Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 27 Eingin fuglfirðingur visti nakað, fyrrenn tíðindi bórust um at Gøta og Leirvík arbeiddu við at leggja kommunurnar saman. – Men hetta ger einki. Vit hava alt her í Fuglafirði og vit klára okkum sjálvi. Vit hava fyri sovítt ikki brúk fyri hinum, siga fuglfirðingar á gøtuni Samanlegging Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður hevur púrasta sovið í tímanum! Hinar kommunurnar vilja ikki samstarva við okkum at gera! Vit hava ikki brúk fyri teimum. Vit hava klárað okkum sjálvi, og koma eisini at gera tað í framtíðini! Hetta eru trý úttalilsir sum ein møtir, tá ein spyr fuglfirðingin á gøtuni um samanlegging av komm­un­ unum í hesum vinnu­liga sterka parti av Eystur­ oynni. Tvær av kommununum hava nevniliga lagt ætlanir fram um eina samanlegging, sum skal koma í gildi við ársbyrjan 2009. Hetta hava tær gjørt uttan at spyrja Fuglafjørð um ráð ella viðmerkingar. Ja, fuglfirðingar standa rætti­liga spyrjandi um, hví hetta skuldi verða hildið so loyniligt og dult fyri al­menn­inginum. Tað tykist snøgt sagt sum um fólk í Fuglafirði eru tikin fullkomuliga á bóli, tá ætlaða samanleggingin millum granna­kommun­ur­ nar í Leirvík og Gøtu kom fram undan vikuskiftinum. Stutt sagt: Eingin í Fugla­ firði – hvørki tann meinigi maðurin ella býráðslimirnir – høvdu nakað ánilsi um hetta! Ein seinnapartur í Fugla­ firði og prát við fólk geva eina ábending um, hvat fólkið heldur um hetta málið. Nåh!! Tað kom dátt og óvart á mong, tá tíðindi bórust fríggjadagin um ætlanina hjá Leirvík og Gøtu at leggja saman í eina kommunu frá 2009 at rokna. Bæði bygdaráðini tyktust vera fullkomuliga samd í hesum máli, og líkt er til, at henda ætlanin hevur verið væl og virðiliga fyrireikað. Hetta sæst eisini aftur í, at bygdaráðini hava fundast dúgliga um hetta og eru haraftrat vorðin samd um ein sáttmála og ætlaðu fólka­atkvøðuna um hetta málið. Fyrireikingararbeiðið hev­ur eisini verið merkt av seriøsi­teti, tí einki er frætt um ætlanina fyrrenn hon var greið til viðgerð í báðum bygdaráðunum. So væl er arbeitt, at ætl­ anin varð løgd fram fríggja­ dagin og á fundi mána­ kvøldið samtyktu bæði bygda­ráðini ætlanina á fund­um mánakvøldið. Eitt er so tað, at fugl­ firðingurin á gøtuni ikki visti um hesa ætlanina. Men sum skilst á býráðnum og einum býráðslimi, vit hittu á gøtuni, so sigur eingin seg hava vitað tað allarminsta um ætlaðu sam­ anleggingina. – Nåh!, var tann reaktiónin vit fingu frá fuglfirðingum, tá teir vórðu spurdir um viðmerkingar til støðuna. – Hetta vistu vit einki um! Gamalt agg Í slíkum málum vilja fólk altíð vera ójøvn á máli, og soleiðis er eisini støðan millum fuglfirðingar ídag. Ein fuglfirðingur helt fyri, at kommunan hevði sovið í tímanum. Fuglafjørður átti nevniliga fyri langari tíð síðani at tikið upp sam­ ráðingar við leirvíkingar um samanlegging. – Var hetta veruleiki so høvdu vit havt eina stóra og góða kommunu í dag, sigur hesin. Í sama andadrátti varð lagt aftrat, at eftir metingini hjá hesum so er støðan mótvegis Gøtu einføld: Gøta vil snøgt sagt ikki leggja saman við Fuglafirði. – Spyr meg ikki hví. Helst er okkurt gamalt agg, sum enn ikki beint burtur av vegnum! Her er alt! Ein annar fuglfirðingur hevði kortini sína hugsan um, hví grannakommunurnar ikki vilja samstarva við fuglfirðingar. Og øvugt! – Nógv halda, at vit í Fuglafirði eru so reyput og errin av okkara býi. Helst tí at vit hava nóg mikið av peningi. – Sakin er í roynd og veru hon, at vit hava alt her í býnum. Okkum tørvar ikki hjálp frá øðrum, sigur hesin fuglfirðingurin. Hesin visti, at ein hev­ ur tosað um slíkar saman­ leggingar við ávísum mill­um­bilum, men at tað ikki var hent stórvegis í hesum málinum – inntil fríggjadagin í farnu viku. – Men hinvegin. Hvat skulu vit í Fuglafirði sam­ starva við hinar kommun­ urnar um! Tað er ikki neyð­ ugt. Her er alt. – Eg meini. Tað er trupult hjá býráðspolitikkarum okk­ ara at reka nakað valstríð, tí teir kunnu ikki lova nakað til veljararnar. Eg má bara endurtaka, – her er alt! Í Fuglafirði hevur ítrótt­ urin góðar umstøður, tey gomlu og børnini hava sínar og mentanin er í góðum hondum. Og innan tað vinnu­liga gongur avbera væl og so framvegis. Aðrir fuglfirðingar hava tó ikki somu áskoðan. Nógvastaðni vanta kloakk­ skipanir og onnur viður­ skifti. Sum ein segði: – Eitt duga teir kortini væl: Teir duga sera væl at gera kajir! Á knøum til Gøtu Aðrir fuglfirðingar eru meiri stúrnir viðvíkjandi sam­starvinum millum Gøtu og Leirvík. – Vandi er fyri at vit fara at gerast lítlibeiggi í hesum høpi, verður sagt. Støðan er nevniliga hon, at við samanleggingini verða Gøta og Leirvík ein fjølmentari kommuna enn tann í Fuglafirði. Tí er ikki óhugsandi, at í einum framtíðar samstarvi millum hesar tríggjar granna­ kommunurnar, er Fugla­ fjørður nú brádliga vorðin tann minna kommunan. – Fyri mær at síggja kann tað tí gerast soleiðis, at skal eitt framtíðar samstarv fáast í lag, so verður tað við Fuglafirði biðjandi á knøunum.– Tá verða tað hinir sum koma at seta treyt­ ir­nar. Ikki vit!, slær hesin fast. Hansara meting er, at tað er Gøtu kommuna sum hevur tikið stig til hesa samanleggingina. Spælt kortini illa Eitt annað sjónarmið, sum ein møtir ofta í hesum máli er, um ikki Fuglafjørður hevur sovið í tímanum, tá tað galt samanlegging av kommunum. Spurningurin er eisini um býráðið ikki hevur spælt síni kort illa og kanska beinleiðis ótaktiskt. Tá talan í síni tíð var um viðurskiftini við Oynd­ arfjørð er onkur sum heldur, at kommunan ikki var nóg snild, tá henda kommunan valdi at fara saman við Runavík. – Eg haldi, at Rodmund í Runavík spældi síni kort væl. Hann vísti teimum á, hvat teir kundu bjóða oyndfirðingum. – Her hjá okkum varð heldur hinvegin sagt, at vit vilja bara hava tykkum í okkara kommunu. Hetta ljóð­aði meiri sum eitt krav enn sum ein vinarlig innbjóðing, verður sagt. Hesin fuglfirðingurin er tó fult greiður yvir, at tað eisini hevur kostað oyndfirðingum nakað at leggja saman. Hann vísir her til skúla­ byggingina í Oyndarfirði, sum ikki enn er liðug, helst tí at peningur ikki er til at gera arbeiðið liðugt. Forbarmi seg Enn veit eingin, hvussu verður við tí kommunala samstarvinum í framtíðini. Óhugsandi er ikki at Fugla­fjørður verður í ein­ um­hvørjum samstarvi um nøkur ár. Kommunan hevur havt eitt ávíst samstarv við ta stóru grannakommununa í Norðoyggjum. Kanska verður tað tann vegin sam­ starvið skal ganga ella til næstu granna­komm­un­ur­ nar. – Kanska Klaksvík for­ barmar seg yvir okkum, sigur ein fuglfirðingur. Hinvegin er støðan millum grannakommunurnar als ikki merkt av óvinarlagi. Sum tíðindini gingu í Fuglafirði seinnapartin týsdagin hevði borgarstjórin í Gøtu nevniliga ringt til borgarstjóran í Fuglafirði fyrri um dagin. So tað mest natúrliga samstarvið í økinum verður møguleika eisini tað mest natúrliga samstarvið í framtíðini! Fuglfirðingar tiknir á bóli Fuglafjørður hevur alt, og hevur tí ikki fyri neyðini at samstarva við onnur. Aðrir fuglfirðingar meta, at kommunan hevur sovið í tímanum, og má nú á knø fyri at biðja um samstarv við Leirvík og Gøtu Mynd: Jens Kr. Vang tíðindi