Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 25 Í hesum HM-tíðum verður nógv gjørt við kappingar av ymiskum sløgum fyri at tippa um úrslitini av dystunum. Eisini í Fuglafirði er hesin møguleikin til staðar Ungur tippari Snorri Brend Fuglafjørður: Ein av teimum fyritøkunum sum hevur eina slíka kapping gangandi í løtuni, er hand­ ilin hjá Haraldsen í mið­ býnum í Fuglafirði. Á eini plakat verður sagt frá, hvørjir vinningarnir eru henda dagin. Undir hesi plakatini standa tveir ungdómar, – ein genta og ein drongur. Tey geva sær ikki far um nakað annað enn tippingina. Tað er týsdagur og um ein slakan tíma byrjar næsti dysturin millum Brasil­ia og Ghana. Nú skal seðil­in fyllast út, har met­ast skal um úrslitið av hes­um dyst­ inum og hinum dystinum, sum skal leikast seinni um kvøldið. – Eg fylgi væl við í HM- kappingini, sigur 11 ára gamli Benjamin Simonsen. Gitir hann bæði úrslit­ ini rætt er hann við í luta­ kastinum um ein kassa av sodavatni og somuleiðis í lutakastinum um høvuðs­ vinningin. Ikki so gott lið Umframt at fylgja væl við í HM-kappingini so spælir Benjamin eisini fótbólt við býarfelagnum ÍF. Hann spælir við A-liði teirra í piltadeildini. Í dag var hann farin oman til Haraldsen at keypa inn fyri mammu sína. Og hví ikki brúka høvið at tippa tvey úrslit og so kanska vinna høvuðsvinningin, sum er ein MP3-spælari. Hann heldur við Ong­ landi, men týsdagin átti hetta liðið ikki tørn at spæla. Ístaðin skuldi Brasil­ ia spæla móti Ghana og Spanien móti Fraklandi. Fyri Benjamin var eingin ivi um, at Brasilien fór at vinna móti Ghana. Men við hinum dystinum var kanska heldur størri ivi. – Eg vænti tó at Spanien fer at vinna, tí tað franska liðið er ikki so gott, sigur Benjamin. (Seinni skuldi tað vísa seg, at hann bara gitti rætt í fyrra førinum). Júst ímóti tí, sum mong høvdu væntað vann Frak­ land sannførandi 3-1 á Span­ien! Benjamin fekk ikki rætt í dag. Spanien tapti móti Fraklandi Mynd: Jens Kr. Vang Tá góðveður er leita menn sær ofta oman í bátin at arbeiða. Tað dámar Johan Allani Midjord eisini væl Bátar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Í bátahylin­ um her í býnum liggur ein hópur av bátum, og í ein­ um teirra sæst ein maður arbeiða. Maðurin er John Allan Midjord, sum áður hevur starvast sum bankamaður í Føroya Banka. Hann hev­ ur í løtuni farloyvi hag­ani, nú hann gongur á Hand­ ilsháskúlanum í Århus. Hann er nú komin til Før­ oyar í summarfrí og verður her til fyrst í sep­tember, tá skúlin byrjar aft­ur. – Tað er gott at vera í Føroyum, sigur hann. Nógva tíð í Føroyum Um vikuskifti verður ár­liga varmakeldustevnan hild­in í Fuglafirði. Henda stevnan er so ein partur av summarfrítíðini hjá John Allani. Hann lesur sum nevnt í Danmark, men hevur eisini búð aðrastaðni í verðini, m.a. í USA og Onglandi. – Tá eg fái summarfrí, royni eg at fáa so nógva tíð sum gjørligt í Føroyum. Her dámar mær sera væl, sigur hann. Eitt sum honum dámar sera væl í Føroyum er møgu­leikin at arbeiða í bát­in­um, og ikki minst, tá hann sleppur á flot. Í bátahylinum eru góðar umstøður hjá bátunum at liggja kyrt. Og her er so at siga altíð onkur í onkrum báti. – Jú, her fær ein altíð eitt prát um útróður og veður, sigur John Allan. Viðlíkahald Seinnapartin týsdagin var av allar fagrasta veðri, og tá fór John Allan sjálvandi ein túr í bátin. Ein bátur sum hevur eini 20 ár á baki treingir sjálvandi til smærri umvælingar. – Í dag geri eg bert okkurt smávegis viðlíkahald, sigur hann. Tað er nakað síðani at teir seinast vóru á floti. Men hann og pápin hava okkurt árið verið við til várróðurin. Ann­ars dríva teir ikki útróð­ ur sum so, men kundu annars gjørt tað, tí báturin er vælútgjørdur bæði til línu og elektroniska snellu. – Annars dámar mær væl at fiska við tráðu, sigur John Allan. Gekk ikki sum Benjamin tippaði – Eitt gott prát um veður og vind – Tað er gott at arbeiða í bátinum, sigur Johan Allan Mynd: Jens Kr. Vang tíðindi