hósdagur 29. juni 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 123 - 29. juni 2006
Føroyingar høvdu ein
nógv øðrvísi lívsstíl,
enn tað eg var vanur
við. Men eg haldi
tað vera ein sunnan
lívsstíl, og tað er
eisini tí mær dámar
so væl at vitja aftur,
sigur Dave Jones,
sum hevur greiðar
meiningar um, hvørji
øki føroysk lið eiga
at arbeiða við, fyri
at menna føroyskan
fótbólt
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Okey Dave! Hetta tiltakið
komast allir fuglfirðingar
við. Tað stavar frá eina
ferðina, tá ið teir fyri
30 árum síðani vóru á
vøllinum
í
Fuglafirði.
Nógv fólk fylgdi við, tí
nýggi spælarin úr Onglandi
segðist at vera framúr
góður. Kanska dugdu teir
ikki allir so væl eingilskt,
og tá ið Dave Jones eina
ferðina misti bóltin av
vøllinum, viðmerkti ein,
sum ikki var fullkønur í
heimsmálinum, okey Dave!
Tað er ongantið niðuraftur
lagt millum hugfarsligu
fuglfirðingarnar.
Dave Jones rúnarbant
fuglfirðingar og føroyska
fótbóltsheimin, tá ið hann
spældi fótbólt í Fuglafirði.
Hetta var 1977-79. Hann
kom til Føroya saman við
Ken Webberley, sum í 1977
var venjari í Fuglafirði.
Teir báðir høvdu íbúð
saman. Tá ið Dave kom
einsamallur aftur búði hann
hjá Bernhardi Samuelsen,
og nú hann vitjaði aftur,
var tað eisini hjá Bernhardi
Samuelsen hann búði.
Átti sín lut í FM
Meinhardt
Dalbúð
var
liðfelagi við Dave Jones, ta
tíðina hann var í Fuglafirði.
- Dave Jones var fantastiskur
fótbóltsspælari. Saman við
Martin Nugent, sum spældi
í Leirvík í áttati árunum,
man hann vera tann besti
útlendski
álopsspælarin
yvirhøvur, sum hevur verið
í føroyskum fótbólti. Hann
lyfti støðið í Fuglafirði
heilt nógv. Hann dugdi
væl at spæla, hann hevði
gott skot, og so var tað
høvuðspælið. Tað hava
føroyingar ongantíð verið
nakað serligir í. Dave Jones
skallaði við eins stórari ferð
av brotsteigarmarkinum,
sum vit aðrir sparkaðu.
Tað var fantastiskt, minnist
Meinhardt Dalbúð aftur á.
ÍF vann FM í 1979. Dave
Jones var við ein part av
árinum, men hann fór til
hús, áðrenn kappingin var
liðug.
– Ronny Gunnarsson
úr Svøríki var venjari.
Hann og Dave funnu ikki
nakað serligt út av tí, og
so fór Dave til hús. Tað
var harmuligt, at hann ikki
var við alt árið, tí við síni
ávirkan frá 1977 og fram
til eina ferð í 1979 átti
hann heilt víst sín lut í
meistaraskapinum, heldur
Meinhardt Dalbúð.
Altíð vælkomin
í Fuglafirði
At teir vóru tveir úr
Onglandi, venjarin og hann,
gjørdi tað munandi lættari
at fella til. – Men eisini
vanligi fuglfirðingurin tók
væl ímóti mær, og eg havi
altíð kent meg vælkomnan í
Fuglafirði. Eisini nú eg vitji
aftur, greiðir Dave Jones
frá, tá vit hittu hann undan
dystinum móti KÍ. – Eitt
tað fyrsta eg minnist tá eg
kom, var tann nógv øðrvísi
lívsstílurin
føroyingar
høvdu. Ein lívsstíl sum tit
hava megnað at varðveitt í
ein vissan mun. Ein sunnan
lívsstíl, sum eg ikki heilt
dugi at seta orð á, men
onkursvegna er tað nógv
róligari her enn aðrastaðni,
fortelur Dave Jones.
Øgiligt ágrýtni
Men eitt er fólkið, annað
er sjálvt spælið. Hvussu
eru fyrstu fótbóltsminnini
í Føroyum? – Stutt sagt
var spælið ikki serliga
gott. Men leikararnir vóru
ágrýtnir sum fáir, og tann
brennandi
áhugin
fyri
liðnum frá fólkinum kring
felagið, er nakað sum eg
bara kann samanbera við
Premier League, sigur Dave
Jones.
Og meðan vit eru við
enskan fótbólt og Premier
League, so heldur Dave
Jones seg síggja ávís
rák, sum eru tey somu í
Formuladeildini
og
í
Premier League. – Fyri
mær at síggja, so vera stóru
feløgini bara størri, meðan
tey smáu feløgini spakuliga
minka í meðan tey royna at
hanga í. Havnafeløgini eru
alsamt vaksandi, akkurát
sum Chelsea, meðan smáu
feløgini, sum eitt nú ÍF,
hava sera ilt við at hanga í,
staðfestir Dave Jones.
Hetta er ein óheppin
gongd, heldur onglend
ingurin, men samstundis
staðfestir hann, at tað
kanska ikki er so nógv at
gera við tað. – Hjá ÍF kundi
ein møguleiki verið at lagt
saman við LÍF og GÍ, so
hevði tú havt eitt sterkt lið,
heldur Dave Jones.
Vil verða venjari
í Føroyum
Dave Jones hevur eisini
greiðar meiningar um, hvat
hann heldur, at feløgini eiga
at arbeiða við. – Fyrst og
fremst mugu feløgini leggja
størri dent á kropsligu
venjingina og arbeiða meiri
við konditiónsvenjing. Tá
tað er komið upp á pláss,
so áttu feløgini at arbeitt
meiri individuelt við teim
um einstøku leikarunum,
soleiðis at teir fáa serligar
venjingarskráir. Taktiskt
haldi eg eisini at okkurt
eigur at vera bøtt, sigur
Dave Jones, sum ikki
dylur yvir, at tað er ein
av dreymum hansara, at
sleppa at vera venjari hjá
einum føroyskum liði.
Keðiligt við pengum
Tá prátið við Dave Jones
varð gjørt, hevði hann bara
sæð tveir dystir meðan
hann hevði verið her. Hann
hevur annars vitjað her
tvær ferðir áður, og hann
heldur ikki, at føroyskur
fótbóltur hevur ment seg
kollveltandi. – Liðini hava
ment seg, ongin ivi um tað,
men spurningurin er, um
tey hava ment seg nokk.
Eg haldi, at viljin at spæla
fyri liðnum var størri, tá
eg spældi her. Eisini tykist
áhugin fyri feløgunum at
vera fánaður nakað, sigur
Dave Jones. Men hvør er
so orsøkin til hetta, spyrja
vit Dave Jones? – Nú havi
eg bara verið her so fáar
ferðir, og so stutt hvørja
ferð, men eg haldi, at
pengar eru ein orsøk. Eg
haldi ikki, at tað hevur havt
positiv hjáárin at fáa pengar
upp í fótbóltin. Tað tykist
onkursvegna sum, at tað
hevur tikið eitt sindur av
sterka liðandanum, sum
eyðkendi liðini tá eg spældi
her, heldur Dave Jones.
Skoraði móti
Tony Paris
Minnini
eru
mong,
sum Dave Jones hevur í
Fuglafirði. Men sambært
honum, so eru tað næstan
bara góð minnir. – Tað
einasta keðiliga, sum eg
minnist beint nú, er reyða
kortið eg fekk ímóti HB
einaferð, sigur Dave Jones.
Besta
fótbóltsminni
hevur Dave Jones sjálvandi
á vøllinum í Fuglafirði.
Landsmaðurin Tony Paris,
sum í dag aftur er venjari hjá
KÍ, var venjari hjá KÍ tá, og
teir møttu ÍF. – Eg minnist,
at eg var og heilsaði upp á
hann beint áðrenn dystin,
og 20 sekund inn í dystin
skoraði eg. Tað var ótrúliga
stuttligt, og minnist meg
rætt, so vunnu vit dystin
3-1, sigur Dave Jones, sum
var um at fáa sáttmála við
Liverpool, áðrenn hann
kom til Føroya. Hann varð
sáldaður frá millum fimm
teir síðstu. – Tá ið hann var
komin til Føroya, tók hann
á við Everton, og tað skilji
eg, at hann framvegis ger,
sigur Meinhardt Dalbúð,
sum saman við hinum í
Fuglafirði mintist aftur á
góðu dagarnar saman við
Dave Jones eitt hugnaligt
kvøld í Muntra, har gomlu
liðfelagarnir vóru savnaðir.
Okey Dave!
tíðindi
Hann brúkti høvdið
sum eingin annar
Liðið, sum í 1979 vann FM. Dave Jones er ikki á myndini, tí hann var farin heim áðrenn
kappingarárið var liðugt
Gomlu liðfelagarnir
savnaðir, aftast frá
vinstru: David Jones,
Ovi Joensen, Meinhardt
Dalbúð, Hans Cederius
Joensen, Hans Elias
Joensen, Jón Nolsøe
Olsen, Kristian Petersen.
Fremst frá vinstru:
Abraham Løkin,
Herman Midjord, Kaj
Eli Poulsen, Sonni
Jensen. Á myndini
mangla: Sam Jacobsen,
Áki Petersen, Birgir
Thomsen, Jan Nielsen,
Steinbjørn í Lambanum
og Jákup Frants Larsen.