sunnudagur 2. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
7
– Eg havi onga rygg
verju, og nú verði
eg avlamin, hugsaði
23 ára gamli Tord
ur Sigurðsson, tá ið
hann fór sendandi
gjøgnum luftina
við motorsúkklu
sínari. Hann visti, at
tey allarflestu, sum
koma út fyri slíkum
vanlukkum, gerast
avlamin
Tilburður
Rúna Sivertsen
runa@kallnet.fo
– Havið respekt og takið
í fullasta álvara tað, sum
verður mælt til at brúka
av útgerð til motorsúkklu
koyring.
Tað eru ráðini, sum 23 ára
gamli Tordur Sigurðsson
í Klaksvík ynskir at bera
víðari til øll, ið koyra á
motorsúkklu.
Leygardagin 24. juni fór
hann ein túr á motorsúkklu
sínari, sum hann fekk fyri
tveimum mánaðum síðani.
Súkklan er ein Yamaha
YZF R6. Hon hevur 133
hestakreftir og kann koyra
við einari ferð upp á 280
kilometur um tíman.
– Eg hevði leingi droymt
um at keypa mær eina
sportmotorsúkklu, so tað
var spennandi, tá hon endi
liga kom.
Síðani Tordur fekk súkkl
una, hevur hann koyrt nógv,
bæði einsamallur og saman
við øðrum. Fleiri ferðir hev
ur hann koyrt saman við
Norðoya MC-felag, sum nú
hevur omanfyri 100 limir.
Eisini hevur hann koyrt til
arbeiðis við motorsúkkluni.
Henda dagin, ið kundi
verið
hansara
seinasti,
hendi tað, sum ikki mátti
henda.
Lívshættislig
vandastøða
Tordur kemur koyrandi
heim móti Grønabóli og ger
seg til at yvirhála. Komin
fram um bilin sær hann, at
ein annar bilur er komin út
í vinstru breytina.
Ov seint er, og hann fær
ikki stundir at bremsa ella
sleppa sær undan, men renn
ir upp í bilin. Bæði hann og
súkklan bólta upp um bilin
og fara skreiðandi eitt langt
strekki eftir vegnum.
– Nú verði eg avlamin,
hugsaði eg, meðan eg fór
sendandi upp um bilin.
Eg visti, at fá, sum koma
út fyri sovorðnum, sleppa
undan at gerast avlamin.
Tá avtornar, liggur hann
undir súkkluni. Bensin
rennur úr súkkluni, niður á
draktina – og nú er eldur í
bæði súkkluni og Tordi.
Fólk, sum eru nærhendis,
bera skjótt at og renna til.
Tey fáa dreingin burtur, og
til alla Guds lukku fáa tey
bast eldinum.
Tey ivaðust ikki í, at
drongurin var deyður.
Men so skuldi ikki
verða.
Tordur kom frá vanlukk
uni við lívinum, og hóast
hann hevur brotið tríggjar
ryggjargeislar, so kann ikki
sigast annað enn, at hann
slapp ótrúliga væl.
Ryggverja skuldi
verið krav
Tordur hevði keypt klæðir
og útgerð fyri 12.000 krón
ur, men manglaði rygg
verjuna.
Bert fá kvøld framman
undan høvdu hann og aðrir
sitið og tosað um, hvussu
neyðugt tað er við rygg
verju.
– Hví eg ikki hevði keypt
ryggverjuna, veit eg ikki.
Alt tað, sum sæst uttan á,
sum drakt, hjálmur, handsk
ar og stivlar, hevði eg í
góðum kvaliteti.
Innbygt í motorsúkklu
klæðir eru verjur á akslum,
knøum og albogum, men
ryggverja er lítil og eingin.
– Ryggverja kostar bara
um 1000 krónur. Tað er
lítið í mun til tað, ið alt hitt
kostaði, sum eg spanderaði
upp á súkklu og útgerð.
Tí skilji eg ikki, at tey,
sum selja motorsúkklur og
klæðir, ikki ráða fólki til at
keypa ryggverju eisini.
Tordur heldur eisini,
at ryggverja skuldi verið
kravd við lóg, eins og hjálm
urin er.
Hevur tú ikki hjálm og
kemur út fyri at verða
slongdur
av
súkkluni,
so skalt tú rokna við at
doyggja. Og hevur tú ikki
ryggverju, skalt tú vera
ógvuliga heppin, um tú
sleppur undan avlamni.
Tordur var heppin – og
tað er eitt Guds undur,
at hann slapp so væl frá
hesum álvarsama óhappi.
Ráðini hjá Tordi til teirra,
sum dáma væl nógva ferð
er, at tey skulu keypa sær
eina vanliga motorsúkklu.
– Ein sportsúkkla, sum
tann hjá mær, er gjørd til
nógva ferð. Bara tú nertir
speedaran, so skríggjar hon
eftir meira. At hava eina
sovorðna súkklu, tá tað ikki
er loyvt at koyra meira enn
80 km/t, er jú ikki nøkur
meining í. Tað er í hvussu
er nakað, sum eg havi funn
ið útav nú.
Tordur Sigurðsson sig
ur, at hann fullkomiliga
hevur broytt hugburð til
motorsúkklur og motor
súkklukoyring.
– Um eg nakrantíð aftur
skal hava eina motorsúkklu,
so skal tað verða ein Harley-
Davidson, sum er gjørd til
vanliga koyring.
– Men eg eri bangin fyri,
at eg havi fingið skrekk
og ongantíð fari at tora at
koyra aftur.
tíðindi
– Nú verði
eg avlamin
Fyri tann, sum koyrir á motorsúkklu, er sera umráðandi, at útbúnaðurin er á hægsta støði,
hvat dygd viðvíkur.
Vit prenta her nøkur góð ráð frá Búgva Apol, verkfrøðingi, sum er deildarleiðari á
Sýnsdeildini hjá Akstovuni. Hann skrivar millum annað:
Ryggverja
Innbygt í motorsúkkluklæðir eru verjur á akslum, knøum og albogum, men ryggverja er
lítil og eingin. Tí er neyðugt at keypa ryggverjuna eyka. Harðar verjur eru tryggari enn tær
bleytu, ið til dømis kunnu vera av skúmgummi. Tí er best, at ryggverjan hevur verjustykkir
úr hørðum plastikki ella líknandi.
Heilhjálmurin er tryggast
Vanliga eru teir bíligu hjálmarnir gjørdir úr termoplasti og teir dýraru eru úr trevjutilfari.
Fyrimunurin við fipurstyrktum plasti er, at hetta ikki kann brotna í fleiri partar. Sjálvt um
brot kemur á skalið, vil hetta altíð hanga saman í trevjunum. Tí má hetta tilfar roknast fyri
at vera tryggari enn termoplasti. Eisini eru trevju-hjálmarnir, serstakliga kolfipur, oftast
lættari enn termoplasthjálmarnir.
Hetta skal tó ikki skiljast sum, at termoplast-hjálmurin ikki er tryggur.
Allir hjálmar, ið eru á marknaðinum í dag, skulu nevniliga vera góðkendir eftir ávísum
trygdarreglum. Fyri at fáa góðkenning skulu teir ígjøgnum fleiri ymiskar royndir fyri at
kanna, um teir eru nóg tryggir.
Tað er týdningarmikið, at hjálmurin situr væl á høvdinum. Hann má hvørki vera ov leysur
ella ov fastur, men sita so passaliga, at tú ikki fært ampa av honum.
At keypa hjálm, kann næstan samanberast við at keypa skógvar.
Tað ger tí einki, um hjálmurin er eitt sindur trongur, tá hann er nýggjur. Við tíðini lagar
hann seg til høvuðskapið, og tá má hann ikki gerast ov víður.
Samanumtikið kann sigast, at bæði viðvíkjandi trygd og hentleika er best at keypa
útbúnað av tí dýrara slagnum til motorsúkklu koyring.
Kelda: www.akstovan.fo
FAKTA
Tordur rendi á og fór sendandi upp um ein bil. Síðani fór hann skreiðandi eitt langt strekki eftir
vegnum. Eldur kom í súkkluna, og hon gjørdist vrak
Mynd: Vilmund Jacobsen
23 ára gamli Tordur Sigurðsson í Klaksvík, avmyndaður á Ríkissjúkrahúsinum. Hann kom frá
álvarsomum motorsúkklu óhappi við lívinum. Hóast hann hevur brotið tríggjar ryggjargeislar, so
kann ikki sigast annað enn, at hann sloppin ótrúliga væl
Mynd: Sylvia Sivertsen