Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 124 - 30. juni 2006 tíðindi Tað er stóra norður­lendska lærara- og pedagogfelagið, Nordiska Lärer­organi­sa­ti­ oners Samråd (NLS), sum saman við nevnd, ið um­­ boðar Føroya Læra­ra­felag og Føroya Pedagog­felag, skipar fyri skeiðnum. NLS, ið hevur høvuðssæti í Keyp­ mannahavn er limur í stóra heimsumfatandi út­­búgv­ ingarfelagsskapur, Edu­­­ca­ tion International (EI), ið verjir áhugamálini hjá 29 milliónum lærarum og arbeiðandi í útbúgv­ingar­ skipan. Dygd í útbúgvingini Aðaltætturin á summar­ skeiðnum er dygd í út­­ búgvingini, yvirskriftin hjá skeiðnum ljóðar á norðurlendskum: Kvali­tet­ en i utbildningen – dialog og reflektion. Samskiftið fer fram á einum formi av norðurlendskum, sum máls­ liga savnar lut­tak­ar­arnar. Luttakararnir koma jú úr øllum norðurlondunum, frá Grønlandi í norðuri til Finnlands í landsynningi. Úr Føroyum er 25 luttakarar við, hesir 25 – lærarar, pedagogar og ein frá yrkis­ felagnum – eru bodnir við og koma gjarna frá nevnd­ um og líknandi. Á tílíkum skeiðum, sum NLS skipar fyri verða vanliga bara 8 luttakarar úr hvørjum landi bodnir, men vertslandið fær loyvi at hava fleiri við. Fyrilestrarnir Allir fyrilestrarnir hava tilknýti til høvuðsevnið, dygd í útbúgvingini. M.a. verður ljós varpað á met­ ingararbeiðið í lærara­yrki­ num. Elsa Birgitta Peter­ sen, ið er forkvinna í før­ oysku fyrireikingar­nevnd­ ini og fyrrverandi for­ kvinna í Føroya Lærara­ felagnum, letur væl at tiltakinum og er sera væl nøgd við fyrilestrarnar, ið hava verið á skránni. Allir fyrilestur­hald­ar­ar­ nir eru neyvt útvaldir, flestu av teimum granskarar og sita í týðandi størvum. Um ein hyggur at skránni, so sær ein, at hon er á tremur við kjaki, evnis- verkstøðum og bólka­ uppgávum, ið skulu loysast, og so áhugaverdum fyri­ lestrum. Um kvøldarnar hava mentanarkvøld á skránni. M.a. varð PISA-kann­ ingini og støða Finnlands umrødd. Finska útbúgv­ ingarskipanin er jú í løtuni stóra fyrimyndin í skúla­ høpi. Annars verða ymiskir partar av tilgongdini í metingararbeiði av avrikum í útbúgving viðgjørdir – bæði úr einum psyko­log­ iskum og einum fyrisit­ ingarligum sjónarhorni. Metingararbeiðið í skúlanum á breddan Tá ið hitt heldur ódámliga úrslitið frá PISA-kanngini, Føroyum viðvíkjandi, varð kunngjørt, vóru røddir frammi, ið eftirlýstu hend­ an partin í føroyska skúla­ verkinum. Tað er avgjørt neyðugt við metingararbeiði, sigur Elsa Birgitta Petersen. – Tað er ikki víst at arbeiðið kann gerast betri, men spurningurin skal setast. Tað er somuleiðis neyðugt at øll eru við í hesum metingararbeiðið, ikki bara lærarar, men eisini foreldrini, ið skulu vera við í metingararbeiðinum. Tey, sum standa á síðulinjuni skulu uppí. Tað er sjálvsagt áhugavert við finsku útbúgving­ar­ skipanini, sum støðugt hevur ligið í ovasta enda­ num í PISA-kanningum. Hvat er tað sum teir gera haryviri í Finnlandi? Hetta var ein afturvendandi spurn­­ingur hendan fríggja­ morgunin, Sosialurin vitj­ aði skeiðið á Hotel Før­oy­ um. Í tíðindaskrivinum, ið var útsent undan skeiðnum var sagt, at dygd í útbúgving í Norðanlondum var alsamt meiri vorðin ein átrokandi, politiskur spurningur. Men Elsa Birgitta tykist ikki, at halda hetta um okkara støðu herheima. Støðan viðvíkjandi eftirút­búgv­ ingartilboðum er ein van­ lukka, sambært henni. – Í 60unum hevði 1/10 av lærarum møguleika at eftirútbúgva seg hvørt ár, men nú er støðan nógv, nógv verri. Í hinum norð­an­ londunum er støðan als ikki á sama støði, sum okkara. Stórt norðurlendskt summarskeið fyri lærarar og pedagogar Í hesum døgum eru 170 lærarar og pedagogar úr øllum Norðurlondum á skeiði í Hotel Føroyum. Skeiðið var sett 28. juli og varar inntil sunnudagin 2. juli. 25 føroyskir luttakarar eru við. Skeið Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo – Tað er jú altíð ein ivi í eini slíkari kanning, men PISA er tann besta kanningin, sum vit hava at meta okkum eftir. Samfelagið er soleiðis í dag, at vit í útbúgvingarskipanini eru noydd at meta um avrik okkara. Og, at vit í yrkinum eru við í metingunum og allatíðina betra okkum. Anders Rusk, fyrilesturhaldari og formaður í finska lærara-fakfelagsskapinum OAJ ” Finnland ovast – PISA-kanningin Anders Rusk helt fyrilestur um hvussu PISA-kanningin ávirkaði politikarar, for­ eldur, lærarar og tann finska lærara-fakfelagsskapin OAJ, har Anders er for­ maður. Hann letur væl at skeiðnum. – Lagið hevur verið sera gott her, og eg havi merkt ein stóran áhuga millum luttakararnar. Lut­ takarar hava eisini ar­­beitt í arbeiðsbólkum og hava víst stórt ágrýtni. Spurdur um hvussu ein, sum finnlendingur, á hesum summarskeiðnum kennir tað, at Finnland hevur fingið so góð úrslit í PISA- kanningunum, sigur Rusk, at tað merkist væl. - Har er ein stórur áhugi og fleiri spurningar. Jú, vit finn­ lendingar eru sera væl umtóktir í skúlahøpi, játtar hann við einum smíli. – Heima í Finnlandi merkir ein eisini tann stóra áhug­ an, fleiri vitjandi fakfólk banka uppá dyrnar her. Og vit eru sera errin av góða úrslitini. Undan PISA- kanningini var tað eingin, sum hevði áhuga fyri finsk­ um útbúgv­ing­arpoli­tikki, men nú er hetta jú púra viðvent. Men hvønn týdning hevur PISA-kanningin og hvussu umboðandi er hon fyri eina útbúgvingarskipan eftir hansara meting? - Tað er jú altíð ein ivi í eini slíkari kanning, men PISA er tann besta kanningin, sum vit hava at meta okkum eftir. Samfelagið er soleiðis í dag, at vit í útbúgvingarskipanini eru noydd at meta um avrik okkara. Og, at vit í yrkinum eru við í metingunum og allatíðina betra okkum. Anders Rusk, fyrilesturhaldari og formaður í OAJ – Jú, vit vit finnlendingar eru sera væl umtóktir í skúlahøpi... Og vit eru sera errin av góða úrslitini. Undan PISA-kanningini var tað eingin, sum hevði áhuga fyri finskum útbúgvingarpolitikki, men nú er hetta jú púra viðvent. Ein føroyskur luttakari Karl Martin Joensen var ein av teimum 25 føroysku luttakarunum. Hann var sum limur í Føroya Peda­ gogfelag boðin við á skeiðið. Hann metir skeiði hava verið gevandi. Fýra dagar við framúr væl frambornum fyrilestrum, arbeiðsuppgávum til lut­ takaran og ikki minst prát og umskifting av ar­­ beiðsroyndum hava verið serliga gevandi. – Vit læra nógv av hvørjum øðrum á einum tílíkum skeiði. Evnið, vit í arbeiðsbólkum hava arbeitt við, hevur snúð seg um góðsku í útbúgvingini og um hetta at hugsa, reflektera yvir og eftirmeta arbeiðið, sum ein ger. Karl Martin greiðir frá, at tað, ein kemur heimaftur við, eftir eitt tílíkt skeið, skal síðan førast út í verk. – Tað var sera áhugavert at hoyra finska fyrilesturhaldaran, Anders Rusk, tosa um starvsroyndir í Finnland. At hoyra hvussu tey gera har er sjálvsagt áhugavert og viðkomandi. Har hava tey t.d. minni stýring og kontrol, og leggja dentin á ein meiri frælsan frá­ læringarhátt. Karl Martin Joensen, pedagogur og tiltakslimur í Føroya Pedagogfelag