hósdagur 29. juni 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sól og varmi um vikuskiftið
Um
vikuskiftið
eigur
Fuglafjørður túrin at skipa
fyri eini av árligu summar
stevnunum, Varmakeldu
stevnuni.
Hesa seinastu tíðina hava
nógv fólk verið upptikin
við at gera sín part av
skránni so áhugaverdan
sum gjørligt, nú sonn
innrás verður av fólki til
Fuglafjørð um vikuskiftið.
Mesta arbeiðið man kort
ini liggja á herðunum hjá
teimum í ÍF, men á øðrum
støðum liggur heldur ikki
nakað arbeiði eftir.
Hetta sæst aftur í skránni,
sum verður prentað á síðu
36 í dagsins blaði. Her
eigur at verða okkurt fyri
einhvønn tørv og einhvønn
aldursbólk.
At tað í ár eru liðin
samfull 60 ár síðani ÍF
varð sett á stovn, skal
sanniliga markerast. Hetta
verður m.a. gjørt við eini
framsýning í Ribarhúsi
allar stevnudagarnar.
Í ár eru somuleiðis liðin
40 ár síðani virkið Havs
brún varð stovnað. Hóast
einki verður gjørt burtur úr
á stevnuni í hesum sam
bandi, er lítil ivi um, at
hetta virkið eigur sín leik
lut í at Fuglafjørður er væl
fyri fíggjarliga.
Onnur viðurskifti sum
helst fara at merkja prátið
manna millum á stevnuni
er ætlaða samanleggingin
av grannakommununum í
Leirvík og Gøtu.
Veðurmaðurin Peter
Skeel er blíður mótvegis
fuglfirðingum um viku
skiftið. Báðar dagarnar
sigur hann frá turrveðri og
hita millum 12 og 18 stig.
Alt hetta skuldi kunnað
gjørt sítt til at fólkið í
býnum og teir mongu
gestirnir fáa eitt gott viku
skifti.
Góða Varmakeldustevnu!