hósdagur 29. juni 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
29
Havsbrún, sum ger, at
Fuglafjørður luktar
av pengum, fyllur í
hesum døgum 40 ár
HAVSBRÚN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í hesum døgum fyllir
Havsbrún í Fuglafirði 40
ár. Fremmand í Fuglafirði
undrast ofta á løgna luktin,
sum liggur um bygdina,
men til tað eru fuglfirðingar
altíð skjótir at svara, at tað
luktar av pengum.
Á Havsbrún framleiða
tey fiskamjøl og fóður. Tað
var í 1966, at Havsbrún fór
undir at framleiða fiskamjøl
og lýsi. Framleiðslutólini
kláraðu
tá
at
arbeiða
umleið 400-500 tons av
fiski um samdøgrið. Nógv
ar íløgur eru síðan gjørdar
í fiskamjøls- og lýsifram
leiðsluna, og er framleiðslu
orkan í dag umleið 1300
tons av fiski um sam
døgrið.
Í 1983 fóru tey so undir at
royndarframleiða alifóður,
og í 1988 varð eitt nýtt
fóðurvirki tikið í nýstlu.
Framleiðsluorkan var tá 60
tons um samdøgrið, men
eftir støðuga útbyggjan
og dagføringar, er fram
leiðsluorkan í dag 380 tons
um samdøgrið.
Sera nógv fólk eru knýtt
at Havsbrún, og telur
arbeiðsorkan umleið 100
ársverk.
Skipini ferðast skjótt út
og inn at fjørðinum, til og
frá virkinum. Krúnborg og
Norðborg hava júst verið
í Fuglafirði, og í kvøld
rokna tey við, at Sheanne
og Fagraberg koma inn.
Havsbrún 40 ár á Varmakeldu
tíðindi