sunnudagur 2. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 124 - 30. juni 2006
tíðindi
– Tað var ein øgiligur
brestur, tá ið bilurin
rendi í tunnilsveggin.
Níggju mánaðar
gamli sonurin brast
í grát og var púrasta
sjokkeraður. Hetta
segði mær, at hann
í minsta lagi var á
lívi, men eg visti
ikki, hvussu vorðið
var. Sjálvur sat eg
fastur og noyddist at
skræða meg leysan.
Ein maður kom
rennandi og tók í
hurðina hjá mær,
men eg bað hann
taka sær av teimum,
sum vóru aftanfyri
í bilinum, sigur
Hendrik Egholm, sum
var førari á bilinum í
Signabøartunlinum
seinasta sunnudag
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um verri vildi til, kundi
seinasti sunnudagur ver
ið ein lagnudagur hjá
familjuni,
Hendriki
Egholm, Hjørdis H. Jensen
og níggju mánaðar gamla
soni teirra, Haraldi.
Hendrik
og
Hjørdis
búgva á Sandi, haðani
Hjørdis er ættað. Hendrik
er ættaður úr Streymnesi,
og sunnudagin vóru tey
trý í bili á veg norður til
Streymnesar at vitja.
Men so langt náddu tey
ikki.
Í staðin gjørdust tey trý ein
partur av útvarpstíðindunum
og tíðindunum á ymisku
heimasíðunum
hendan
seinnapart.
Á portalinum hjá Føroya
Tele bórust hesi tíðindini
– bert hálvan tíma eftir
tilburðin:
”Eitt álvarsligt ferðslu
óhapp hendi klokkan 15
í
Kollafjarðartunlinum.
Ein bilur koyrdi inn í tunn
ilsveggin – við trimum
fólkum í. Bilurin fekk sera
stóran skaða, og fólkini
eru flutt á sjúkrahúsið til
nærri kanningar, siga tey á
Politistøðini í Havn”.
Í tíðindunum á portalin
um varð lagt aftrat:
”Í
bilinum
var
ein
kvinna, ein maður og eitt
barn. Tunnilin er stongdur
í løtuni, men sløkkiliðið er
á veg eftir bilinum, sum
stendur mitt á vegbreytini”.
Onkur eigur tey
Tú hoyrir ella lesur tíð
indini, og hóast tú ikki
veitst, hvørji fólkini eru,
nema
slíkar
hendingar
hjartarøturnar og ávirka
sinnið.
Og soleiðis var eisini
hesaferð.
Tey gomlu plagdu at siga,
tá ið ófrættatíðindi bórust,
at ”onkur eigur tey – ella, at
onkur grætur um tey”.
Men hvørji vóru so fólk
ini, sum seinnapartin sunnu
dagin fyltu tankarnar hjá
teimum mongu, ið frættu
um tilburðin í tíðindunum?
Nú dagurin nærkast, tá ið
blómur verða lagdar kring
um á vegunum, har fólk
eru deyð í ferðsluni, hava
vit skift orð við Hendrik
Egholm, ið var maðurin,
sum sat aftanfyri róðrið í
Signabøartunlinum hendan
dagin.
Hann
er
sannførdur
um, at sótu tey trý ikki í
trygdarseðlum, tá ið hann
fór skeivur á breytini og
endaði í tunnilsvegginum
øvutu megin, hevði ikki
verið væl vorðið hjá ungu
familjuni.
Øgiligur brestur
– Eg koyrdi, meðan Hjørdis
og níggju mánaðar gamli
sonur okkara sótu aftanfyri í
bilinum. Vit sótu øll íbundin;
Hjørdis sat vinstrumegin
á baksetrinum, og sonurin
í trygdarstóli høgrumegin
við bakinum frameftir.
Hendrik sigur, at tað
var fitt av ferðslu hendan
sunnudag seinnapart.
– Eg fylgdi ferðsluni
norðureftir, og ferðin lá um
80 km/t. Tá ið vit vóru
komin umleið ein triðing
inn í tunnilin, fór eg skeivur
á breytini, og vit endaðu
inni í tunnilsvegginum
vinstrumegin.
Hendrik dugir ikki rætti
liga at siga, hví tað gekst
sær so illa í hond hendan
dagin.
– Tað var ein øgiligur
brestur, tá ið bilurin fyrst tók
í eitt skelti beint við fyrsta
møtiplássið í tunlinum
og síðan stoytti skrátt í
veggin, áðrenn hann fór
frameftir tunnilsvegginum.
Bilurin fórst illa, serliga
vinstrumegin framman, og
forrúturin brotnaði.
Hann heldur, at tað
kortini tók nakað av stoyt
inum, at hann traðkaði á
bremsurnar.
Tankarnir fuku...
– Tað fóru nógvir tankar
gjøgnum høvdið á mær,
til bilurin steðgaði aftur á
breytini. Sekundini kendust
long – og eg hugsaði í
fyrsta lagi um tey bæði,
sum aftanfyri vóru. Tað
”melur” skjótt – og nógv
– undir slíkum umstøðum,
ásannar Hendrik.
Hvussu var so støðan
hjá teimum trimum, tá ið
bilurin steðgaði aftur?
– Níggju mánaðar gamli
sonurin brast í grát og var
púrasta sjokkeraður. Tað
segði mær, at hann í minsta
lagi var á lívi. Men eg visti
ikki, hvussu vorðið var.
Hann hoyrdi eisini Hjørdis
vena seg á baksetrinum.
– Sjálvur sat eg fastur
og noyddist at skræða meg
leysan. Í fyrstani føldi eg
onga pínu. Ein maður kom
rennandi og tók í hurðina
hjá mær, men eg bað hann
taka sær av teimum, sum
vóru aftanfyri. Hurðin hjá
mær fekst ikki upp, og
eg fór tískil aftur ímillum
setrini, áðrenn eg rættiliga
visti, hvussu vorðið var.
Hendrik sigur, at meðan
sonurin var ótroystiligur í
sínum gráti eftir tilburðin,
hevði Hjørdist mist luftina
av trygdarbeltinum, sum lá
um búkin og kroppin.
Í sama sjúkrabil
– Tey, sum komu okkum
til hjálpar beint eftir hend
ingina, dugdu ógvuliga
væl at taka sær av okkum.
Eg haldi, at tey virkaðu
rættiliga
professionell,
hóast hetta bert vóru vanlig
ferðandi á vegnum um
somu tíð sum vit.
Hann sigur, at Harald
bleiv við at gráta, og tí vistu
tey ikki, um hann mundi
hava fingið nakað mein.
Sjónligt mein hevði hann
tó ikki uttan eitt lítið reytt
merki á øðrum vanganum,
sum helst hevði ligið niður
á trygdarstólin.
– Tá ið sjúkrabilurin kom
á staðið, og tey uggaðu
okkum við, at drongurin
ikki hevði grátið so hart,
um hann var komin álvars
liga til skaða, lætnaði hjá
okkum.
Hendrik,
Hjørdis
og
sonurin fóru øll í sama
sjúkrabil og vórðu innløgd
á Landssjúkrahúsið til kann
ingar til dagin eftir.
Tíbetur vísti tað seg, at
eingin hevði fingið var
Tilburðurin í Signabøartunlinum:
– Stólur og trygdarbelti bjarga