Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 24 Týsdagin stóðu fýra fitt børn í báta­hylinum og fiskaðu. Brádliga var fagnaðarróp, tí skrubban, tey so longi hava roynt eftir, beit á SKRUBBUVEIÐA Rólant Waag Dam Í dýrdarveðrinum sum var týsdagin í Fuglafirði, høvdu systkinabørnini Vár, Julia- Maria, Henrietta og Djóni leitað sær oman í bátahylin. Ílatin bjargingarvest og við tráu í hond, stóðu tey so fitt og vónaðu, at skrubban tey sóu liggja á botninum fór at býta á. Tey hava roynt í fleiri dagar eftir hesi góðu skrubbu, men tað hevði so ikki eydnast teimum at fáa hana á. Hetta vistu vit á Sosial­ inum sjálvsagt ikki, tá vit fóru oman til tey og spurdu hvussu gekk. – Hyysj, siga tey spakuliga. Men áðrenn vit vita av, eru fagnaðarróp at hoyra. – Skrubban er á, skrubban er á, rópa tey, og í felag baksa tey hana í upp á turt. – Hetta er fyrstu ferð at vit fáa skrubbu her niðri, sigur ovurfegna Vár, sum skundar sær at siga okkum, at tað ikki var hon sum fekk skrubbuna, men at tað var seks ára gamla Julia-Maria. – Í gjár vóru vit í Leirvík og fiskaðu við mammu, babba, abba og teimum, og tá fingu vit 20 fiskar, men vit hava ongantíð fingið nakað her fyrr, sigur Vár smílandi. Hon hevur saman við systk­inabørnunum summ­ arfrí. – Eg veit ikki, hvat vit fara at gera í summar, men eg elski at fiska, og tað plaga eg og abbi at gera, sigur Vár, áðrenn vit blað- og myndamenn vera kveistraðir burtur aftur av systkinabørnunum, sum heldur vildu fiska enn at práta við okkum. tíðindi “Fyrstu ferð, at vit fáa skrubbu her” Systkinabørnini hava roynt væl og longi eftir hesi skrubbuni, tey her baksa í land Myndir: Jens Kr. Vang