Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 47 Poseidon Fríggjadag 30.06 kl. 21.15 kl. 23.30 Leygardag 01.07 kl. 21.15 kl. 23.30 Sunnudag 02.07 kl. 20.15 kl. 22.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu UMMÆLI: Kim Simonsen Øll halda nýttár umborð á Poseidon. Tey sigla við hesum luksusskipinum mitt á Atlantarahavinum. Her eru yvir 20 dekk og 800 flottar kahúttir. Meðan øll ballast, sær stýrimaðurin, at okkurt er galið. Við eitt uppdagar hann eina 50 metrar høga aldu koma móti skipinum. Soleiðis byrjar sjálv vanlukkan í vanlukkufilminum Poseidon. Skipið endar við at liggja við kjølinum uppeftir. Fólk verða dripin, knúst ella sogin út í kalda sjógvin. Avstívningselementini fara, gassrør seta eld á, eleksitritetið fer og alt er at enda deyði, kaos og myrkur. Her byrjar søgan, um nøkur av teim, sum hava yvirliva. Her eru Dylan Jones (Josh Lucas), 8 ára gamli Conor og mamma hansara Maggie (Jacinda Barrett), her eru eisini hin kendi b-filmsleikarin Kurt Russel, sum spælir Robert Ramsey og við er eisini, sum blindur ferðandi, hin kendi Richard Dreyfuss. Ein summarfilmur Um summari útkoma altíð hesir stóru og eitt sindur keðiligu filmarnir. Við Poseidon hevur týski leikstjórin Wolfgang Petersen gjørt enn ein stóran film, ið er einki serliga góður. Maðurin sum gav okkum Das Boot í 1981, hevur seinastu árini gjørt filmar sum The Perfect Storm, Air Force One og Troy, ofta eru hesir flott gjørdir, men minni góðir. Filmurin Poseidon var at síggja um allan býin í London herfyri. Hann var stóra fjølmiðlasøgan. Men hvør sendur ein film út mitt undir HM-kappingini í fótbólti? Jú sjálvandi, er hetta ein av teim minni góðu filmunum, ið er gjørdur fyri at selja nøkur atgongumerki her mitt á sumri, har øll vita, at tað skal nógv til yvirhøvur at fáa fólk í biograf. Hetta er ein perfektur ”drive inn” summarfilmur. Frá Das Boot til Poseidon Millum krígsfilmar fer filmurin Das Boot altíð at vera ein ódeyðiligur klassikari, men millum kastastofufilmar er hendan versiónin av Poseidon ikki nakar varði. Í Poseidon er Wolfgang Petersen aftur í váta elementinum og her er bardagin ikki bert sum í The Perfect Storm við stórar aldur, men tema er meiri stóra drama millum fólkini, sum í løtum kann minna um Das Boot. Hybris Søgan er sera einkul, nærum mytisk, sum í søguni um Titanic, sum ikki kundi søkka, men sjálvandi sakk á fyrstu ferðini. Poseidon var stóra skipið, ið var so flott sum einki skip fyrr. Fólkini sum eru við skulu halda nýttár umborð, men í hesum tsunamidøgum, vita vit hvat ein stór alda kann gera. Poseidon endar við at venda kjølin uppeftir. Gamli filmurin ”The Poseidon Adventure” frá 1972 við Gene Hackman er ein av teim mest klassisku vanlukkufilmunum í filmsøguni, hví hesin filmur skal gerðast einaferð enn er mær ein gáta. Hetta er eitt serligt filmslag, ið er komi meiri fram seinastu árini. Tíðin var annars við hesum filmslaginum í 1970inum, serliga við The Towering Inferno frá 1974. Seinni sóu vit Armageddon (1998), Dante´s Peak (1997), Day After Tomorrow (2004), Deep Impact (1998), Outbreak (1995). Poseidon er sjálvandi ein sum líkist Titanic frá 1997, Das Boot sum nevnt og The Perfect Storm. Vit eru øll hótt Boðskapurin í hesum filmslaginum er mangan sera tungur, vit eru øll hótt sum menniskju, eru tað ikki gosfjøll, tsunamialdir, ódnir, jarðskjálvtar so eru tað bygningar sum brenna, skip sum søkka. Er tað ikki ein nýgg ístíð sum er ávegis, so er tað ein 50 metur høg alda, ella ein deyðilig sjúka. Tá fólk kenna seg hótt, koma søgur innan filmin um yvirgang og um vanlukkur. Í 1950inum var tað óttin fyri kommunismuni og støðan undir kalda krígginum við m.a. Sputnik, ið kom at skapa eina óendaliga røð av rúmdarfilmum, har fíggindalig alien komu niður á jørðina at kopiera seg sjálvi sum menniskju, serliga er klassikarin her The Invasion of The Body Snatchers hjá Don Siegel frá 1956, ið seinni varð gjørdur til film tvær ferð, men uttan at hesir filmanir komu nær at originalinum. Tað sama kann sigast um Poseidon, har hin gamli var nógv betur. 2 stjørnur av 6. Just My Luck Fríggjadag 30.06 kl. 19.00 kl. 23.00 Leygardag 01.07 kl. 19.00 kl.23.00 Sunnudag 02.07 kl. 18.00 kl.22.00 TÍÐIRNAR: Ramt af uheld. Tilsmilet af held. Ramt af uheld. Fast and Furious - Tokyo Drift Fríggjadag 30.06 kl. 20.30 Leygardag 01.07 kl. 20.30 Sunnudag 02.07 kl. 19.30 Sandheden om Rødhætte Fríggjadag 30.06 kl. 18.15 Leygardag 01.07 kl. 18.15 Sunnudag 02.07 kl. 17.15 VI TALER DANSK! VI TALER DANSK! DELTAG I KONKURRENCEN PÅ RODHATTE-FILMEN.DK ET FAMILIEEVENTYR - HELT UDE I SKOVEN! FRA INSTRUKTØREN AF ‘TROJA’ OG ‘THE PERFECT STORM’ FRA INSTRUKTØREN AF ‘TROJA’ OG ‘THE PERFECT STORM’ www.poseidon-filmen.dk Kirikou og de vilde dyr Fríggjadag 30.06 kl. 17.00 Leygardag 01.07 kl. 17.00 Sunnudag 02.07 kl. 16.00 FRUMSÝNING FRUMSÝNING Poseidon