hósdagur 29. juni 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
49
Puntur nr. 23
Seks stór rund bein
og ein glitrandi
avrundaður kroppur.
Eitt tað fyrsta, ein
sær, tá ein kemur
til Reykjavík, er ein
bygningur, ið líkjist
einum rúmdarskipi.
Men ver bara rólig
– tað eru ikki lítlir
grønir menn, sum
búgva har, men ein
fantastisk matstova,
cafe og útsýnsstað,
ið hvílir á seks
vatnbrunnum
Matstova
Orð & myndir:
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Fimm av vatnbrunnunum
hita Reykjavík og innihalda
fýra miljónir litrar av vatni
hvør. Vatnið er umleið 85
graðir.
Tann sætti brunnurin
verður í dag nýttur til savn,
har voxdukkur av kendum
íslendingum
eru
vístar
fram. Ein kann siga at
tað er eitt lítið ”Maðame
Toussauds”, sum flest øll
kenna úr London.
Tann ovali bygningurin,
sum er bygdur oman á
vatnbrunnunum er gjørd
ur í glasi. Yvir 1.000 glas
vindeygu eru nýtt, so at
altíð skal bera til at síggja út
yvir Reykjavík, og kanska
verða heppin um veturin og
síggja norðlýsið.
Mini Geysir
Tá ein kemur inn í bygningin
verður ein møttur av einum
lítlum Geysir, ið fýsir mest
sum alla tíðina.
Perlan er í fýra hæddum.
Á fyrstu hædd eru fund
arhøli við plássi fyri 80
fólkum. Á næstu hæddini
er tann sokallaði ”Winter
garden” har tónleika- og
sjónleikatiltøk verða hild
in og ymiskar framsýning
ar. Á triðju hædd er cafe,
útsýnsstað, marglætismat
handil og souvenirhandil.
Matstovan er tað Perlan
er mest kend fyri, og hana
finna vit á fjórðu hædd. Har
verður ein sessaður nærmast
glasvegginum. Gólvið rørir
seg spakuliga runt, og aftan
á tveir tímar hevur ein sæð
alt Reykjavík.
Tey, ið hava verið har,
fortelja mangan frá, hvussu
tey fóru á wc og ikki funnu
til borðið aftur, eftirsum
borðið jú hevði flutt seg,
meðan tey vóru burtur.
Ongar
stórar
lampur
lýsa í Perluni, men tað eru
pikkalítlar lampir í hvørjum
sprossa millum rútarnar.
Hetta ger, at tað sær út sum
ein stjørnuhimmal, tá tað
er vorið myrkt úti. Avbera
romantiskt.
Kendir kokkar
Kokkarnir, ið gera matin
á Perluni eru teir bestu í
Íslandi. Tá ein kemur inn í
matstovuna er tað fyrsta ein
sær, steyp og heiðursmerki,
sum teir hava vunnið sær í
matkappingum runt um.
Eg valdi at royna eina
lokala delikatessu, tá vit
vóru so heppin at sleppa
til Perluna. Hval carpaccio
– sum merkir tunn stykki
av ráum hvali við ingifer,
chili og soju. Tað smakkaði
áhugavert.
Ikki
sum
mammusa grind og spik,
sum ein er vanur við, men
hesin hvalurin smakkaði
meiri enn føroyski grinda
hvalurin. Kann vera at tað
var tí, at hann var ráur.
Til høvuðsrætt át eg
íslendskt
lambakjøt.
Kanska eitt sindur keðiligt,
eftirsum ein etur tað so ofta
her heima. Men sjáldan
serverað við rosmarinsós
og pekannøt til. Smakkaði
avbera væl.
Hvat vit skuldu eta
omaná var torført at velja
eftirsum tað vóru minst
eini tríggjar desertir á
matarkortinum, sum sóðu
lokkandi út. Vit valdu at
taka hvíta sjokulátamousse
við hindber sós og hvítum
sjokulátaísi til. Nýtist mær
at siga, at tað smakkaði
væl?
Perlan er ikki eitt bíligt
stað at eta á – okkara
máltíð kostaði umleið 560
krónur fyri ein persón
uttan nakað at drekka, men
tænastustøðið er sera høgt,
umhvørvið heilt fantastiskt
og maturin smakkar avbera
væl.
Kanska vert at taka sær
ein túr til rúmðarskipið í
Reykjavík næstu ferð tú er
í Íslandi.
Ein perla í Íslandi
Perlan er uppbyggd av yvir 1000 glasrútum, og útsýnið er tað besta ein fær í Reykjavík
Ráan hval til forrætt
Lambakjøt við rosmarinsós og stoktum
gularøtrum til høvuðsrætt
Hvíta sjoukulátamousse við hindberum
og ísi