hósdagur 29. juni 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
[ Nr. 123 - 29. juni 2006 ]
Fyrireika seg til NM
Frá 30. juli og fram til 6. august verður NM kapping fyri U 17 landslið í fótbólti í Føroyum.
Pætur Clementsen og Finn Johannesen, U17 landsliðsvenjarar, hava í eina tíð havt úttøkuvenjingar.
Frá 16. og fram til 23. juli skal liðið luttaka í kapping í Aberdeen, og í vikuni hava teir ájtan, sum
skulu umboða Føroyar í Aberdeen, fingið boð.
Teir boðsendu eru Hans Jørgensen og Erland Berg Danielsen, SKÁLA, Sámal J. Djurhuus,
FS Vágar 2004, Viljormur Davidsen, Heri Nesá, Klæmint Olsen, Karl Løkin, Jóhan Símun
Edmundson, Petur Meinard Magnussen og André Olsen, NSÍ, Rógvi Holm, AB, Gunleif Olsen,
TB, Andrias Ellingsgaard, Eli Simonsen og Páll Klattskarð, KÍ, Erling Jacobsen, GÍ, Sjúrður
Thomassen, B36, og Gunnar Thomsen HB.
Nýggjur svimjivenjari
Heimasíðan hjá Havnar Svimjifelag veit at siga, at Kristian
Martin Joensen er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá
felagnum. Kristian Martin kemur soleiðis at standa fyri
venjingini hjá teimum trimum fremstu liðunum hjá felagnum,
og hartil skal hann hava eitt eyga við í venjingunum hjá yngru
feløgunum. Kristian Martin, sum hevur drúgvar royndir sum
bæði svimjari og venjari, er í løtuni eisini hjálparvenjari hjá
føroyska A-landsliðnum.
-mørk
Latið nú dómstolin tala
Stjórin í P/F Havnar Fótbóltur tóktist nøgdur um úrskurð
in, sum Føroya Rættur tók.
– Lat meg fyrst og fremst siga, at vit avgjørt ikki eru fegn
ir um hetta stigið. Men vit kendu okkum somikið maktars
leysar í málinum, at hetta var okkara einasti útvegur.
– Nú er tað so staðfest, at Ítróttardómstólurin skal
sleppa framat. Um teir taka málið upp, og um teir geva
okkum viðhald ella ikki, fáa vit sjálvandi ikki sagt í
løtuni. Men vit halda tað vera týdningarmikið, at hægsti
ítróttardómstólurin sleppur at siga sína hugsan. Og fyrr
enn tað er gjørt, er tað ikki rætt, at EB/Streymur spælir
– líkamikið um tann dysturin so verður móti HB ella
VB/Sumba, segði Steinfinnur.
-mørk
FSF á fund mánakvøldið
Tað vóru ikki tær stóru viðmerkingarnar, sum FSF-
forsetin, Óli Holm, hevði til úrskurðin í Føroya Rætti.
– Nú er talan so um eina nýggja støðu, og hana fara vit at
viðgera á fundi, sum ætlandi. Og fyrr enn tá havi eg so onga
ítøkiliga viðmerking til verður mánakvøldið. málið.
– Men tað er greitt, at hetta er í stríð við føroysku fót
bóltslógirnar. Har stendur beinleiðis, at tað er føroyskur
fótbóltur – og ikki sivilrætturin – sum tekur støðu í fót
bóltsmálum. Og viðvíkjandi heimildunum hjá Ítróttardóm
stólinum er okkara støða óbroytt. Vit halda framvegis ikki,
at dómstólurin skal taka eitt slíkt kappingarmál upp, eru
einastu viðmerkingarnar, sum Óli Holm vil gera í løtuni.
-mørk
Endurgjald kann gerast aktuelt
Tað mundi neyvan ræða nakran í HB, at FSF nýtti
tær 500.000 UEFA-krónurnar sum grundarlag. UEFA
pengarnir kunnu koma bara koma í vanda, um steypa
kappingin ikki er avgreidd, tá farið verður undir luta
kastið til næstu útgávuna av UEFA-cup. Og tað verður
so ikki fyrr enn í juni komandi ár.
Tí undraði tað fleiri, at FSF ikki heldur nýtti eina møguliga
flyting av steypafinaluni sum kautiónsgrundarlag. Tað er
valla nøkur loyna, at tað faktum, at steypafinalan verður
spæld á ólavsøku helst hevur onkra staðni millum 1.000
og 2.000 eyka áskoðarar við sær, og tann peningurin er
í ítøkiligum vanda, skuldi tað hent, at kappingin verður
avgreidd seinni.
Hinvegin kann eingin forða FSF fyri eisini at reisa
endurgjaldskrav til ta tíð, um hetta skuldi verði støðan.
Men tá hetta ikki varð nevnt í fútarættinum, er tað nú
ikki eins líka til hjá FSF at reisa hetta kravið.
-mørk
Óføri vágbingurin
í Keflavík staðfesti
í gjárkvøldið 5-0
sigurin, eftir at hann
hevði verið við í
uppspælinum til fleiri
av hinum málunum
ÍSLAND
Jóannes Hansen
9. umfar í íslendsku lands
kappingini er á skránni í hesi
vikuni. Í kvøld eiga Rógvi
Jacobsen og KR heimavøll
móti Vali. Í gjárkvøldið
hevði Keflavík við framúr
væl uppløgdum Símuni
Samuelsen í vinstra borði
heimavøll móti Breiðablik
úr Kópavági.
Breiðablik hevur staðið
seg lutfalsliga væl, síðani
teir aftur komu í fremstu
deildina, meðan tað hevur
gingið minni væl enn roknað
varð við hjá Keflavík í átta
teimum fyrstu umførunum.
Hesa ferð var tó eingin ivi.
Eftir eitt sindur trilvandi
byrjan var Keflavík flúgvandi
og vann 5-0.
Símun Samuelsen var
allar 90 minuttirnar framúr
væl upplagdur í vinstra
borði. Seytjan minuttir fyri
leiklok staðfesti hann rimmar
sigurin. Frammanundan
hevði hann verið við í upp
spælinum til fleiri av hinum
málunum, og hann hevði
eisini vandamiklar royndir
móti málinum.
At sjálvsálitið er í toppi
sæst í, at í fleiri álopum, sum
bóru mál við sær, megnaði
Símun Samuelsen at sneiða
mótstøðumenn av sær og
at stevna í brotsteigin,
soleiðis at tað uppstóðu
yvirtalsstøður, áðrenn før
oyski landsliðsmaðurin
slepti bóltinum til leysan
mótstøðumann.
Leygardagin skal Keflavík
spæla á útivølli móti norska
Lillestrøm í Intertoto Cup.
Dysturin millum KR
og Val verður tann síðsti
í 9. umfari. Tá ið hann er
avgreiddur, verður íslendska
landskappingin hálvrunnin.
Tvífalda meistaraliðið FH,
sum í gjárkvøldið vann 2-0
á heimavølli móti Grindavík,
er oddalið við 23 stigum.
Víkingur, sum vann 4-1 á
útivølli á Akranesi hevur 14
stig. Grindavík hevur 13 stig
saman við Fylki, ið spældi
1-1 á heimavølli móti ÍBV.
KR hevur 12 stig undan
lokaluppgerðini móti Vali,
sum saman við Keflavík og
ÍBV hevur 11 stig. Breiðablik
hevur 10 stig.
Í gamla felagnum hjá
Una Arge, ÍA á Akranesi, er
hýrurin ringur. Eftir 4-1 tapið
á heimavølli móti Víkingi er
ÍA einsamalt í botnum við
bara seks stigum.
Símun meistari fyri fleiri málum
Fútarætturin gav HB
viðhald í, at Ítrótt
ardómstólurin skal
tala, áðrenn nøkur
fjórðingsfinala verður
spæld. Móti at seta
trygd upp á hálva
millión fekk HB sett
fútaforboð fyri, at
EB/Streymur og VB/
Sumba skulu spæla
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Rættarsalur 2 var í minna
lagi, tá málið um møguligt
fútabann fyri einum fótbólts
dysti skuldi avgerast. Talan
var um higartil seinasta
leikin í drúgva málinum
um spæliloyvið hjá Páll M.
Joensen, og var tað HB, sum
hevði biðið um fútabannið.
Hetta tí teir mettu, at tað var
um undirgraving av kæruni
hjá HB til Ítróttardómstólin,
um dysturin hjá EB/Streymi
varð avgreiddur, áðrenn Ítrótt
ardómstólurin hevði havt
møguleika at siga sína hugsan
um málið.
Grundgevingarnar
HB grundgav sína støðu
við, at teir hava kært málið
fyri Ítróttardómstólin, og at
tað tí er ein provokatión frá
Kappingarnevndini, tá hendan
hevur ásett, at dysturin á Eiði
skuldi spælast í kvøld.
Fótbóltssambandið førdi
fram, at teir als ikki meta,
at Ítróttardómstólurin hevur
rætt at viðgera slík mál, og
at kæran frá HB tí als ikki
kundi takast í álvara. Hartil
førdi FSF fram, at um so var,
at fútabann varð sett, skuldi
HB veita bankatrygd fyri
500 tkr. Hetta er peningur
frá UEFA, sum FSF metir
stendur í vanda, um steypa
kappingin ikki verður
avgreidd sum ætlað.
Hartil førdi FSF fram, at
áheitanin frá HB um fúta
bann ikki leyk reglurnar í
fyrisitingarrætti. Ein merk
isverd grundgeving í sjálv
um sær, tá FSF støðugt
hevur roynt at hildið eitt nú
fyrisitingarrættarligu reglurnar
uttan fyri fótbóltsheimin.
Dómstólurin skal tala
Tá dómarin talaði, var hon
tó ikki samd við FSF um, at
áheitanin frá HB ikki leyk
reglurnar um fútabann. Tó
metti hon, at tá FSF metir
seg hava 500 tkr. í klemmu,
um steypakappingin ikki
verður avgreidd eftir ætlan,
skuldi HB veita trygd fyri
hesum peningi.
Ein løtu var tøgn í salinum,
og tað tóktist, sum skuldi
stóra talið sodna. Men tá
sakførarin hjá HB spurdi,
hvar peningurin skuldi setast
inn, var fútabannið greitt.
Fáar minuttir seinni komu
umboð fyri HB í rættin við
stóra kekkinum, og so stóð
greitt, at ítróttardómstólurin
skal tala.
Tí hvørt FSF vil tað ella
ikki, so verður tað nú upp til
teirra, um steypakappingin
kann avgreiðast. Hóast lóg
ir FSF’s siga nakað annað,
so skerst ikki burtur, at
við einum fútabannið yvir
leikvøllin, so ber illa til at
spæla dystin millum EB/
Streym og VB/Sumba,
áðrenn ítróttardómstólurin
hevur talað. Og gongst eftir
ætlan, so verður hetta tann
10. juli. 107 dagar eftir, at
HB og VB/Sumba spældu í
Gundadali…
HB fekk rætt í rættinum
HB-stuðlarnir gjørdu skjótt av. Teinurin úr rættinum í bankan er ikki langur, og eftir fáum
minuttum komu stuðlarnir aftur við stóra kekkinum, sum varð deponeraður hjá Føroya Rætti
Mynd: Álvur Haraldsen