hósdagur 29. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
útland
Stutt sagt
Skiparin á russiska trolar
anum „Elektron“ avsannar,
at hann rýmdi undan norsku
sjóverjuni í oktober í fjør
við tveimum norskum eftir
litsmonnum umborð. Norsku
myndugleikarnir hava ákært
skiparan fyri at hava fiskað
ólógliga í Barentshavinum
og fyri at tikið teir báðar eftir
litsmenninar við sær ímóti
teirra vilja.
Teir báðir menninir fóru
umborð á „Elektron“ tann
22. oktober í fjør fyri at
kanna veiði og reiðskap,
men tá russiski trolarin fekk
boð um at koma til Tromsø,
gjørdi skiparin av at seta
kós ímóti Murmansk ístaðin
fyri. Norsk sjóverjuskip
fylgdu trolaranum, men
hóast fleiri áheitanir sýtti
hann fyri at steðga. Ikki
fyrr enn hann var komin í
russiskan sjógv, sluppu teir
báðir eftirlitsmenninar av
trolaranum og umborð á
eitt av teimum norsku sjó
verjuskipunum.
Málið ímóti skiparanum
byrjaði í rættinum í Mur
mansk í gjár, men har
segði skiparin seg vera
púra ósekan. Hann var ikki
rýmdur við teimum báðum
norðmonnunum, men hevði
gjørt av at fara til Murmansk,
tí teir høvdu ikki nóg mikið
av olju til at fara til Tromsø,
segði hann. Skiparin greiddi
frá, at norsk flogfør høvdu
tveitt brandbumbur eftir
„Elektron“, og at norsk
krígsskip høvdu jagstrað
trolaran.
Sambært norskum fjølmiðl
um er skiparin á „Elektron“
vorðin ein sonn hetja í
Murmansk eftir tilburðin í
heyst, og fiskimannafelagið
í Norðurrusslandi hevur
innstill að hann til heitið sum
„Ársins maður“.
Fólk fram við Indiska
Havinum kunnu væntandi
kenna seg eitt sindur trygg
ari nú, tí í gjár varð ein
ávaringarskipan um flóð
aldur sett í gongd.
ST, sum hevur havt eftirlit
við arbeiðinum, sigur, at
skipanin er før fyri at ávara
fólk í øll um londunum
kring Indiska Havið. Talan
er um eitt netverk, sum
umfatar 25 støðir, ið máta
ristingar í undirgrundini,
og 26 støðir, sum bera
upplýsingarnar víðari. Har
umframt eru tríggjar sera
neyvar mátingarstøðir á
djúpum vatni, sigur BBC.
Sambært ST skal nýggja
ávaringarskipanin forða
fyri vanlukkum sum henni
annan jóladag í 2004, tá ein
ógvuslig flóðalda í Indiska
Havinum kravdi meiri enn
200.000 mannalív.
Kyrrahavið hevur longu
eina tilsvarandi ávaringar
skipan, og arbeitt verður
við at gera líknandi skipan
ir fyri Atlantshavið, Mið
jarðarhavið og Karibiska
Havið, sigur BBC.
Amerikanska rúmdarumsit
ingin NASA er farin undir
niðurteljingina til at senda
rúmdarferjuna Discovery
út í rúmdina leygardagin.
Veðurlíkindini
hava
nógv at siga, tá rúmdarfør
skulu sendast avstað, men
sambært veðurmonnunum
verður veðrið til vildar
leygardagin, sunnudagin
og mánadagin, og tí er tað
rættiliga sannlíkt, at Dis
covery verður send út í
rúmdina sum ætlað, skrivar
AP.
Ferðin hjá Discovery er
tann fyrsta í næstan eitt ár
og onnur ferðin síðani van
lukkuna við Columbia fyri
trimum árum síðani.
Hevur vísindin rætt, eru
vit øll ættað undan einum
og sama manni, sum búði í
Afrika fyri mill um 60.000
og 80.000 árum síðani.
Kanningar, sum IBM og
National Geographic hava
gjørt við gentøkni, eru
komnar til ta niðurstøðu, at
í dag er tað Sanfólkið ell a
teir sokall aðu buskmenninir
í Afrika, ið líkjast hesum
upprunamanninum mest.
Hann var sum vera man
ikki einsamall ur, men hans
ara genetisku spor eru sjón
lig hjá eftirkomarunum enn
tann dag í dag, verður sagt.
IBM og National Geo
graphic eru í ferð við at
savna DNA-kanningar frá
100.000 fólkum úr øll um
heiminum, men longu nú
halda tey seg kunna siga
við vissu, at vit øll stava
frá einum og sama manni
í Afrika.
Út í rúmdina leygardagin
Vit eru øll úr Afrika
Ávarar um flóðaldur
Avsannar alt
Í meiri enn tvær
vikur leitaði belgiska
løgreglan eftir Stacy
og Nathalie. Í gjár
vórðu tær funnar
deyðar í einari grøv.
Belgia
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað var kvirt á spæliplássinum
tætt við jarnbreytarstøðina
í belgiska býnum Liége í
gjár. Har plagdu tann sjey
ára gamla Stacy Lemmens
og 10 ára gamla vinkona
hennara, Nathalie Mahy,
at spæla hvønn dag, til tær
brádliga hvurvu um kvøldið
tann 9. juni. Í gjár vórðu tær
funnar deyðar í einari grøv
við jarnbreytina 150 metrar
frá spæliplássinum.
Tá tíðindini bórust, sóust
børn og vaksin leggja blóm
ur og kveikja ljós fram við
jarnbreytini. Í meiri enn
tvær vikur høvdu tey bíðað
og vónað, at genturnar fóru
at koma afturíaftur, men í
gjár fingu tey boðini, sum
øll innast inni høvdu væntað
at frætta.
Stacy
Lemmens
og
Nathalie Mahy høvdu verið
á gøtuveitslu saman við
foreldrunum tann 9. juni.
Foreldrini vóru farin inn á
eina kaffistovu, og tær báðar
genturnar spældu í einari
hoppiborg uttanfyri. Fleiri
hava funnist at foreldrunum,
tí tey lótu genturnar spæla
úti á náttartíð, tí klokkan var
næstan trý, tá tey varnaðust,
at genturnar vóru horvnar.
– Hetta er ein sorgardagur
hjá okkum øll um. Vit vón
aðu, at tær fóru at koma
afturíaftur í øll um góðum,
og vit kundu ikki sleppa
vónini, segði borgarstjórin í
Liége, Will Demeyer, eftir at
hann hevði fingið boðini um
lagnuna hjá teimum báðum
gentunum.
Løgreglan hevur tikið ein
38 ára gamlan mann, sum
er undir ill gruna fyri at
hava beint fyri gentunum,
men hann noktar seg sekan.
Hann varð sæddur uttan fyri
kaffistovuna um kvøldið
tann 9. juni. Fyri einum
hálv um ári síðani slapp hann
leysur úr einum fongsli eftir
at hava sitið ein dóm, sum
hann hevði fingið fyri at hava
misnýtt børn kynsaliga.
Tey seinastu trý árini
hava 130.000 bøndur í
India beint fyri sær
India
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað eru viðurskiftini í heims
handlinum, sum fáa indiskar
bøndur at geva skarvin yvir,
og tá eru nógvir teirra so
tyngdir av skuld, at teir síggja
sær ongan annan útveg enn
at beina fyri sær.
– Heimsbankin fekk okkum
at strika avmarkingarnar
fyri innfluttum vørum
og minstaprísin á land
búnaðarvørum sum eitt
nú bummull . Men teir
kundu ikki tryggja okkum
javnbjóðis kapping á heims
marknaðinum, so bøndur
nir kundu sleppa av við
sínar vørur. Tá prísirnir á
heimsmarknaðinum fell a,
økjast sjálvmorðini mill um
bøndurnar, sigur indiski
landbúnaðarfrøðingurin
Devinder Sharma við danska
blaðið Information.
Ein kanning í landspart
inum Maharastra hevur
avdúkað, at næstan all ir
bøndurnir, sum hava tikið
lívið av sær, høvdu tikið stór
lán fyri at venda gongdini á
garðinum. Teir flestu høvdu
lænt pengarnar frá penga
monnum og fyritøkum, sum
krevja ovurhonds høga rentu,
tí teir indisku bankarnir
halda tað ikki vera ráðiligt at
seta pengar í landbúnaðin.
-Vit vónaðu, at tær fóru at koma
afturíaftur í øllum góðum
Will Demeyer, borgarstjóri í Liége
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Tær komu afturíaftur
– deyðar
Bøndurnir taka lívið
av sær
Stacy Lemmens.
Nathalie Mahy
17
tíðindi