hósdagur 29. juni 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
[ Nr. 123 - 29. juni 2006 ]
Brøndby nýtti ólógligan spælara
Í Viasat Cup, sum donsku feløgini spældu seint í vár, er Brøndby nú dømt at
tapa dyst á skrivaraborðinum. Dysturin hja´Brøndbby móti Esbjerg endaði
annars við 2-2 javnleiki. Málini hjá Brøndby vórðu bæði skotin av David
Williams, men hesin er ikki skrásettur hjá Brøndby í vaksnamannarøðini. Og
tað hevur nú havt við sær, at Brøndby er dømt at tapa dystin.
-mørk
Tvey HM-met til Sveis
Hóast sveisiska landsliðið vónbrotnir máttu fara heim, tá teir taptu brotssparkskapping fyri
Spania, so høvdu teir tó tvey met við sær í viðførinum.
Fyrst og fremst, so er Sveis fyrsta landið, sum er farið úr einum HM-endaspælið uttan at eitt
tað einasta mál er skotið móti teimum. Hartil setti Sveis eisini met í brotssparkskappingini móti
Ukraina. Sveis er nevnliga einasta landið, sum ikki hevur skorað í eini brotssparkskapping
í HM, so tað metið var kanska minni imponerandi.
-mørk
Bæði í Klaksvík og
Gøtu kenna teir trýst
á sær at fáa trý stig,
eftir at tað seinast
ikki eydnaðist at fáa
meiri enn eitt stig á
heimavølli
Fótbóltur
Jóannes Hansen
Í kvøld klokkan 18.30 fara
GÍ og KÍ at spæla lands
kappingardyst í Gøtu.
Hetta er sambært kappingar
skipanina. Dysturin er í 17.
umfari og verður spældur nú,
tí GÍ 11. juli fer av landinum
í UEFA Cup ørindum. Teir
skulu spæla í Letlandi.
Tað er sól og heiður himin,
og í Gøtu rokna teir við
nógvum fólki í kvøld.
– Kravið hjá okkum eru
trý stig á heimavølli, um
vit skulu standa okkum í
oddastríðnum. Serliga tá ið
vit bara megnaðu javnleik
á heimavølli móti NSÍ
staðfestir GÍ veteranurin
Magni Jarnskor. Í Gøtu eru
allir spælararnir tøkir uttan
Hans Jørgen Djurhuus, sum
er leikbannaður.
Tað hevur ljóðað, at Magni
Jarnskor, Sam Jacobsen og
Áslakur R. Petersen eisini
skuldu vera leikbannaðir.
Tað verða teir næstu ferð,
teir fáa kort. Kontan hjá
øllum vísir fýra gul kort.
Kaj Ennigarð breyt bein í
hondini ímóti NSÍ. Hondin
er ikki gipsað, men løgd í
skinnara, og stinni verju
spælarin hevur vant í vikuni
og verður í miðverjuni í
kvøld.
Eins og sunnudagin ímóti
NSÍ, so kendu gøtumenn
tað sum um, at teir høvdu
vunnið eitt stig, tá ið teir 21.
mai og í 9. umfari í Klaksvík
javnaðu til 1-1 í síðstu løtu.
Hjá klaksvíkingum var
hetta eitt av fleiri vónbrot
um. Á heimavølli hava teir
seinastu ferðirnar dyggiliga
tapt móti B68 og bara fingið
eitt stig burturúr móti HB,
eftir at teir vóru frammanfyri
við tveimum málum. Mál
leysi javnleikurin í Fuglafirði
var eisini stórt vónbrot.
– Skulu vit hugsa um at
hava samband við GÍ og
hini oddaliðini, so mugu vit
vinna í kvøld, staðfestir Atli
Danielsen, sum móti HB var
á miðvøllinum fyri fyrstu
ferð í ár.
Allir klaksvíkingarnir
eru tøkir. Yngstu menninir
í hópinum hava ikki átt
serligan leiklut seinastu
ferðirnar, og tað fara teir
neyvan heldur at fáa í kvøld.
Kristoffur Jacobsen, Stefan
Kalsø og eykamálverjin
Mathias
Samuelsen
spældu steypafinalu í ung
lingadeildini í gjárkvøldið.
Petur Reinert verður
dómari í Gøtu í kvøld.
Kravið er full úrtøka
Talan er um framskundaðan dyst úr 17. umfarinum, sum
verður spældur í Gøtu í kvøld