabriel Romanus leggur
aftrat, at Svøríki leggur seg
ikki út í spurningar, sum
eru millum Føroyar og
Danmark,
men
landið
ynskir, at man framhaldandi
hevur eitt effektivt Ráð
harraráð og skulu broytingar
gerast í Helsingforsavtaluni,
so má man eisini tryggja
sær at hava eitt effektivt
ráð.
Svii um føroyskan limaskap:
– Mugu vita hvat hetta inniber
– Ein týðandi forðing
er burtur, nú einki í
fólkarættinum er til
hindurs fyri fullum
føroyskum limaskapi
í Norðurlandaráð
num. Nú er tað tó upp
til stjórnirnar at meta
um, hvat hesin lima
skapur inniber sigur
Gabriel Romanus,
svenska umboðið í
formansskapinum í
Norðurlandaráðnum.
Norðurlandaráðið
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Inge Lønning, norska
umboðið í formansskapinum í
Norðurlandaráðnum:
–Er semja millum Danmark
og Føroyar síggi eg nakran
trupulleika í, at Føroyar fáa
fullan limaskap.
Mynd Jens K Vang