Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 15 tíðindi Fáa allir portørarnir í Føroyum ikki sín vilja, kann tað enda við at teir leggja arbeiði niður og so standa sjúkrabilarnir og nógv annað arbeiði í sambandi við sjúkrahúsini fer eisini at liggja lamið Portørar og fakfelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er púra greitt, at vit steðga ikki her. Gunnar Hjelm er púra avgjørdur. Hann er talsmaður hjá øll­ um portørunum í Føroyum. Portørarnir hava verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, men nú vilja teir heldur upp í Starvsmannafelagið. Samstundis vilja teir flyta sam­ráðingarrættin frá Ar­beiðsmannafelagnum, yvir í Starvsmannafelagið. Men tað vil Fíggjar­mála­ ráðið ikki, tí ráðið sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur samráðingarrættin og harvið verður tað. Felagið fer ikki at sam­ ráðast við fleiri fakfeløg um sama sáttmálaøki og á teimum økjum, sáttmáli er, verður samráðingarrætturin ikki fluttur. Finna seg ikki í hesum Men hetta góðtaka port­ør­ ar­nir undir ongum um­støð­ um. – Tað er púra greitt, at málið steðgar ikki her, men at vit fara at arbeiða víðari við málinum. Vit fara ikki at góðtaka at vera stavnsbundin undir einum sáttmála, vit ikki góðtaka, sigur Gunnar Hjelm. Hann sigur, at portørarnir finna seg ikki í hesum. – Fìggjarmálararáðið skal gera sær púra greitt, at vit bakka ikki. Vit vilja upp í Starvsmannafelagið og vit vilja hava Starvs­ manna­felagið at samráðast fyri okkum og ikki Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann leggur afturat, at so verður tað gjørt, sum er neyðugt fyri at vit fáa tann rætt, vit halda, at vit eiga og tað er rætturin at skifta fakfelag. Vit spurdu eisini Gunnar Hjelm um portørarnir eisini eru til reiðar at leggja arbeiði niður fyri at sleppa upp í Starvsmananfelagið. Tað vil hann ikki svara beinleiðis upp á. – Men eru ongir aðrir møgu­leikar, ivist eg onga løtu í, at tiltøk kunnu verða sett í verk, sigur hann. Allir partar ásanna, at port­ørarnir hava fullan rætt at vera í tí fakfelag, sum teir vilja vera í. Men tað er onki vert at fara upp í Starvsmannafelag, fylgir samráðingarrætturin ikki við. – Tað hongur ikki saman, sigur Gunnar Hjelm. Tiltøk kunnu verða sett í verk Hann sigur, at tí halda port­ørarnir fast við, at teir nú fara at gera eitt sátt­ málauppskot saman við Starvsmannafelagnum. Hetta uppskotið fer Starvs­mannafelagið so til Fíggjarmálaráðið við. – Men vil Fíggjarmálaráðið ikki samráðast, er tað ein nýggj støða og so mugu vit taka støðu til tað. Talsmaðurin hjá port­ør­ unum sigur, at vil Fìggj­ar­ málaráðið ikki samráðast, eru aðrar leiðir at ganga og tað kann als ikki útihýsast, at tiltøk kunnu vera sett í verk. Tað kann so merkja, at arbeiðið verður lagt niður onkusvegna og tað fer so aftur at raka sjúkraflutning og annars ymiskt arbeiði inni á sjúkrahúsunum. – Tað sigur seg sjálvt, at eftirsum vit allir portørar í landinum eru at kalla full­ samdir um, at vit vilja upp í Starvsmannafelagið, kunnu vit ikki finna okkum í at vera skúgvað til viks, bara við tí grundgeving, at tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eigur samráðingarrættin. Afturútsigldir Annars skilir hann væl, at Fìggjarmálaráðið tvíheldur um, at Fíggjarmálaráðið vil varðveita samráðingarrættin hjá Havnar Arbeiðs­manna­ felag. – Tað skerst ikki burtur, at í arbeiðsmannafelagnum eru vit løntir sum arbeiðsmenn og okkara lønir og eftir­lønar­ viðurskifti eru munandi verri enn hjá okkara starvsfeløgum í Danmark. – Tí vildi tað verið væl dýrari hjá Fíggjarmálaráðnum at flutt samráðingarrættin yvir til Starvsmannafelagið. – Men vit eru ikki ófak­ lærdir arbeiðsmenn. Vit eru faklærdir portørar við eini stórari ábyrgd. Vit seta lívið í vága, tá ið vit koyra við nógvari ferð í neyðsend eftir sjúklingum og vit hava førleika at veita eina ávísa viðgerð á staðnum og á veg á sjúkrahúsið. – Og vit vit eisini trygg­ leikin hjá borgarunum, tá ið illa vil til og tí hava vit eisini eina stóra ábyrgd – Tí halda vit ikki, at vit hoyra heima í einum ar­beiðsmannafelag, men tað er ein stórur spurningur um ikki hvør trukkførari hevur betri løn enn vit – uttan at hetta á nakran hátt skal skiljast sum niðursetandi ímóti teimum. – Men vit vilja vird og lønt fyri tað arbeiði og tað ábyrgd, vit hava og tí vilja vit hava hesi viðurskifti í rættlag, sigur Gunnar Hjelm. Tí vónar hann framvegis, at Fíggjarmálaráðið skiftir meining og vil sessast við samráðingarborðið saman við Starvsmannafelagnum, sum er fakfelagið hjá fak­ lærd­um fólki. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag er vónbrotin, at portørarnir venda felagnum bakið, uttan at teir nakrantíð hava tosað við felagið um støðuna. Hann sigur, at málið er ikki so einfalt, sum tað verður gjørt til Portørar og fakfelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er eitt vónbrot, at port­ ørarnir ætla at rýma úr Havnar Arbeiðsmananfelag, uttan at tosa við okkum fyrst. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er vónbrotin av, at portørarnir nú eru farnir at fjeppast upp í Starvsmannafelagnum, eft­ ir at teir hava verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag í eini 40 ár. – Teir hava ongantíð tos­að við Havnar Arbeiðs­manna­ felag, áðrenn teir hava tikið hetta stigið og tað er hugstoytt, sigur Hans Joensen. – Tað minsta var, at teir tosaðu við okkum um støð­una fyrst, leggur hann afturat. Áðrenn teir lupu avstað, áttu teir at hava kent tað sum sína skyldu at kanna viðurskftini og fyrimunir og vansar hjá felagnum, teir eru í. Tað hava teir ikki gjørt, men tað vil eg heita á teir um at gera. Hann ásannar, at vit hava fakfelags frælsi, so portør­ arnir kunnu fara í tað felag, teir vilja. Portørarnir vilja ikki vera limir hjá okkum, tí vit eru eitt arbeiðsmannafelag. Men hetta er ikki nóg góð orsøk at skifta felag, tí tað er ikki navnið, sum hevur týdning, tað er sáttmálin og vit hava ein serligan sáttmála fyri portørar. – Og tað eru framvegis eitt fitt tal av portørum, sum framvegis vilja vera limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men vit gera ikki sáttmála fyri eitt ávíst tal av portørum. Vit gera sáttmála fyri eitt øki. – Men at lata Starvs­manna­ felagið eisini yvirtaka sam­ ráðingar, verður tor­ført, tí tað er Havnar Arbeiðs­ manna­felag, sum hevur sam­ ráðingarrættin á økinum. – Og tað eru framvegis eitt fitt tal av portørum, sum framvegis vilja vera limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men vit gera ikki sáttmála fyri eitt ávíst tal av portørum. Vit gera sáttmála fyri eitt øki. Hans Joensen vil ikki í smálutir, men hann iv­ast í um portørarnir saman­lagt fáa betri sømdir í Starvs­ mannafelagnum. – Lønarkarmurin er tann sami, um tú so ert í einum felag ella einum øðrum fe­l­ ag. Tað, sum ger munin er, hvussu fakfelagið raðfestir lønarkarmin og hvat hann skal brúkast til. Summi raðfesta eftirlønir, summi raðfesta løn­arhækkingar og onnur rað­festa lívstryggingar. – Men samanlagt er karm­ ur­in tann sami og sostatt eisini úrslitið, staðfestir for­ maðurin í Havnar Arbeiðs­ mannafelag. Hann sigur, at higartil hava portørarnir fingið somu lønarhækking sum onnur, so teir hava á ongan hátt verið við sviðusoð Støðan er eisini tann, at tað er lætt at gera Havnar Arbeiðsmannafelag til synda­ bukk, men veruleikin er tann, at teir ymsu portørarnir hava ógvuliga ymisk áhugamál og tí er torført at samansjóða sjónarmiðini. – Men tað er skeivt, at Havn­ar Arbeiðsmannafelag er orsøkin til, at portørarnir hava ein sáttmála, sum teir halda ikki er nóg góður. – Tað er altíð Fíggjar­mála­ ráðið, sum ger ein sáttmála, sama um mótparturin er Havnar Arbeiðsmananfelag ella Starvsmannafelag, sigur Hans Joensen. – Í løtuni eru samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tær steðgaðu tí Fíggjar­ mála­ráðið vildi ikki ganga undir krøv frá okkum um at serligar ágóðar til portørar á ymsum økjum, tí teir eru í einum serligum starvi, har teir eru undir stórum sálar­ligum trýsti og eisini viðhvørt seta seg sjálvan í vanda. – Men har er glið komið á og tí er tað óheppið, at hetta stingur seg upp nú – Ístaðin fyri at rýma, skuldu teir heldur tikið lógva­tak saman við okk­ um um at fáa so góðan sátt­ mála sum gjørligt, sig­ur formaðurin í Havnar Ar­beiðs­ mannafelag. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vónbrotin Vit seta hart ímóti hørðum – Vit vilja vera vird og lønt fyri tað arbeiði, vit gera, sigur Gunnar Hjelm, talsmaður hjá føroysku portørunum. Teir tvíhalda um, at framyvir skal tað vera Starvsmannfelagið, sum skal samráðast fyri teir og ikki Havnar Arbeiðsmannafelag, sum annars hevur havt samráðingarrættin tey seinastu 40 árini. Tí steðga vit ikki her, fyri tað um Fíggjarmálaráðið sigur nei, staðfestir hann