Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 49

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 51 Skapið framtíðina saman við okkum... Staðið fyri alla familjuna Við Clickimin ítróttardeplinum hevur Lerwick ikki bara ein klekingardepil fyri talentmenningina innan ein breiðan skara av ítróttagreinum. Talan er so sanniliga eisini um eitt stað, sum er upplagt at vitja hjá teimum ferðandi. Ikki minst, um talan er um barnafamiljur. Tí her er so sanniliga eitt sindur av hvørjum. Børninin kunnu kanska fara sær eina ferð í stóra baðilandið, ella tey kunnu íðkað okkurt av øllum hinum ítrivunu, sum eru á staðnum. Hava mammurnar tørv á nakað eyka av sól – mjørki kann jú eisini gera um seg í Hetlandi – so er sólmiðstøð eisini á staðnum. Og so kunnu páparnir nýta tíðina til at verða heilt barnsligir á stóra skjótibreytini. Jú Clickimin er so sanniliga eitt av støðunum, sum er vert at vitja í Lerwick. -mørk Lætt er at finna. Kemur tú av flogvøllinum í leigubili, er bara at snara til vinstru við fyrstu rundkoyringina, tá tú kemur til Lerwick