hósdagur 29. juni 2006síða 48
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 123 - 29. juni 2006
Skifta køkar
í summar
Á Eikini tosa tey ikki um háárstíðir í mun til fleiri aðrar
handlar. Summarið skilir seg ikki frá hinum árstíðunum
og selja tey javnt nógv árið runt. Har verður ikki tosað
sesongvørur sum so. Tó so, hevur tað víst seg, at í summar
hava tey selt rættiliga fitt av skápum við dragihurðum.
– Tað vísir seg, at tað er tað sum fólkið vil hava fyri tíðina,
verður sagt av Eikini.
Eisini hava tey selt rættiliga fitt av køkum í summar.
Hetta er árstíðin, har fólkini velja at umvæla og skifta
køkar út, so tað hava vit eisini selt væl av nú, siga tey av
Eikini, og kunnu fortelja, at tey júst hava fingið eitt stórt
úrval av sofum sendandi. Sofurnar eru úr italskum sniði,
og eru bæði klassisk og modernaði snið og litir.