hósdagur 29. juni 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
39
Eftir steðgin gjørdist
dysturin nakað nógv
meira spennandi, enn
flestu HB’arar mundu
bríggja seg um. Ikki
minst, tí munurin
fyri steðgin var heilt
sjónligur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Steypafinalan í unglinga
deildini stóð á skránni miku
kvøldið. Tað var ikki frítt,
at spenningurin var stórur
millum viðhaldsfólkini hjá
bæði HB og KÍ, men luftin
tóktist fara úr hesum mest
sum alt fyri eitt.
Stórur munur
HB var nevnliga greitt
omaná frá byrjan. Tað var
rár hending, at KÍ yvir høvur
vitjaði á mótstøðuhálvuni,
og tað gingu bara átta
minuttir,
áðrenn
Pætur
Jørgensen hevði skotið
havnarmenninar framum,
tá hann fangaði returbólt
eftir gjøgnumbrot frá Ólavi
í Ólavsstovu.
Og átta minuttir seinni
var aftur galið. KÍ hevði
annars júst havt meira enn
100% møguleika, eftir at
HB-málverjin fór skeivur
av høgum bólti, men onk
ursvegna fór skotið við
síðuna av málinum, eftir at
KÍ’arar trígg jar høvdu spælt
millum sín í brotsteiginum.
Og so revsaði HB í hin
um endanum. Hornasparks
innlegg varð sent í brots
teigin, og har kundi Jákup
Slættalíð stýra bóltinum í
netið.
Og restina av hálvleikinum
stýrdu
havnarmenninir
fult og heilt. Bæði sum lið
og spælara fyri spælara
tóktist liðið hjá HB at
innihalda nakað væl meira
av kvaliteti. Royndirnar
á málið vóru eisini fleiri,
og hóast KÍ hevði onkran
vandamiklan
kontrabólt,
so tóktist tað bert vera ein
spurningur um tíð, áðrenn
dysturin fullkomuliga varð
punkteraður.
Óvæntaður
spenningur
Eftir steðgin broyttist gongd
in nakað. HB tóktist taka tað
meira róligt, og spakuliga
arbeiddi KÍ seg meira inn í
dystin. Berandi spælararnir
á liðnum fingu eisini nógv
betri tak á, og spakuliga
spurdust møguleikar eisini
burturúr.
Og tá teir so 20 minuttir
fyri leiklok minkaðu eftir
frísparksinnlegg til handara
stólpa, og tá málverjin ikki
helt innlegg inum, kundi
Álvur Christiansen stúta í
kassan.
Og so var av álvara lagt
upp til trýst seinastu løtuna.
Teir reyðu og svørtu tóktust
ikki heilt álvuligir, nú KÍ
brádliga var um at fáa fatur
á dystinum. Frustratiónir
vóru eisini at sígg ja, tá dóm
arin nakrar ferðir mátti taka
gula kortið fram eftir grov
fríspørk, men útjavningin
kom tó ikki. Ístaðin kundi
Jóan D. Holm trígg jar
minuttir fyri tíð drepa dyst
in. Á markinum til rang
støðu varð hann sendir
inn um mótstøðuverjuna,
og hóast KÍ royndi at fáa
linjudómaran at veittra,
so var Jóan ískaldur, tá
hann smekkaði fram við
málverjanum. 3-1 til HB,
sum soleiðis aftur setti seg
á steypakappingina í ung
linga deildini.
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
»…På dansk må det nok være Statsminister-pokalen, så
det er eg meget fin turnering vi har med at gøre«
Ingi Højgaard, sakførari, tá hann fyri danska dómaranum legði fram ákæruritið hjá HB
Kendu
okkum
ikki
tryggar
Ein av mest týðandi spæl
arunum á vinnandi HB-
liðnum mikukvøldið var
Ólavur S. í Ólavsstovu,
sum eisini var liðskipari.
Hóast HB gjøgnum
gangandi var betra liðið
í finaluni, so ásannaði
Ólavur, at tað eina løtu
í seinna hálvleiki stóð
heilt nógv á.
– Vit legg ja okkum
kanska ótilivitað dekan
ov langt aftur á vøllin, og
so koma vit undir trýst.
Var tað kanska eisini,
tí tit kendu tykkum vísar
í sigrinum eftir fyrra
hálvleik?
– Avgjørt ikki. Vit
vistu, at KÍ vildi gera alt,
sum stóð í teirra makt,
fyri at vinna dystin. So
um vit bakkaðu, so var
tað heilt víst, at teir fóru
at trýsta seg frameftir.
Tá teir so eisini skora til
1-2, verða vit rættiliga
nervøsir, og tí var triða
málið ein øgiligur lætti
at fáa, staðfesti Ólavur.
Hetta var annars næsti
harði dysturin upp á bara
fimm dagar hjá Ólavi.
Leygardagin
spældi
hann 90 minuttir, tá
HB tapti tepur fyri FC
Dinaburg, og sunnudagin
er grannauppgerð í For
mula-deildini móti B36 á
skránni. Men hóast hann
kanska tóktist dekan
tungur móti dystarenda
mikukvøldið, so helt
hann ikki, at hetta fór at
nerva til sunnudagin.
– Ein dyst móti B36
er mann altíð klárur
til. Talan er um granna
uppgerð, og tað ger altíð,
at tú ert eyka uppsettur,
ljóðaði svarið, áðrenn
hann aftur fór yvir til
liðfelagarnar.
-mørk
HB-KÍ 3-1 (2-0):
Uppiborið HB-steyp
HB-KÍ 3-1 (2-0)
1-0: Pætur Jørgensen, 7.
2-0: Jákup Slættalíð, 17.
2-1: Álvur Christiansen, 71.
3-1: Jóan D. Holm
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Birgir Poulsen – Ingvard Dam, Niclas Eysturoy, Jákup
Slættalíð, Johan Borðoy – Ólavur S. í Ólavsstovu, Mikkjal
Hvannastein, Poul Thomas Dam – Pætur Jørgensen,
Tróndur Sigurðsson, Poul Kjartan Dam
Skiftispælarar: Atli Mikkelsen, Rói Danielsen, Jóan D. Holm,
Dánjal Davidsen, Tróndur Kragesteen
Gul kort: Rói Danielsen, Ingvard Dam, Johan Borðoy
KÍ: Mathias Samuelsen – Rudolf Eliasen, Steffan Kalsø,
Ari Samson -– Álvur Christiansen, John Hammer, Kristian
Andreasen, Eli Simonsen, Kristoffur Jacobsenn, Sigmund
Jacobsen – Páll Klettskarð
Skiftispælarar: Sylvan Jacobsen, Høgni Eliasen, Bjarki
Vágstún, Henry Heinesen, Niels Pauli Danielsen
Gult kort: Kristian Andreasen, Eli Simonsen, John Hammer,
Kristoffur Jacobsen, Sigmund Jacobsen
FAKTA UM DYSTIN
HB-unglingarnir, sum vunnu steypakappingina mikukvøldið. Aftara rað John Eystberg, venjari, Jákup Slættalíð, Rói Mohr Danielsen, Tróndur Sigurðsson, Niclas
Eysturoy, Poul Thomas Dam, Ingvard Vang, Poul Kjartan Dam, Mikkjal Hvannastein og Jan C. Dam, venjari. Húkandi eru Pætur Jørgensen, Atli Mikkelsen, Jóhan
Petur Holm, Tróndur Kragesteen, Birgir Poulsen, Ólavur í Ólavstovu og Yohan Borðoy
ÍTRÓTTUR