Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 123 - 29. juni 2006 Skalt tú við bilinum á verkstað í Fuglafirði, er ikki vist at tað er so lætt at fáa tað í lag. Í roynd og veru er bert eittans bilverkstaðið í býnum, Auto Gloss. – Vit hava nóg mik­ ið at gera, sig­ur kvinnu­ligi verk­staðar­ leiðarin, Sheila á Horni Bilverkstaður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Skalt tú á verkstað við bili tínum noyðist tú at leita tær langt, langt niðan í bygdini, heilt niðan á Innandalsveg nr. 19. Ovast í bygdini liggur bil­ verkstaðið Auto Gloss, her til ber at fáa gjørdar allar umvælingar og annað slíkt arbeiði við einum bili. Hóast mong munnu halda, at verkstaðið liggur langt frá alfaravegi, so eru tað kortini mong sum gera brúk av tí. Næsta verkstað liggur í roynd og veru á Kambsdali. – Vit skulu ikki klaga. Vit hava nóg mikið at gera, sigur verkstaðarleiðarin, Sheila. Pappírsarbeiði Í góðveðrinum týsdagin vóru tey sjálvandi til ar­beið­ is her á verkstaðnum, ovar­ laga í býnum. Vanliga hava tey nóg mikið at gera, men henda dagin var kortini ikki so nógv at gera. Orsøkin til hetta var hin einfalda: Verk­ staðið fer í summarfrí, tá henda vikan er at enda kom­ in. – Nú royna vit at fáa øll arbeiðini frá hond áðrenn vikuskiftið, sigur Sheila. Inni á verkstaðnum stend­ur ein bilur sum fær sínar umvælingar gjørdar. Uttanfyri stendur ein lítil lastbilur, sum skal skifta ein skerm út og í túninum stendur ein triði bilur. Hann treingir til eina ker­ liga hond, og henni stendur Sheila fyri í dag: Hesin svarti bilurin treingir til eitt vask, og vit fáa høvið at skifta orð við hana undir hesum arbeiðinum. Sum verkstaðarleiðari hev­ur Sheila ein hóp av uppgávum at taka sær av hvønn einasta dag. Ein av uppgávum hennara er sjálvandi at taka ímóti bíleggingum og ordrum hjá viðskiftafólkunum. Ann­ ars er talan um at skipa ar­beiðið og taka sær av øll­ um pappírsarbeiðinum. – Men tann týdningar­ mesta uppgávan er kortini at tosa við kundarnar, sigur Sheila. Ikki bert mannfólk Sheila fór av álvara inn í tað, sum mong skíra fyri eina mannfólkaverð, tá byrjaði at læra til maskinsmið. Hon varð útlærd sum slík­ur í 2002 og árið eftir sum maskinist. Hetta hevur hon sjálvandi hoyrt okkurt smávegis um. – Eg haldi tó, at tað serliga vóru teir eldru sum tá hugsaðu um tað at hava ein kvinnuligan starvs­fe­ laga. Men teir ungu søgdu tað bara vera OK. – Men tað var beinanvegin at teir eldru vandu seg við hetta, og tí var tað eingin trupulleiki av tí, sigur Sheila. Ella sum hon so beinrakið sigur tað: – Tað er heldur ikki neyðugt at hetta ar­beiði bara skal vera fyri mann­ fólk! Hon hevur ikki arbeitt sum maskinistur síðani hon var liðug, men hevur verið knýtt at bilverkstaðnum Auto Gloss, sum í roynd og veru er ein familjufyritøka. – Nú eri eg her, og so fær ein síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða. – Her er í øllum førum gott at vera. Og tað verður tí helst hetta, eg komi at gera í framtíðini, sigur Sheila. – Týðandi at tosa við kundan Søgulig stevna hjá ÍF Ítróttur: Í ár eru liðin 60 ár síðani fólk í Fuglafirði tóku stig til at stovna ítróttarfelagið í bygdini við styttingini ÍF. Hetta felagið er virkið enn, og nú á Varmakeldu er ætlanin at lýsa hetta felagið í orðum og myndum. Hetta verður gjørt við eini framsýning, sum verður í Ribarhúsi stevnudagarnar. Opið verður allar dagar frá kl. 15 til 22. Eitt av størstu brøgdunum hjá felagnum mundi vera, tá bestu fótbóltsleikarar felag­ sins gjørdust føroyameistarar kappingarárið 1979. Hetta og mangt annað verður helst væl og virðiliga lýst á framsýningini. sb. Meistarar hittast Fótbóltur: Seinnapartin leygardagin hittast ÍF og felagsliðið VB/Sumba til stevnudyst í Formuladeildini. Her er talan um ein botndyst, kann sigast. Men sunnudagin verður kortini ein skemtidystur millum vinnarar. Tá fer áðurnevnda FM-liðið frá 1979 hjá monnunum skulu spæla ímóti meistara­ liðinum frá 1991 hjá kvinnunum. Hesin dysturin byrjar kl. 17. sb. Konsertir fyri øll Tónleikur: Á Varmakeldu verða fleiri konsertir hildnar, sum venda sær til fólk við ymiskum tónleikaligum áhuga. Longu fríggjakvøldið kl. 20 verður ein kirkjukonsert við kamarkórinum Audite. Sunnudagin verða tvær konsertir. Tann fyrra verður kl. 15 í kirkjuni. Hetta er ein orgulkonsert við vældámda føroyska organistinum í Danmark, Jóannes Nolsøe. Seinna konsertin verður í Mentanar­ húsinum. Hetta er sjálv Varmakeldu- konsertin, har fuglfirðingurin í útlegd, Stanley Samuelsen kemur at syngja og spæla, saman við Magna Christiansen. Eftir hesa konsertina verður ein máln­ ingauppboðssøla á sama staði. Skrúðgonga og setan Stevna: Hóast fyrstu tiltøkini á stevnuni longu byrjaðu í gjárkvøldið, verður stevnan sjálv sett sum vanligt kl. 14 leygardagin. Undan hesi setanini verður ein skrúð­ gonga frá fótbóltsvøllinum og oman til Mentanarhúsið. Her fer Andrea Eldevig at seta stevnuna, og síðani byrja tiltøkini av álvara. sb. – Hetta er eitt gott arbeið, sigur Sheila á Horni, verkstaðarleiðari Mynd: Jens Kr. Vang tíðindi