Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 5 Fyrr í ár boðaði Pauli Nielsen frá, at hann fer frá sum rekt­ari á Føroya Læraraskúla. Hann fer úr starv­in­ um í dag, og nýggi rektarin skal ætlandi taka við fyrst í næstu viku REKTARA STARV Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Starvið sum rektari á Føroya Læraraskúla hevur verið leyst at søkt seinastu mánaðirnar. Tá Pauli Nielsen boðaði frá, at hann vildi verða loyst­ur úr starvinum, segði Mentamálaráðið, at teir fóru at lýsa eftir nýggjum rektara, sum kann taka við 1. juli. Sambært Menta­mála­ ráðn­um eru átta umsóknir komnar til starvið. Tey ar­beiða nú við at seta ein teirra, og ætlandi verður tað fyrst í næstu viku. – Vit kunnu ikki siga neyvt nær í næstu viku tað verður, men vit arbeiða við málinum, og vónandi verður ein settur sum rektari fyrst í komandi viku, er stutta viðmerkingin frá Mentamálaráðnum. Blandaðar kenslur Pauli Nielsen hevur sín síðsta starvsdag sum rektari í dag, og tá Sosialurin ringdi til hann, var hann júst í holtur við at rudda skrivaraborðið. – Sjálvandi er tað við bland­ aðum kenslum at ein fer frá, eftir at hava verið í starvinum í út ímóti 20 árum. Tað er nógv, sum bindur ein her, so eg kann skjótt siga, at tað er ógvuliga sorgblítt nú eg fari. Men havi eg heilsuna, so havi eg nøkur ár eftir, har eg kann arbeiða. Tað ætli eg mær eisini at gera, og eg eri spentur uppá at fara undir okkurt nýtt. Norðurlendsk gransking Tað, sum Pauli Nielsen gleðir seg at fara undir, er eitt norðurlendskt gransk­ ing­ar­verkætlan, ið nevn­ist norAforsk. Tað er Uni­ver­ sitetið í Tromsø, sum hevur bjóðað Pauli Nielsen við sum gestagranskara. Í august skal Pauli Nielsen til Tromsø at tosa nærri um verkætlanina, sum fer at umfata tað, ið eit­ ur aktiónsgransking, sum síðani skal samanberast við hini Norðanlondini í verk­ ætlanini. Rektarin settur fyrst í næstu viku tíðindi Tað er kolasvørt komedia, tá tríggjar skrindur loysa av at skræða seg um allan lort í leikinum ”Køksdrotningar”, ið er fyrsta leikverkið hjá nýstovnaða leikbólkinum TVAZZ Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggi leikbólkurin TVAZZ er samansettur av ungum og gomlum yrkisleikarum í Føroyum og í Danmark, og við sínum fyrsta leikverki »Køksdrotningarnar« er samstarvið farið longur út um landoddarnar. Tað er leikhøvundurin Werner Schwab, ið hevur skriva „Køksdrotningarnar, ið er ein kolasvørt komedia, sum svíður og kitlar og skøvar poleraða lakkið, tá tríggjar skrindur loysa av at skræða seg um allan lort. Tað er grovt, tað er ræðuligt, tað er syrgiligt, tað er vakurt og síðst, men ikki minst tað er stuttligt, lova tey í TVAZZ. Prikar hol á Nýggjársmorgun 1994 við 4,1 promillu av alkoholi í blóðinum fór Werner Schwab gjøgnum ein rút og forbløddi 35 ára gamal. Mamman var vaskikona, pápin eitt loyndarmál. Werner Schwab kláraði ikki upp við mammuna, og hetta viðkvæma og list­ ar­liga begávaða barnið vaks upp í einum andaliga fá­tækum heimi stutt eftir 2. veraldarbardaga í Eystur­ ríki. Útbúgvin listamaður leit­ aði hann sær burtur í ein fjarskotnan dal at arbeiða. Har hitti hann fólk, sum høvdu livað so avbyrgd, at tey tosaðu eitt heilt serligt mál. Werner Swab tók hetta serliga mál til sín og við í sínum leikum. Um málið sigur hann: „Málið er sum ein hali av blikkdósum bundn­ar uppí ein hund“. Werner Scwab sigur tað ósagda hart, prikar og setur hol á tað, sum liggur undir skræðuni í einum hvørjum samfelag. Kanska hevur hann eisini eitt lítið høgg til ta føroysku muruna?, gruna leikararnir í TVAZZ. Leikbólkurin TVAZZ er myndaður av: Leikarar: Anniku Hoydal, Biritu Mohr, Gunnvá Zachariasen Ljósmeistari: Egil B. H. Hansen Tøkni: Gardar Hall Við í hópinum aftanfyri »Køksdrotningar« eru pallsniðgevi úr Hamburg Petra Winterer og ungi prísvinnandi leikstjórin úr Stuttgart Tanja Richter Fyrsta framførslan verður á Meiarínum 26. august, og spælt verður fram til 3. september. »Køksdrotningar« svíða og kitla Birita Mohr, Annika Hoydal og Gunvá Zachariasen alias Erna, Greta og Mia í »Køksdrotningar« Tað er grovt, tað er ræðuligt, men ikki minst stuttligt tá tær tríggjar »Køksdrotningar« loysa av at skræða seg um allan lort – Aftaná nærum 20 ár í starvinum er tað við blandaðum kenslum, at eg sigi farvæl