hósdagur 29. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
16 tíðindi
- Vandi er fyri, at
veðurlagsbroytingar
nar kunnu fáa rákið
av heitum sjógvi at
vikna, og tað kann
fáa ógvuliga stórar
avleiðingar fyri okk
ara havleiðir, heldur
Bogi Hansen
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við vísindaligu
ráðstevnuna, ASOF, sum er
í Føroyum í hesum døgum,
vórðu tveir fyrilestrar hildnir
í Norðurlandahúsinum miku
kvøldið. Fyrilestrarhaldarar
vóru norðmenninir, Svein
Østerhus og Helge Drange.
Fríggjakvøldið fer aftur
ein norðmaður, Harald
Loeng, at halda fyrilestur,
og síðan fer okkara, Bogi
Hansen, havlívfrøðingur, á
pallin.
Bogi fer at greiða frá
spurninginum,
hvørja
ávirkan veðurlagsbroyt
ingarnar kunnu fáa á lív
og fiskiskap á Føroya
grunninum.
Ávirka náttúruna
Tey komandi 100 árini er
væntandi, at veðurlagið á
jørðini fer at broytast nógv.
– Jørðin sum heild er longu
hitnað, og hetta fer at versna.
Eisini onnur veðurfyribrigdi
enn hiti fara at broytast.
Hetta merkir, at plantur og
djór á landi og sjógvi fara
at hava øðrvísi umstøður at
liva undir.
Bogi Hansen heldur tað
vera ógvuliga torført at
spáa um, júst hvussu broyt
ingarnar fara at ávirka nátt
úruna og tær vinnur, eitt nú
fiskiskap, sum eru tengdar
at náttúruni.
Heitur sjógvur
– Á Føroyagrunninum eru
serliga tvey viðurskifti sum
gera umstøðurnar hjá okkum
heilt serligar og viðbreknar.
Tað fyrsta er, at vit liggja
umgyrd av heitum sjógvi,
sum ferðast úr Atlantshavi
norðureftir og eystureftir.
Bogi Hansen sigur, at
hetta er høvuðsorsøkin til,
at sjógvurin um okkara
leiðir er nógv heitari enn
vanligt er aðrastaðni á sama
breiddarstigi.
– Men vandi er fyri, at
veðurlagsbroytingarnar fáa
hetta rákið av heitum sjógvi
at vikna – og hetta kann fáa
ógvuliga stórar avleiðingar
fyri okkara havleiðir, heldur
hann.
Skiftandi gróður
Havlívfrøðingurin sigur, at
tað næsta, ið sermerkir Før
oyagrunnin, er, at gróðurin
er so skiftandi – frá einum
ári til annað.
– Tey góðu árini er gróð
urin nógvar ferðir meira
enn tey vánaligu. Gróðurin
er tað, sum fiskur og onnur
djór hava at liva av. Tí eru
møguleikarnir fyri fiskiskapi
heftir at gróðrinum, sum aftur
er heftur at veðurlagnum.
Bogi vísir á, at hitin í
luftini teir fyrstu mánaðarnar
av árinum eisini tykist hava
stóran týdning, og helst
hevur vindurin hesa árstíðina
eisini nógv at siga.
Føroyar viðbreknar
– Enn eru hesi viðurskifti ov
lítið kannað til, at nakað kann
sigast við vissu um, hvussu
lívið á Føroyagrunninum
og fiskiskapurin fara at
merkja tær komandi veður
lagsbroytingarnar.
Bogi Hansen væntar
tó, at Føroyar eru meira
viðbreknar enn flestu onnur
lond, hvat hesum viðvíkur.
– Við ráðstevnuni
í Føroyum er hesin
parturin av arbeiðn
um liðugur, men vit
vóna, at kanningarnar
kunnu halda fram,
sigur Bogi Hansen
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bogi Hansen, havlívfrøðing
ur, sum er føroyska andlitið
inneftir og úteftir, tá ið
ræður um havstreymar og
veðurlagsbroytingar, hevur
havt úr at gera seinastu
dagarnar, nú stór ráðstevna
er í Føroyum.
Ráðstevnan, sum ber heitið
”Arctic – Subarctic Ocean
Fluxes”, stytt ASOF, er endin
á eini langari kanningarrøð,
sum hevur havt til endamáls
at kanna havstreymarnar
millum Atlantshavið og
arktisku havøkini norðanfyri
okkum.
Føroysk luttøka
Ikki færri enn 75 serfrøðingar
úr 13 ymiskum londum eru í
Føroyum í hesum døgum, og
tað er Fiskirannsóknarstovan,
sum skipar fyri ráðstevnuni í
Føroyum.
Fiskirannsóknarstovan
hevur tikið lut í kanningunum
um havstreymarnar, og tað
er felags evropeiski gransk
ingargrunnurin, sum hevur
stuðlað føroysku luttøkuni.
Kanningarnar eru annars
fíggjaðar úr evropeiskum
og norðuramerikanskum
granskingargrunnum.
Gingið væl
Bogi Hansen, havlívfrøð
ingur, sigur í stuttari við
merking í morgun, at ráð
stevnan í Føroyum hevur
gingið ógvuliga væl.
– Ætlanin var, at talið av
serfrøðingum á ráðstevnuni
skuldi vera 80, men nøkur
avboð komu, soleiðis at talið
liggur um 75.
Hann sigur, at teir tríggir
norðmenninir, sum halda
almennu fyrilestrarnir, Svein
Østerhus, Helge Drange og
Harald Loeng, allir eru við
sum ætlað.
– Við ráðstevnuni í Før
oyum er hesin parturin
av kanningararbeiðnum
liðugur, men vit vóna, at
kanningarnar kunnu halda
fram, sigur Bogi Hansen.
Rannsóknarskip
Um dagarnar hevur nýggja
týska rannsóknarskipið,
”Merian”, ligið á Havnini
og maðurin, sum verður
”sjefur” umborð á komandi
túri, týskarin Meincke, er
eisini við á ráðstevnuni í
Føroyum.
Í Føroyum skiftir ”Merian”
ein part av manningini og fer
væntandi av aftur Havnini
einaferð í vikuskiftinum.
Skrivari í ASOF og á
ráðstevnuni í Føroyum er
italska kvinnan, Roberta
Boscolo, sum annars arbeiðir
í Spaniu.
Bogi Hansen, havlívfrøðingur:
Ráðstevnan
hevur eydnast
ógvuliga væl
Bogi Hansen fer í fyrilestri í annaðkvøld at greiða frá, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar fáa á
lív og fiskiskap á Føroyagrunninum. Undir liðini á honum situr skrivarin á ráðstevnuni, Roberta
Boscolo
Mynd: Jens Kr. Vang
Veðurlagsbroytingar:
Kunnu fáa stórar avleiðingar fyri Føroyar
– Á Føroyagrunninum eru serliga tvey viðurskifti sum gera umstøðurnar hjá okkum heilt serligar
og viðbreknar. Eitt er, at vit liggja umgyrd av heitum sjógvi – og hitt er gróðurin, sigur Bogi
Hansen
Mynd: Jens Kr. Vang